fríggjadagur 15. juni 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 15. juni 2012 · Nr. 68
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ghetto Føroyar
BankNordik stuðlar sendingini
Eru fleiri enn ein (føroysk
ur) politikari í sama rúmi,
verður klór, klandur og
kríggj. Tað er sum við hundi
og kettu. Sum Tom & Jerry.
Og hvaðna verri er tað, tá
teir eru 33 undir somu lon.
Okey, kanska eitt sindur
yvirdrivið
at
siga
um
okkara høgt virda Løgting.
Men hetta er nú einaferð
tann “gudiligi” sannleiki. Í
øllum førum um kjakast
verður um Kirkjuna. Ella
bara okkurt, sum hevur við
kirkjuna at gera. Sum til
dømis, um samkynd skulu
sleppa inn um kirkjugátt
at vígast. Ella um samkynd
eisini skulu verjast av lóg
ini. Lógin byggir á kristnu
virðini, hoyrir tí onkursveg
na kirkjuni til, og so hava
vit balladuna.
Tá eru teir allir “menn”.
Altso, politikararnir... Vilja
vísa seg. Hetta er teirra
møguleiki at spæla Guð.
Teirra møguleiki at gera
seg sjálvar til martyrar og
verja henda heimsins síðsta
“reina” skansa í kristnu
trúnni fyri einhvønn prís
(ella politiskan vinning).
Mær nýtist ikki at siga
meira. Vit kenna eftirhond
ini øll, hvussu kjakið gong
ur, tá kirkjan skal viðgerð
ast. Kaos. Anarki!
Men
soleiðis
gongur
tað jú altíð, tá vit tosa um
okkurt, sum er ‘Fólksins
Ogn’. Tí tað er tað, Kirkjan
er. Tað er skrivað við lóg, at
Fólkakirkjan í Føroyum er
evangelisk-luthersk og at
landið stuðlar Kirkjuni. Tað
eru løgmaður og landsstýri
smaður, sum løggilda hvus
su bíblian skal týðast. Teir
løggilda ritualir, altarbók og
sálmabók. Landsstýrismað
urin skipar kirkjusóknirnar
og prestagjøldini. Biskupur,
sum er ovasti leiðari í Fólka
kirkjuni, kemur gott nokk
við tilmælum. Men í síðsta
enda eru tað politikararnir,
sum bestemma – tí Kirkjan
er Fólksins Ogn.
Tað syrgiliga er, at tað
gongur við hesari Fólk
sins Ogn, sum við aðrari
Fólksins Ogn. Í síðsta enda
verða tað bert nøkur fá, ið
fáa gagn av tí. Í Føroyum
nakrir fáir fastir kirkjugan
garar – og so teir politikarar
sum halda kirkjuna gísla
í
einum
populistiskum
valdsspæli, hvørja einastu
ferð hon skal viðgerðast. Í
síðsta enda bert fyri egnan
vinning. Atkvøður.
Tað góða er, at tað nýtist
ikki at verða so. Fyri 12 ár
um síðani gjørdu sviar av
at loysa Kirkjuna úr valds
græðu klórnum á politikar
unum. Teir settu Kirkjuna
fría. Og spyr tú meg, var
tað ein vís avgerð! Ein av
gerð, vit áttu at gjørt svium
eftir. Fyrst og fremst tí at
politikarar eru ikki kom
petentir til at avgerða, hvat
tænir Kirkjuni best. Latið
hetta til rætta fakfólkið.
Fyri tað næsta tí at tað ofta
eru politikarar, ið hoyra
til aðrar meinigheitir, sum
taka avgerðir um Kirkju
na. Og fyri tað triðja tí at
Kirkjan seint men sikkurt
doyr út, so leingi politikar
arnir valda henni á.
Loysa vit Kirkjuna frá
statinum, missa vit Fólksins
Ogn. Men kanska vit so fáa
Fólkakirkjuna, í orðsins
rætta týdningi, aftur. Kirk
jan fyri Fólkið. Vit áttu at
latið Kirkjuna upp í hend
urnar
á
fakfólkunum,
sum so kunnu avgerða
hvat tænir Kirkjuni best.
Vit skuldu latið Kirkjuna
sloppið frítt at kappast við
hinar trúðarrætningarnar
í Føroyum. Vit skuldu latið
Kirkjuna sloppið at ment
seg, so hon kom Fólkinum
meira við.
Biskupur
og
ovasta
leiðslan í Kirkjuni kundu
heilt víst lært nógv av
Brøðrunum
og
hinum
meinigheitunum. Fyri at
Kirkjuni skal lív verða lag
að, má hon aftur menna
seg. Og hvør veit, kanska
Kirkjan sjálv einaferð vil
loyva teimum samkyndu
inn um kirkjugátt, heldur
enn at stoyta tey frá sær.
Kanska tað hevði givið
fleiri “kundar í butikkina”.
Í øllum førum hevði tað tá
verið upp til Kirkjuna sjál
va. Og so sloppu vit onnur
undan at hoyra politikarar
kjakast um nakað, teir
hvørki hava vit ella skil fyri,
og sum teir kortini ongan
tíð verða samdir um.
Alternativið er at lata
standa til og viðurkenna
orðini hjá Løgmanni: “Vit
kunnu ikki verða samd um
alt”
Kirkjan – Fólk
sins ogn ella
fólkakirkja?
Ghetto klumman
Mikudagin var Ghetto Føroyar aftur á skránni, og hesaferð
kjakaðust útisetarnir um hvørt samkynd skulu sleppa inn í
kirkjurnar at vígast. Fríska, festliga og freka sendingin frá
útisetaumhvørvinum í Keypmannahavn verður send einaferð
aftrat - komandi mikudag klokkan 13.00 - og síðani fer sendingin
í summarfrí fram til september. Tú kanst síggja myndir, hoyra
samrøður og kjakast inni á Facebook síðuni hjá Ghetto Føroyar"
- Fyri sjálvur at kunna halda stýr á
hesari fløguni, so fann eg uppá hendan
figurin, sum eg kalli fyri Con Man, ið
stendur fyri øllum møguligum, sigur
Høgni Lisberg, sum um einar fýra vikur
kemur við nýggjari fløgu, sum hann
sjálvur kallar sprøkluta.
- Hendan fløgan fer eitt sindur í eyst
og vest. Hon er bæði harðari enn nakað,
sum eg nakrantíð havi gjørt, og okkurt
er bleytari enn nakað, sum eg havi gjørt
fyrr.
Soleiðis lýsir Høgni Lisberg nýggju
fløguna hjá sær, sum fer at eita Con
Man og kemur út um fáar vikur.
Leirvíkingurin, sum veruliga sló
ígjøgnum á egnum beinum í Føroyum
við fløguni Morning Dew, og sum síðan
hevur havt rímiliga eydnu uttanlands
við fløguni Hare! Hare!, spældi eitt
lag av nýggju fløguni hjá sær í Ghetto
Føroyum mikudagin.
Nógv lurta
Eitt lag, sum er serliga nógv spælt
av fløguni Hare! Hare!, var lagið
Bow Down, sum tað ikki bert vóru
føroyingar, ið tóku til sín. Lagið hevur
nevniliga bæði verið brúkt í einum
telduspæli um kurvabólt og í sjónvarps
sendingini Jersey Shore á MTV.
At tónleikur hjá honum er brúkt til
hesi høvi hevur serliga víst seg aftur á
Youtube.
- Tað er nokk so gott at vita, hvussu
tølini á Youtube síggja út, tí tá mann til
dømis sær, at eitt lag hjá sær er spælt
eina millión ferðir, so veit mann, at
hetta er nakað fólk vilja hoyra, sigur
Høgni Lisberg.
Hóast nógv soleiðis hava hoyrt
tónleikin hjá honum, so er hann ikki
vorðin ríkmaður sum hann tekur til.
- Tað sæst aftur á søluni á iTunes,
men mann skal selja so øgiliga nógv, um
tað veruliga skal geva pengar, greiðir
Høgni Lisberg frá.
Høgni við eksperi
menterandi fløgu
Høgni Lisberg