fríggjadagur 15. juni 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. juni 2012 · Nr. 68
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Drápið á Olof Palme er eitt
av teimum mest umrøddu
drápunum í Norðurlondum
síðani seinna heimsbardaga,
og líka síðani hevur drápið
riðið
svensku
løgregluni
sum ein sonn marra. Eitt
er, at tað eydnaðist einum
drápsmanni at beina fyri tí
týdningarmesta persóninum
í Svøríki, og so er tað næstan
líka ringt, at hóast kanningar
í meiri enn 25 ár hevur løg
reglan
ongantíð
megnað
at loysa gátuna um tann
ókenda drápsmannin.
Tíggju ár aftan á drápið
bleiv
rúsevnamisnýtarin
Christer Pettersson dømdur
lívlanga fongsulsrevsing fyri
at hava skotið Olof Palme,
men hann varð seinni frí
kendur, tí prógvini vóru ikki
nóg góð, og harafturat hevði
løgreglan gjørt mistøk í sam
bandi við kanningarnar.
Nú vil rithøvundurin og
søgumaðurin Paul Smith
vera við, at tað var ein so
kallaður "dupultgangari" hjá
Christer Pettersson, sum var
tann veruligi drápsmaðurin.
Fleiri ábendingar
Svenska løgreglan hevði eitt
skifti illgruna um, at dupult
gangarin kanska var dráps
maðurin. Hann búði nær
hendis Sveavägen, átti eina
skammbyrsu av sama slagi
sum drápsvápnið, og so hevði
hann ongantíð dult fyri,
at hann var harðliga ímóti
politikkinum hjá Palme.
-Eg havi havt høvið til at
hyggja í tey loyniligu skjølini
hjá løgregluni um møguligar
drápsmenn, og tað er alt, sum
bendir á, at tað var dupult
gangarin, sigur Paul Smith
við Ekstrablaðið. Sambært
svenska blaðnum Expressen
var dupultgangarin 34 ára
gamal, tá Palme bleiv myrd
ur.
Paul Smith hevur leitað
í skjølum, sum higartil hava
verið loynilig, og tey stuðla
upp undir ástøði hansara um
dupultgangaran sum dráps
mannin. Hann hevur eisini
fingið loyniligar upplýsingar
frá einari keldu í teirri serligu
løgregludeildini, sum kann
aði Palme-morðið.
Í bókini «Palmes morder?»
stendur, at løgreglan fekk
eina ábending um dupult
gangaran
longu
tíðliga
í
kanningararbeiðinum.
Hann var ein av teimum 600
Stockholm-búgvunum, sum
um tað mundið áttu eina
skammbyrsu av slagnum
Smith & Wesson-357, og sum
var tað slagið, sum Palme
bleiv skotin við.
Kanningarleiðarin
hjá
løgregluni gjørdi av at kanna
allar tær 600 skammbyrsur
nar fyri at samanbera lóður
ið við kúlurnar, sum beindu
fyri Palme. Men hóast tvær
áheitanir frætti løgreglan
ongantíð frá dupultgangara
num.
Fekk hvassar
ábreiðslur
Tá løgreglan loksins fekk
samband við dupultgang
aran í telefonini ein dag í
1994, greiddi hann frá, at
hann hevði selt skamm
byrsuna, tí hann hevði havt
brúk fyri pengunum.
Byrsan er ongantíð funn
in, og tá ein nevnd fleiri ár
seinni bleiv sett at endur
skoða kanningararbeiðið hjá
løgregluni, fýltist nevndin á,
at løgreglan ikki hevði gjørt
meiri fyri at finna skamm
byrsuna.
-Hví bleiv dupultgangarin
ikki tikin? Tí løgreglan hevði
ikki ta rúkandi skamm
byrsuna. Hann var seks ferð
ir til avhoyringar, men bleiv
ongantíð tikin, tí løgreglan
hevði
ikki
tey
neyðugu
prógvini. Aftan á brølaran
við
tí
fríkenda
Christer
Pettersson drálaði løgreglan,
og hon fekk eisini hvassar
ábreiðslur fyri at hava havt
ov fá prógv ímóti honum,
sigur Paul Smith við Ekstra
blaðið.
Men løgreglan fekk ein
møguleika afturat. Í 2008
ringdi beiggi dupultgangaran
til løgregluna, tí hann var
vorðin bangin um hann.
Í bókini lýsir Paul Smith,
hvussu løgreglan ringdi til
íbúðina hjá manninum í
Stockholm, men tá telefonin
ikki svaraði, bankaði løgregl
an á dyrnar hjá manninum
og rópti:
-Lat upp! Tað er
løgreglan!
Júst tá tók tann 56 ára gamli
maðurin lívið av sær, og sum
frá leið, fingu Palme-kann
ingarmenninir hjá løgregluni
at vita, at tann 56 ára gamli
var dupultgangarin, sum teir
eina ferð høvdu havt illgruna
til. Sambært svenska Afton
bladet leið maðurin av tung
lyndi. Hann skal hava fyri
reikað sjálvmorðið í longri
tíð, og hann skal eisini hava
skrivað brøv við boðum um,
hvat skuldi gerast, tá hann
var deyður.
Men í brævinum var
eingin ábending um, at hann
hevði beint fyri Palme, og tá
løgreglan rannsakaði íbúð
hansara, fann hon heldur
einki tekin um tað.
"Eg drap ikki Palme"
Níggju ár frammanundan,
í 1999, bleiv dupultgangarin
umrøddur í svensku fjøl
miðlunum. Fyrst avdúkaði
Svenska Dagbladet nakrar av
teimum smálutunum, sum
Paul Smith hevur í síni nýgg
ju bók. Stutt eftir tosaði Ex
pressen við dupultgangaran,
og tá segði hann, at tað var
ikki hann, sum myrdi Palme.
Árini síðani eru fleiri
bøkur og eitt ótal av blað
greinum skrivaðar um, hvør
kann metast at vera tann
mest sannlíki drápsmaðurin.
Christer Pettersson játtaði
seg sekan, beint áðrenn hann
doyði í 2004, men tað hevði
hann gjørt fyrr fyri pengar.
Tá Christer Pettersson
doyði, varð Mårten Palme,
sonur Olof Palme, spurdur,
um hann helt, at tað var
Petterson, sum myrdi pápa
hansara.
Avdúkar
drápsmannin
hjá Olof Palme
Tann 28. februar í 1986 varð svenski
forsætisráðharrin, Olof Pamle, skotin á Sveavägen
í miðbýnum í Stockholm. Nú sigur danski
rithøvundurin og søgumaðurin Paul Smith seg
hava funnið prógv fyri, hvør drápsmaðurin var
Olof Palme varð skotin í miðbýnum í Stockholm, har hann
og konan, Lisbeth, høvdu verið í biograf
Mynd: Polfoto
Christer Pettersson varð
dømdur fyri drápið,
men seinni fríkendur
Mynd: Polfoto
Rithøvundurin og søgumaðurin Paul Smith
Mynd: Ekstrablaðið