fríggjadagur 15. juni 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 15. juni 2012 · Nr. 68
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Tað fór tíverri aftur við borð
inum, og tí kemur henda
heilsan ikki fyrr enn nú:
19. mai vóru 70 ár síðani, at
Anna Thomsen fyrstu ferð sá
dagsins ljós. Føðingardagin
helt hon í Íslandi saman við
familjuni.
Í Lávíkabrekkuni í Klaks
vík búðu Jonhild og John
Thomsen. Jonhild var ættað
úr Havn og vaks upp hjá
fastrini Thomasiu og manni
hennara Palla í Vátutoft. Tey
vóru barnleys, og Jonhild fór
til teirra, tá ið hon var trý ára
gomul.
John
var
ættaður
úr
Skemmuni í Porkeri. Hann
hevði verið í Danmarik og
lært til maskinsmið á B&W
og lokið prógv sum maskin
meistari, áðrenn hann bú
settist í Klaksvík, har hann
átti eina systir. Tað var Jó
honna ella Diddan, sum hon
varð nevnd. Maður hennara,
Niels Vang, flutti tíðliga í
tríati árunum til Klaksvíkar,
har hann fyrst arbeiddi hjá
Kal í trý ár og síðani hjá
Kjølbro á Biskupsstøð í eini
tíggju ár, áðrenn tey fluttu
til Havnar. Tey áttu húsini,
sum standa norðanfyri Ósá
skúlan, og sum nú eru part
ur av skúlanum, og eis-ini
hava verið nevnd sakførara
húsini.
Jonhild og John giftust
í 1939 inn hjá foreldrum
hennara, og har vaks Anna
upp. Hon er næstelst av fýra
systkjum. Hini eru Páll, sum
var 50 ára gamal, tá ið hann
doyði í 1991, Kára sum býr í
Jyllandi, og Tove sum býr í
Havn.
Í 1960 var tað langt mill
um
studentahúgvurnar
í
Føroyum og í Klaksvík. Tí
vakti tað ikki sørt ans, at tað
hetta summarið vóru fimm
í Klaksvík, sum gingu undir
lívskveikjandi húgvuni, ið
bar boð um, at tey høvdu
tikið studentsprógv í høv
uðsstaðnum. Hesi vóru Óli
E. Heinesen, Elin Súsanna
Jacobsen, André Niclasen,
Karen Stærmose og so Anna
Thomsen, ið var næstyngst
av teimum 31 studentunum
hetta árið.
Tvey ár seinni fór Anna
á N. Zahles Seminarium í
Keypmannahavn, har Poul
Hartling var rektari. Eftir
lokið læraraprógv, fór Anna
undir
yrkisleiðina,
sum
hon helt seg á, inntil hon
fyri nøkrum árum síðani
stillisliga legði frá sær eftir
fjølbroytt, dygt og myndugað
avriggað verk.
Yrkisleiðin
byrjaði
í
heimbygdini, og síðani ar
beiddi Anna í Hoydølum, á
Eysturskúlanum, á Háskúl
anum, á Handilsskúlanum
– fyrst í Havn og síðani á
Kambsdali – og so varð punk
tum sett á HF skeiðnum í
Klaksvík, har hon var avbera
væl umtókt sum lærari í
føroyskum.
Ongantíð læt Anna sær
lynda
útbúgvingarliga
at
liggja á takinum. Stútt og
støðugt nam hon sær meiri
útbúgving og íblástur. Í
seksti árunum var hon niðri
á ársskeiði á Læraraháskúl
anum, miðskeiðis í sjeyti
árunum tók hon exam. art.
prógv
á
Fróðskaparsetri
num í norðurlendskum við
serligum denti á føroyskt
mál og føroyskar bókmentir,
aftur og aftur luttók hon á
summarskeiðum uttanlands,
og í 1990 stóð hon cand. phil.
prógv
í
norðurlendskum,
serliga føroyskum máli og
bókmentum á Fróðskapar
setrinum.
Millum álitissessirnar var
í fleiri ár nevndarsessur í
Móðurmálslærarafelagnum,
sum Anna var við til at
seta á stovn, og síðani hon
legði lærarastarvið frá sær,
hevur Anna hildið fram við
álitisuppgávum eitt nú sum
próvdómari á Læraraskúl
anum.
Anna er gift Andrassi
Dahl Niclasen, sum rekur
súkkluhandilin í Nólsoyar
Pálsgøtu, ið framvegis ber
navnið John W. Thomsen.
Anna og Andrass eiga tvær
døtur – Sanna og Gunn
hild – og Anna eigur eitt
ommubarn. Anna og Andrass
búgva í Klaksvík, og har er
familjualskurin og gesta
blídnið soleiðis, sum tað var í
barnaheiminum í Lávíkum.
Áhugin fyri bókmentum
og list í breiðum høpi er
framvegis stórur, og stillis
liga og fyrimyndarliga Anna
er framvegis partur av býar
myndini bæði í heimstaðnum
og høvuðsstaðnum.
Um heilsanin er eitt sind
ur seinkað, so er hon ikki
minni innilig. Hjartaliga til
lukku við teimum 70, sum tú
ber so sera væl, og takk fyri
gott samstarv, Anna!
Jóannes Hansen
Anna Thomsen 70 ár
95 ára føðingardagur
Sunnudagin 17. juni verður
Sannetrina Jensen, Sørvágur,
95 ár. Dagurin verður hildin
í húsmøðrafelagshúsinim í
Sørvági frá kl. 16,00, har øll
eru hjartaliga vælkomin.
85 ára føðingardagur
Týsdagin 19. juni verður
Ragnhild Hansen í Klaksvík
85 ár. Føðingardagurin verður
hildin sunnudagin 17. juni kl.
18 á Klaksvíkar Sjómans
heimi. Øll eru vælkomin.
80 ára føðingardagur
Leygardagin 16. juni verður
Harry Hansen, Strendur 80
ára gamal. Dagurin verður
hildin í pensionistahúsinum
á Strondum 16.juni millum kl
17:00 og 21:00. Øll eru hjarta
liga vælkomin.
Føðingardagar
Mánadagin 18. juni verður
Eyðgerð Bærentsen 80 ár
og týsdagin 19. juni verður
Elin Bærentsen 50 ár, Kvívík.
Dagarnir verða hildnir saman,
leygardagin 16. juni á Skúla
heiminum, Marknagilsvegur
75, Tórshavn, frá klokkan
11 til 17 . Øll eru hjartaliga
vælkomin.
30 ára føðingardagur
Leygardagin 16. juni, verður
Jógvan Skorheim, Klaksvík
30 ára gamal. Bjóðað verður
til brunch í Skálanum í
Klaksvík 16. juni frá kl. 10.00
og úteftir. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Føðingardagar