fríggjadagur 15. juni 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. juni 2012 · Nr. 68
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Í gjár, hósdagin 14.07.12, fylti
Bent á Lava 60 ár. Bent vaks
upp í Jónas Broncksgøtu
í Havn. Foreldrini vóru
Jákup Tauser á Lava og
Elisabeth á Lava. Bent
misti bæði foreldrini, fyrst
mammuna og síðani pápan,
í heilt ungum árum. Eftir at
mamman doyði bleiv pápin
giftur við Minnu, sum Bent
vaks upp hjá, eftir at pápin
doyði. Bent er yngstur av
fimm beiggjum har tríggir
eru eftir á lívi.
Í 1970 fór Bent at arbeiða
hjá Balslev, sum tá var niðri
á keiini. Í 1993 bleiv hann
stjóri, og røkir hann hetta
starvið enn. Bent gongur
høgt upp í sítt arbeiði og
hevur øll hesi árini veitt
Balsev eina holla og trúgva
tænastu.
1974 giftist Bent við
Gunnvør, sum er ættað úr
Øravík. Saman eiga tey
sonin, Jákup á Lava, sum
býr og arbeiðir niðri í Dan
mark, og dóttrina, Alma á
Lava, sum er lesandi her
heima í Føroyum. Bent hev
ur ein abbason, sum bleiv
føddur í 2006. Hann eitur
Villiam.
Tá ið børnini vóru smá,
var Bent nógv við familj
uni uttanlands og ferðaðist.
Tað var bæði sommerland,
húsvognar og smáttur, sum
settu dám á summarið í
útlondum. Bent gekk altíð
undan, soleiðis at tað var
trygt hjá børnunum at kasta
seg út í avbjóðingarnar.
Bent er ein virkin mað
ur. Umframt arbeiði sítt og
familju sína hevur hann
fleiri frítíðarítriv. Millum
annað spælir hann bad
minton um vetrarnar. Ein
ítróttagrein,
sum
hann
hevur íðkað, síðani hann var
ungur, har hann bæði hevur
vunnið heiðursmerkir og
føroyameistaraheitir.
Um summarið er Bent
næstan hvørja fríløtu úti
í frísku luftini, har frið
urin valdar. Honum dámar
væl at fara út á fjørðin við
bátinum, og er fongurin
mangan komin væl við
hjá børnunum og abba
soninum. Hevur hann frí
og er heima, er hann ofta
at síggja úti í væl røkta
havanum, har hann altíð
er í holtur við onkra nýggja
verkætlan.
Fótbóltsfelagið
B36
stendur hjarta Bents nær.
Nærum hvønn sunnudag
hevur hann stuðlað besta
liðnum hjá B36, bæði tá ið
tað hevur gingið væl og
illa.
So, at enda vilja vit
ynskja tær til lukku við deg
num og takka tær, babba,
fyri alt, tú hevur verið og
ert fyri okkum. Bæði tær
góðu og sváru løturnar, ið
vit møta á lívsins leið. Tú
hevur verið við til at ment
okkum til tey menniskju,
vit eru í dag. Takk fyri.
Vinarliga
Jákup og Alma við familju
Føðingar
8. juni fingu Mia og James Kagotho, Tórshavn, eina dóttur.
Hon var 51 cm long og vigaði 2910 gr. Hon eitur Naomi
1. juni fingu Jannie Dam Jacobsen og Høgni Jacobsen, eina
dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3310 gr.
4. juni fingu Dávur og Malan Johansen, Streymnesi, ein
son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3350 gr. Systirin Arina
situr undir lítlabeiggjanum á myndini.
Bent á Lava
30. mai bleiv Bárður J. Hellisdal stóribeiggi til hendan fitta
líttla beiggjan, ið kom í heim á Herning Sygehus. Hann var 49
cm langur og vigaði 3520 gr. Mamman og pápin eru Rósmari
Hellisdal, Tórshavn, og Karsten Lauridsen, búsitandi í Hoven,
Danmark.
24. februar fingu á Odense sygehus Sóley Símunardóttir og
Jón Karl Midjord, Esbjerg, ein son. Hann var 36 cm langur og
vigaði 930 gr. Hann eitur Símun.
8. mai fingu Vanja og Svein Petersen, Hvalba, ein son. Hann
var 55 cm langur og vigaði 4400 gr.
14. mai fingu Birita Ingolfsdóttir Nybo og Levi Tróndarson
Nybo, Norðragøtu, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði
3770 gr.
25. mai fingu Annika á Marknagili og Hjalti Josephsen,
Klaksvík, ein son. Hann vigaði 2900 gr og var 50 cm langur.
27. mai fingu Miriann og Bárður Poulsen, Nólsoy, eina dóttur.
Hon var 50 cm long og vigaði 2940 gr.
2. juni fingu Óli við Ravnagil og Lív Lützen, Klaksvík, ein son.
Hann var 52 cm langur og vigaði 2950 gr.
7. juni fingu stóribeiggi Tóki og Vivian Bjartalíð og Jógvan
Samson, ein drong. Hann var 58 cm langur og vigaði 4690 gr.
7. juni fingu Erla úr Dímun og Janus úr Dímun, Dímun, ein
son. Hann var 56 cm langur og vigaði 3950 gr.
11. juni fingu Randi og Óli Sørensen, Viðareiði, ein son. Hann
var 56 cm langur og vigaði 4440 gr.