fríggjadagur 15. juni 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 15. juni 2012 · Nr. 68
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
17. juni er ein av døgunum í
gregorianska álmanakkan
um, sum hevur hýst fleiri
stórum hendingum. Stóra
franska kollveltingin byrj
aði hendan dagin í 1789.
Fransmenn
sigldu
hend
an dagin í 1885 inn í havn
ini í New York við Frælsis
guðinnuni og júst hendan
dagin í 1944 boða íslendingar,
grannarnir í útnorði, frá, at
teir hava loyst frá Danmark
og sett á stovn sína egnu
Republikk. Júst trý ár seinri –
á Bótolvsmessu í 1947 - verður
ein drongur borin í heim í
Føroyum, annað barnið hjá
teimum báðum Niels Juel
Arge úr Tórshavn og Petru
Arge, fødd Gregersen, úr
Syðrugøtu. Seinri, í skírnini,
verður hann uppkallaður
eftir abbanum í Gøtu. Jógvan
Arge er maðurin, ið fer um
65 ára hvarvið sunnudagin.
Kendur í Føroyum og uttan
lands í fleiri høpum.
Hendan dagin kundi tað
ikki lesast á stjørnuhimm
alinum, hvør framtíðin og
lagnan skuldi gerast hjá hes
um nýfødda dreingjabarn
inum, sum sleit sínar barna-
og
tannáringarskógvar
á
Tinghúsvegi 55 (nú 59), har
mamma hansara framvegis
húsast einsamøll, hóast hon
av álvara er farin at tátta
í tey níti árini. At vitið var
bjart og minnið óvanliga
gott, kom ikki frá fremm
andum, og hóast hann gjørdi
ein sildatúr við kenda skip
aranum Óla Hansi Olsen
í Gøtu, í sekstiárunum, so
gjørdist tað skjótt greitt, at
tann lutfalsliga nýggi út
varpsmiðilin skuldi gerast
verkliga lívsrásin hjá Jógvani.
Føroyingar vóru í 50-árunum
umvegis politisku skipanina
so mikið at sær komnir, at teir
settu á stovn tjóðlaðingar
stovnin Útvarp Føroya. Og
tað er neyvan ov dýran tikið
til, at hetta er eitt tað størsta
mentanarliga bragdið, sum
framt er her á landi.
Mentanarikonið
Aksel
Tórgarð stjórnaði frá byrjan,
men táið hann valdi at
uniformera seg í kjóla og
kraga og halgaði guðfrøðini
og øðrum mentanararbeiði
sítt óvanliga virkna lív, varð
Niels Juel settur stjóri í
loftborna miðlinum. Ongin
ivaðist í hvør stjórin var og
heldur ongin ivaðist í hvat
hesin stjórin ætlaði og vildi
við stovninum. Tað snúði seg
bara um at menna føroysku
tjóðina á øllum mótum. Hetta
varð tjóðlaðingarstovnurin
burturav, og ivasamt er, um
nakar er førur fyri at gera
greiði fyri, hvussu ovur
hondsstóran leiklut Útvarpið
hevur havt fyri føroyskt
mentanarlív og ikki minst
fyri málsliga førleikum hjá
okkum, sum eru vaksin upp
saman við hesum stovni,
og sum brúka hann sum
mennara og til dagdvølju
hvønn Guðsskapta dag á
árinum.
Vit, sum meira og minni
hava havt okkara dagligu
gongd ovarlaga á Tinghús
vegnum, vita, at gamli hús
harrin hevði eina óvanliga
greiða og magnfulla visión
við stovninum, sum hann
var stjóri fyri, og at alt annað
mátti víkja fyri hesi kreddu.
Útvarpið og kringumstøður
tess vóru samrøðuevnið við
døgverðaborðið, í urtagarð
inum og táið vit tóku okk
um meira av løttum. Altíð
og stund. Tíðum kimaði tele
fonin í gongini, tá vóru allar
grindir latnar aftur, og harrin
í húsinum fór einsamallur
í holt við klientin, oftani
var
tað
onkur
rættiliga
rísin politikari, sum ikki var
nøgdur við handfaringina av
eini tingviðgerð, ella tíðinda
flutninginum frá politiska
pallinum,
men
ongantíð
sóðu vit farran av, at tann nú
legendariski
útvarpstjórin
boygnaði.
Tvørturímóti.
Líkamikið hvør ið hevði
fingið ilt í afturpartin av tí,
sum stovnur hansara hevði
borðreitt við, so slapp sub
jektiviteturin ongantíð at
sigra
á
objektivitetinum.
Útvarpið var og skuldi vera
stovnurin hjá fólkinum og
ikki hjá ávísum áhugamálum
í samfelagnum.
Jógvan sat á fyrstu par
kett, og tað fekk illa verið
annað enn, at hann varð sogin
inn í hetta umhvørvið, allur
sum hann var. Nýmálsligt
studentsprógv fekk hann
úr Hoydølum í 1966 og árini
eftir hetta, frá 1967-1970, varð
hann avlærdur sum jour
nalistur frá hinum gitna
Ritzaus
Bureau
í
Keyp
mannahavn. Frá hesi tíðini
minnast tey flestu, at hann
varpaði út frá ferðini, táið
amerikumenn á fyrsta sinni
lendu á Mánanum. Sent
umvegis Útvarpið, har Niels
Juel og hansara menn sótu
og fingu allar træðrirnar
flættaðar saman soleiðis,
at føroyingurin, sum onki
sjónvarp hevði, so “visuelt”
sum gjørligt kundi fáa eina
hylling á, hvat leikaði á har
úti í rúmdini. Sjálvur gloymi
eg ongantíð hesa hendingina
av tí einfaldu orsøk, at vit
báðir Magni sótu sum óvitar í
studio´num á Bryggjubakka
og fylgdu gongdini, táið
amerikumenn
vunnu
sín
fyrsta veruliga sigur í rúmd
ini mótvegis tí rapaða Sovjet
samveldinum.
Heimafturkomin
av
flatlondum gjørdist hann
programmedarbeiðari í Út
varpi Føroya. Hetta var 1.
januar 1970. Hann virkar
framvegis
á
stovninum,
og hevur hesi árini verið
eitt nú tíðindaleiðari, pro
grammleiðari, varastjóri og
onkuntíð
virkandi
stjóri.
Einaferð helt ein nýsettur
og nú farandi stjóri, at brúk
var ikki fyri honum longur,
men hetta spældi ikki væl
av. Tað gjørdist nærum eitt
fólkakrav, at maðurin, sum
trúgvur og áhaldandi hevði
kveikt og ment teimum
mergin og hvest teimum
vitið við tíðindum, repor
tasjum og samrøðum, var
settur í starvið aftur, - og tað
bleiv hann. Tíbetur siga tey
flestu, sum eftir tað hava
lurtað eftir eini perlurøð
á tráði av samrøðum við
frásøgufólk, sum onkurs
vegna hava tað serliga álitið
á
útvarpsmanninum
og
hansara fyrireikingum, at
tað oftani kennist sum list á
høgum støði, táið sagt verð
ur frá. Hartil eru hetta ómiss
andi virðir fyri eftirtíðina,
táið granskarar og onnur
fara at skoða aftur í tíð eftir
málsligum førleika, ment
anarligum tæri og fólksins
hugsan í okkara tíð.
Málsligi agin í Útvarpinum
var strangur. Tað man hava
verið ógvuliga umráðandi,
táið fólk vórðu sett í størv
á stovninum, at málsliga
kálvføðingin var í lagi. Við
tíðini gjørdist Útvarpið ein
málsligur “skúli”, og í dag
hoyrist hann serliga væl
aftur hjá eitt nú Jógvani og
Johnsigurði Johannesen í
Sjónvarpinum. Onki roks,
ongin óneyðugur rómi í setn
ingunum, tað ræður um at
tosa við fólkið í eygnahædd.
Borðreiðingin
av
dagsins
teksti skal vera so einføld
og røtt sum yvirhøvur gjør
ligt. Hetta gongur eisini
aftur
í
øllum
bókunum
Jógvan hevur givið út um
føroyingsins lív og virki.
Finnbogi Ísakson, sáli, segði
mær
einaferð,
at
mesta
málsliga førleikan hevði hann
frá gamla útvarpsstjóranum
og frá at hava sitið undir hjá
skyldfólkunum norðuri á
Nesi – á Trøllanesi. Hvussu
ræði tað lá fyri hjá honum,
eisini sum politikara, at tosa
og greiða eitt mál, við at vera
serliga umhyggin og vandin í
tí málsliga høpinum, er eisini
legendariskt.
Objektivitetur
er
eitt
nógv nýtt orð í tíðini. Í tíð og
ótíð leypa eitt nú politikarar
og viðhaldsfólk teirra á
journalistar og díkja hesar
undir við ókvæmisorðum
um tað øvuta av objektiviteti
– subjektivitetur. Havi ikki
hoyrt Jógvan Arge nevndan
í hesum sambandi, hóast
hann kom inn á tíðindapallin
í eini broytingartíð, tá megin
spakuliga dragnaði hjá polit
isku bløðunum og Útvarpið
í alt størri mun fór undir at
flyta fólkinum tíðindir frá
politiska pallinum og handan
leiktjøldum hansara. Føroyar
vóru eisini í eini broytingartíð
á mongum økjum hesa tíð
ina, táið Jógvan avlærdur
var heimaftur komin. Tað
ráddi um at halda fast um
journalistiska integretetin og
stoltleikan, tá fløktir spurn
ingar skuldu flýggjast fólk
inum, eitt nú í EEC-málinum,
undir útróðrarverkfallinum,
táið fiskimarkið varð flutt út,
táið bilateralar fiskivinnu
samráðingar vóru á skrá etc.
Helst hevur hann hildið seg
seg dygst við metodurnar,
sum
lærumeistararnir
hava lagt honum eina við
á Ritzaus Bureau. Annars
hevði hann neyvan staðið
heilaga journalistiska objek-
tivitetinum kurl, tí í hesum
sama hami fanst eisini eitt
politiskt hjarta.
Tjóðskaparliga
kálv
føðingin kemur úr báðum
leggum, og longu í 1965-66
er hann nevndarlimur í
Unga Tjóðveldinum. Hann
stillaði upp til løgtingsval
á fyrsta sinni fyri Tjóð
veldisflokkin í 1978, fekk
val av atkvøðum, men rakk
kortini ikki tinggáttini ta
ferðina. Árini 1984-87 var
hann nevndarlimur í Pf.
Blaðstarv, sum gav floks
blaðið 14. September út, og
í 2001 varð hann valdur í
Tórshavnar býráð, og har
situr hann enn fyri Tjóðveldi.
Í árunum 2002-04 var hann
eykamaður á Føroya løgtingi
og á valinum í 2004 fingu
teir tríggir Jógvan Arge, Rói
Egholm og Finnur Helmsdal,
sáli, nógmikið av atkvøðum
til at gerast umdømisvaldir
tingmenn. Teir fingu nevnliga
effinett sama atkvøðutal í
Suðurstreymoyar
valdømi
og í lutakastinum vann
Finnur Helmsdal valið og
Jógvan valdi eftir hetta at
brúka politisku orku sína í
Tórshavnar kommunu, og
táið 65 ár ikki er nakar aldur
longur, vænta tey flestu, at
hann tekur eitt tørn afturat í
grótbygninginum á Vaglinum,
sum
skyldmenn
hansara
laðaðu havnarmonnum fyri
so mongum árum síðani.
Eins og í øllum lutum er hann
eisini serliga væl fyrireikaður
og avvigaður tá vit hoyra frá
honum í býráðsregi, og teir
sum eg havi tosað við, bæði
í samgongu og í andstøðu,
lata heilt væl at honum sum
samstarvspartnara.
Jógvan er elsta dreingja
barnið í Gøtu-streinginum,
og tí hevur hann altíð havt
ein serligan status, táið vit,
nøkur ella øll, hava hitst í
ymsum høpum. Ein nestorur,
sum verður spurdur til ráðs,
táið tað stendur á stórvið
inum. Og góður hevur hann
mangan verið í ávikum. Við
hesum fari eg at takka tær
fyri eitt lívlangt vinalag og
ynskja tær mong góð ár aft
urat – eisini í politikkinum
og ikki minst sum tann
fólkakæra røddin í nationalu
útvarpsrásini. Hjartaliga til
lukku við 65 ára degnum.
tj-.
Jógvan Arge 65
• Nýmálsligur studentur úr Hoydølum 1966
• Útbúgvin journalistur á Ritzaus Bureau, Keypmannahavn,
1967-1970
• Programmedarbeiðari í Útvarpi Føroya 1. januar 1970
• Leiðari fyri tíðindadeildini 1979-1989
• Programleiðari síðani 1989
• Formaður í Ítróttasambandi Føroya 1978-1980
• Heiðursviðurkenning ÍSF 1999
• Nevndarlimur í Unga Tjóðveldinum 1965-66
• Valevni tjóðveldisfloksins til løgtingsvalið 1978
• Nevndarlimur í p/f Blaðstarv 1984-87
• Býráðslimur í Havn 2001:
• - byggi- og býarskipanarnevndin
• - mentamálanevndin
• - tekniska nevnd
• - hýruvogsnevndin
• - kaldbaksnevndin
• - bygginevnd fyri skúla og ítróttarhøll í Kollafirði
• - skúlastýrið fyri Eysturskúlan
• - skúlastýrið fyri Kaldbaks Skúla
• Valevni tjóðveldisfloksins til fólkatingsvalið 2001