Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. juni 2012 · Nr. 68 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak S tovnurin er so illa farin, at tað verður hildið at loysa seg betur at gera hann heilt av nýggjum, enn fara und­ir umvælingar, sum eru tor­førar at meta um. Tórshavnar kommuna hevur yvirtikið dagstovnin frá einum sjálvsognarstovni, og nú hann varð gjølla kann­ aður eftir trupulleikar við eitt nú inniluftini, vísir tað seg, at ein høvuðsumvæling verður mett til 22 milliónir krónur, meðan nýbygging verð­ur mett at fara upp um 30 milliónir krónur. Við fíggarligu royndunum av at umvæla ein dagstovn í Hoy­vík, sum eisini hevði havt trupulleikar av lek­ um í mong ár, í huga, halda hvørki umsiting ella mentamálanevnd tað vera ráðiligt at dúva upp á um- væling, tí slíkar kostnað­ar­ metingar eru torførar at gera og kunna vera svikaligar. Fyrimunur við at byggja nýtt er eisini, at kommunan fær ein dagstovn, sum livir upp til dagsins krøv í allar mátar. Tað veri seg við til­ fari, innrætting til tey pæda­ gogisku krøvini og útgerð ann­ars so sum hita­verki og luft­skifti. Stovnurin er stórur og varð bygdur tíðliga í áttati­ árunum. Har hava verið eini 100 børn, men hetta er bara annar av tveimum dag­stovnum í øllum Eystur­ býnum, har nógvar ungar familj­ur hava búsett seg í sein­astuni. Mentamálanevndin mælir eisini til at játta pening til og seta bygginevnd at fara undir at fyrireika nýbyggingina, sum ætlandi skal fremjast í 2013 og 2014. Fleiri børn verða ikki tikin inn á stovnin hesa tíðina, og tey, sum eru har nú, fara at halda til í øðrum hølum eftir summarfrítíðina. Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna: post@sosialurin.fo Birkilund byggjast av nýggjum Veðrið hevur verið gott í seinastuni – øgiliga gott. Hvítusunnan var ógloymandi hesum viðvíkjandi, og hvør barnasál frøddist, nú sólstrálurnar endi­ liga náddu okkara bleiku kroppar. Góða veðrið var kærkomið eftir ein tann tungasta veturin í manna­ minni. Stormur, skriða, ódn, vindskaðar, regn, regn og aftur regn. Sera strævið, men sum altíð, so gekk tað eisini hesuferð. Eftir at góðveðrið hevði vælsignað okkum tann fysta dagin, var alt hetta illveðrið fullkomuliga gloymt. Ja, tað var nærum sum um harðbalni veturin ongantíð hevði verið, sum um vit høvdu havt sól og summar í longri tíð. Hugburðurin til veður og okkara vælsignaða gloymska hava klárar líkheitir við politiska veðrið, ið hevur ligið yvir okkum síðan oktober í fjør, tá løgtingsvalið var. Løgtingsvalið var greið tala og borgar­ligi vongurin fekk dygga álitis­váttan. Vinn­ ararnir av valinum takkaðu fyri og skip­aðu sam­ gongu eftir stuttari tíð, og síðani var farið til verka. Nógv er fingið frá hondini, og grund­leggjandi broytingar eru framdar í okkara sam­felag. Nógv kann kjakast um politiska handverkið, nú fleiri grundleggjandi broytingarnar eru settar í verk, og aðrar eru ávegis. Mest umrøddu málini munnu vera flatskatturin og broytta skattingin av pensjónum. Ein kann vera samdur ella ósamdur í innihaldinum í hesum báðum málum. Tað mest týðandi hesum viðvíkjandi er kortini tann vant­andi breiða politiska semjan í hesum mál­um. Skattur og pensjónir eru so týðandi og grund­leggj­andi mál, ið ávirka allar borgarar landsins, at tað er altumráðandi, at breið politisk semja er um slík mál. Nú hetta ikki var støðan, er vandi fyri, at skatta- og pensjónsskipanin verður broytt aftur og mynstrið kann hereftir gott gerast, at vit í prinsippinum fáa nýggjar skatta- og pen­sjóns­skipanir fjórða hvørt ár. Ikki serliga álitis­ vekjandi mótvegis borgarum landsins. Sum leitt var inn, í hesi stuttu grein, so eru klárar líkheitir millum veðrið og mótmælini móti førda politikki. Hart leikaði á í vetur, men nú summarið er komið, eru mótmælini fullkomuliga tagnað. Ikki so, hetta er sera føroyskt. Vit føroyingar duga ikki at kjakast. Tá eitt mál hevur verið frammi ov leingi í fjølmiðlunum, troyttast vit, yppa øksl og halda bara, at tað nokk mann fara at ganga kortini. Eingin lurtar allíkavæl, og júst hetta við at lurta og taka til eftirtektar finst at kalla ikki í Føroyum. Í nógvum viðurskiftum, eisini viðvíkjandi skatti og eftirlønum, hava hópin av serfrøðingum sagt sína hugsan, men tað hevur verið sum at sletta vatn á gás. Stutt sagt verður serfrøði og serkunnleiki als ikki virdur í Føroyum, og tað er niðurbrótandi fyri eitt samfelag sum okkara. Greiðar líkheitir eru eisini millum veðrið og eitt fleir­tal av okkara tingfólkum. Áðrenn valið leik­aðu nógv av teimum øðiligt í. Grein eftir grein varð skriv­ að, har væl og týðiliga var greitt frá, hvat ætl­an­in var, um júst tey vóru vald á ting. Í dag eru rødd­ir­ nar hjá hesum fólkavaldu fullkomuliga tagnað­ar. Tað eru bert einstøk ting- og lands­stýris­fólk, ið vit hoyra røddina á. Hini eru kúrr – full­komu­liga kúrr. Tey hava onga meining um nakað sum helst longur. Hetta er ikki gott fyri fólkaræðið. Trupul­leikin er eisini, at hesi sleppa at vera kúrr. Hvar eru fjøl­miðl­ arnir? Hví sleppa tey at vera kúrr? Jan Otto S. Holm óheftur fíggjarráðgevi EYGA MÁLIÐ Veðrið og politikkur Jógvan Arge formaður í mentamálanevndini Mentamálanevndin í Tórshavnar býráð hevur einmælt samtykt at mæla býráðnum til at taka dagsstovnin Birkilund við Hoyvíksvegin niður. S einastu árini hava um­ boð fyri Sosialistisk Ung (SU) verið við til pall­borðsfundir kring land­ið, og ein afturvendandi spurn­ ing­ur, frá teimum ungu til pall­borðið, er: Hví játta so nógvan pening til ein gaml­ an bygning á Drelnesi, tá vit hava so nógvar aðrar avbjóð­ ingar, ið eru meira átrok­andi? Millum annað verða nevnd­ ar vánaligar um­støður á miðnámsskúlum, ung og frá­ flyting, ungdómsar­beiðs­loysi, vantandi út­búgv­ingartilboð og bústaðarmøguleikar. Saltsiloin sum karmur um Listaskúla Føroya, hevði eggjað fólki við listarligum gávum at verði verandi í Før­oyum, og harvið minkað um fráflytingina. Tað hevði eggjað fólki aðrastaðni frá at komið til Føroya, ver­ið ar­ beiðsskapandi og út­jaðara­ mennandi. Vit eiga at geva okkara dugnaligu listafólkunum í Føroyum møguleika at menna teirra listarligu evni í Før­oyum. Neyvan finst land, ið er meira hugkveikjandi enn okkara vøkru oyggjar mitt í Atlanshavinum. Til fólka– og løgtingsvalið varð nógv tosað um, at vit skulu fáa fleiri útbúgv­ing­ ar til Føroya, og harvið fáa fleiri ung at lesa og støðast í Føroyum. Sam­gongu­flokk­ arnir bóru fram, hvussu týdn­ingarmikið tað er at rað­ festa útbúgving. Eisini hetta vóru bert einkisigandi orð, samgongan varð skipað, játt­ anarkarmarnir lagdir fram, og eftir vóru bert spar­ingar at hóma – ongar visjónir innan útbúgving, og ongar ætlanir fyri, hvussu vit minka um fráflytingina. Ein serføðingur fyri og annar eftir hava ført fram, at skulu vit minka um fráflyt- ingina av ungum, er neyðugt við fleiri útbúgvingum. Sjálv­andi eiga vit tað, tað sigur seg sjálvt, vit hava ikki ráð til at lata vera! Út­ búgv­ing er lykilin til eitt samfelag í menning og við búskaparligari framgongd. Vit eiga at raðfesta útbúgving og tora at síggja møguleikar heldur enn sparingar og avmarkingar. Millum sosialistiskan føroyskan ungdóm birtist hug­skotið um Saltsiloina sum karm um ein listahá­ skúla Føroya. Eitt úrslit av ungdómi, ið spældi sær við møguleikar heldur enn avmarkingar. Ungdómi, ið sær álvaran í fráflytingini og týdningin av útbúgving. Eitt lýsingarátak við vøkru Suðuroynni, nýumvældu søguríku Saltsiloini og eini spennandi og avbjóðandi tímatalvu, hevði uttan iva selt bæði í Føroyum og úti í heimi. Saltsiloin á Drelnesi Sunneva Mohr forkvinna, Sosialistisk Ung karmur um framtíðar Listaskúla Føroya!