fríggjadagur 15. juni 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 15. juni 2012 · Nr. 68
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Hans Pauli Strøm
Fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður
fyri Javnaðarflokkin
Avbjóðingin yvir øllum
er fráflytingin av
ungum ættarliðum
Burðaravlopið – tað sum skal
skapa fólkavøksturin – er sam
stundis minkað niður í tað lægsta
í 125 ár, og munar nú bara upp
móti góðari helvt av fráflytingini.
Tí er fólkatalið nú farið at minka
á fjórða ári . Tað fer áhaldandi at
minka, um landsins myndugleikar
ikki taka sær um reiggj.
Samfelagið skeiklast á grundini
Sjónskt er hvussu fráflytingin og
lækkandi burðartalið seinastu 8
árini hevur skeiklað framtíðar
grundarlagið undir samfelagnum.
Sum fyrra myndin vísir, hava vit
havt eina stóra fólkaminking av
øllum ungum ættarliðum undir 40
ár, og hinvegin ein fólkavøkstur av
teim eldru, serliga yvir 60 ár. Tað
er minkað stívliga 2.100 av teim
ungu og vaksið tilsvarandi av teim
eldru. Hetta er ongin prognosa.
Hetta ER longu hent - bara tey
síðstu 8 árini. Og tykist at halda
fram.
Næsta myndin er ikki ein
framskriving, men vísir hvat kann
henda, um núverandi gongdin
heldur fram. Her er fortreytin,
at fráflytingin er 20% minni enn
síðstu 8 árini, og burðartalið ikki
heilt so lágt, sum tendensurin
annars er. Undir hesum fyritreyt
um hevði fólkatalið minkað við
meir enn 5.000 fólkum fram til
2048. Og avbronglaða fólkasaman
setingin millum aldursbólkarnar
hevði verið sum á myndini.
Nakrir tankar um atvoldir
Tað er ongin gransking, sum lýsir
orsøkirnar til hesi hættisligu
demografisku útlitini, ella tíans
heldur geva nakað boð upp á,
hvat kann gerast fyri at venda
gongdini. Eg loyvi mær kortini
at seta nakrar tankar fram um
møguligar atvoldir, og hvat
kann gerast, serliga við atliti til
vantandi afturflytingina av tí
unga fólkinum.
• Bara tann veruleikin, at Føroyar
eru eitt mikrostøddar útjaðara
samfelag í einum globaliserað
um heimi, gevur okkum stór
handikapp í kappingini um
ungu ættarliðini – ikki minst
tá tey samstundis hava fría og
ómakaleysa atgongd til norður
lendsku grannarnar, ið eru lond
á hægsta menningarliga stigi.
• Sum pinkuland hava vit eisini
so lítlan arbeiðsmarknað við
avmarkaðum útboði av fjøl
broyttum starvsmøguleikum.
• Av somu orsøk eru eisini møgu
leikarnir fyri fjølbroyttum
hægri útbúgvingum her á landi
sera avmarkaðir.
• Okkara siðbundna vinnulív
hevur ov fáar og smáar vitanar
tungar vinnur við attraktivum
starvsmøguleikum.
• Øll eru vitandi um, at vantandi
bústaðarpolitiskt fjølbroytni er
ein av stóru forðingunum fyri
afturflyting.
• Somuleiðis at húsarhalds kostn
aðarstøðið er ovurhøgt, eini 15%
hægri enn í grannalandinum,
har lønirnar eru eini 20% hægri.
• Í okkara pinkusamfelag er sera
avmarkaður urbanitetur ella
møguleikar fyri tí mentunar- og
frítíðarlívi, ið eyðkennir stór
býarlívið og er blivin ein partur
av lívsstílinum hjá útisetunum.
• At enda skerst ikki burtur, at í
Føroyum ræður ein konserva
tivur og traditionalistiskur
lívsformur, domineraður av
patriarkalskum og átrúnaðar
ligum virðum, og sum kann
vera í beinleiðis mótstríð til
modernaðan lívshátt hjá ungu
ættarliðunum.
Nakrir tankar um
hvat kann gerast:
Um útbúgving, vinnu
og arbeiðsmarknað
• Týdningarmesta átakið er ein
stórtøkin uppraðfesting av hægri
útbúgvingum
við
tilknýttari
fróðskapar- og vinnugransking,
sum einasti háttur at fáa nýggjar
vitanarvinnur at spíra, mennast
og
breiðka
inntøkuskapandi
grundarlagið.
• Fyritreytin fyri at fáa fult
gagn av slíkari raðfesting, er at
byggja nýtt universitet til tess
at savna víðspjaddar bygningar,
barakkir og hissini leigumál í
ein kraftmiklan miðdepil fyri
lærdóm, hægstu fakligu vitan,
innovatión og gransking í Før
oyum
• Av størsta týdningi eru eisini
íløgur í verandi arbeiðsmegina á
virkjum og stovnum:
- Í staðin fyri tilvildarlig skeið,
sum nøkur fá arbeiðspláss
kunnu bjóða, má setast á
stovn ein sentral skipan fyri
eftirútbúgvingar og lívlanga
læring. Tað er als ikki kapp
ingarført at bjóða fólki heim
til eitt starv, har møguleikar
ikki eru fyri framhaldandi
viðlíkahaldi og menning av tí
fakligu førleikanum.
- Arbeiðsmarknaðardepil sum
trípartasamstarv
millum
vinnufeløg, fakfeløg og land
ið, m.a. til at fyriskipa og
fíggja ein menningargrunn
fyri førleikagevandi arbeiðs
marknaðarútbúgvingum, so
arbeiðsfólk kunnu flyta seg úr
ótryggum, ófaklærdum og far
andi vinnum til framkomandi
førleikakrevjandi vinnur.
- Sonevnd “ísbrótaraskipan” at
stuðla og eggja til starvsetan av
fólki við hægri útbúgvingum í
vinnuligum fyritøkum í eina
royndartíð. Hetta er roynd
skipan uttanlands, sum hevur
prógvað, at tað ber til at “bróta
ísin” millum leiðslur í smáum
fyritøkum og fólk við aka
demiskum ella øðrum høgum
útbúgvingum – og at tað hevur
lyft og ment fyritøkurnar
og økt um inntøkuskapandi
virksemið
Um familju- og húsar
haldsumstøður
• Eitt ítøkiligt og sterkt familju-,
javnstøðu- og arbeiðsmark
naðarpolitiskt átak, sum
beinanvegin eigur at kunna
gera mun í burðartalinum,
og eisini til tess at fáa ungar
útisetar til at venda heimaftur,
er at víðka barnsburðarfarloyvi
úr hálvum til eitt heilt ár, so
sum gjørt er í Íslandi, har ein
partur burturav skal vera til
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Fyrrverandi politikarar skriva upp á skift
Tíðargreinar til vikuskiftisblaðið.
Síðstu 8 árini hava vit mist útvið 2.000 fólk í bestu ungdómsárum.
Kanska eru tey blivin eini 2.300, tá hetta árið er farið. Tað eru ungar
kvinnur og menn, sum á hvørjum ári í stórum tali fara av landinum,
serliga í lestrarørindum. Stórur partur flytir ikki heimaftur.
Framhald á næstu síðu