Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. juni 2012 · Nr. 68 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 hjástaddan pápa. • Húsarhaldskostnaðirnir í Før­oyum eru so ovurhonds – og óneyðugt – høgir, at tað slepst ikki undan hjá polit­iska myndugleikanum at reagera. Fólk rýma undan kostnaðarstøðinum, og onnur setast aftur, sum kundu hugsa sær at flutt heim. Tí eru tað undanførslur hjá polit­isku leiðsluni at siga, at hetta orðnar kappingin á sonevnda fría marknaðinum. Tað er jú prógvað, at tað ger marknaðurin ikki – tvørtur­ ímóti – har er ongin kapping men sínámillum semjur um at uppihalda eitt tað hægsta prísstøði í heiminum. • Tiltøk at temja ovurhøgar hús­ar­haldskostnaðir kunnu vera: - At land og kommunur seta ferð á fjølbroytta, alternativa bústaðarbygging. - At landsmyndugleikin syrgir fyri øktari kapping á inn­lendska monopolistiska markn­aðinum, við sterkari brúkara­lóggávu, sterkari kappingar- og príseftirliti. - At kapping á innflutnings­marknaðinum má fáast í lag og økjast, við betri flutningsleiðum, m.a. til bretska marknaðin. Um mentan & list • At eg nevni mentan & list móti endanum er ikki av tilvild, men tí eg haldi eina strategiska uppraðfesting av mentan & list vera ta mest grundleggjandi fyritreytina fyri at fólkið skal trívast og mennast í Føroyum: • Hetta er tann mest avgerandi atdráttarmegin fyri afturflyting og tilflyting, eins og hetta er tann samleikaskapandi snúningsásin fyri okkum øll, ung sum gomul. • Ríkt mentunar- & listaum­hvørvi skapar neyðug fríðstøð fyri hugmenningarligum rásarúmi og gróðrarbotn fyri nýskapandi tankum og hugskotum - eisini vinnuligum. • Ímyndin av uppraðfestari mentan & list er sum skjótast at hevja seg úr landsskommini miklu á Gamla Meiaríi og byggja nýtt tjóðleikhús, eins og verkseta teir mest einføldu skipanir fyri yrkislist, so sum vit kenna úr grannalondum við respekt fyri sær sjálvum. Um integratión og strategisk netverk • Í eini skuffu í Innlendismála­ráðnum liggur eitt fram­ úr­skar­andi álit um inte­gra­tións¬politikk. Setið hetta í verk, at geva fremm­andu tilflytarunum møguleikar at gerast virknir medborgarar á jøvnum føti við okkum onnur, og kanska samstundis eggja til økta tilflyting uttanífrá. • At enda: Vit eiga túsundtals útisetar við fjølbroyttum og høgum førleikum og royndum, sum hóast búsett uttanlands øll høvdu viljað medvirkað í verkætlanum til gagns fyri menningina í heimlandi teirra, um møguleikar vóru til tess. Har liggur eitt veldugt vitanartilfeingi og bíðar. Tí eiga landsmyndugleikar, stovnar og fyritøkur at taka stig til at skipa eitt felags strategiskt netverk við allar hesar útisetar, at bjóða teimum inn í aktiva samvirkan um verkætlanir á alskyns økjum. tíðargrein Framhald av síðu 19 Kann ikki lata verða við at hugsa um Sólkongin, haldi tað var Ludvig fjúrtandi, tá ein sær, hvat ið gongur fyri seg her á landi hetta Harrans ár 2012. Onkur skal hava sagt, gevi fólkinum sjónleik í staðin fyri breyð. Og tað kann sigast, at fólkið her fær ein sjónleik, ið neyvan er sæddur fyrr á klettunum. Somu menn sum nú sita og býta út milliarda virðir av havsins tilfeingi, hava samstundis misrøkt okk­ara fiskiveiðuskipan sein­ astu 10 - 15 árini, soleiðis at tann vitali og heilt avgerandi partur av okkara heimaflota liggur í andaleypi. Umsetiligheitin var lykla­ orðið, so skjótt teir komu fram at í fiskimálaráðnum í 1998. Nú skuldu allar gaml­ ar dangur, sum bara lógu og bíðaðu eftir at vera søkt­ ar á havsins botn rísa upp sum fuglurin føniks. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so vóru tær dangur, sum av órøkt og líkasælu vóru endaðar sínar dagar á hav­sins botni, tær skuldu eisini fáa ein avgerandi leik­ lut í umsetiligheitini, ið var gandaorðið í fiski­vinnu­ politikki Fólkafloksins anno 1998. Tað tyktist eisini verða tann rami gandur, tí frá ein­ um degi til annan burtur úr gomlun og soknum dangun sum ikki høvdu havt so mik­ ið sum eina líkinda setu í áratíggju, so vóru tað fleiri milliónir av húkun, ið nú knapp­liga vóru spolaðir aft­ur av hekkuni av einum sokallaðum fiskiflota, ið snid­ lingar Fólkafloksins høvdu skapt burtur úr ongum, einum flota, sum kom at taka grundarlagið undan tí flota, sum fiskiveiðiskipanin varð bygd á. Fiskiloyvir frá 30 - 40 tonsarum vóru løgd saman, og hokus pokus so kundi tú leggja frá landi við einum veiðitólið, ið hevði eina tíggjufaldaða veiðiorku mótvegis tí veiðitólið, sum fiskiloyvi var keypt frá. Hetta fyribrigdi at um­ gang­ast eins og úthola lóg­ ina er skjaldramerki hjá tí før­oyska Fólkaflokkinum. Her verða allar snildir nýttar, og tað er líkasum at óreiði­ ligheitin hjá flokkinum er smittu­berandi. Ja sjálvt umsitingin har landsins lógir verða settar í verk fær ikki eitt bein til jørðina, tá lógarverk skulu fremjast. Verður ikki gjørt eftir boðum frá oddvitunum í Fólkaflokkinum, ja so fær sama umsiting harraboð, sum bein­leiðis prógvar at tað føroyska rættarsamfelagið er við at fara út av eggini. Upp á »forventet fangst« sita nú somu menn og skalta og valta við makrel­ kvot­uni, soleiðis sum teir sjálvir finna fyri gott. Nei her er ikki neyðugt við nøkr­ um kriterium, tí teir eru jú serkønir á fiski­vinnu­økj­ unum. Makrel­urin hevur sum aðrir fiskar stert, so broytist ferðingarmynstrið hjá hesum stovni, kann úrslitið hjá jólamanninum úti í Fiskimálaráðnum ger­ ast soltið. Tá so stóru klient­ ar­nir hjá sama fiskimála­ráð­ harranum ikki eru nøgdir, men krevja at fáa dupult so stóra jólagávu, hálsar hann brádliga um. Nú finn­ur hann í tólvta tíma út av, at vit hava nóg mikið av mót­ tøkuorku á landi soleiðis, at tað ikki verður neyðugt við móttøkuskipum á makrel­ feltinum. Við ongari upp­boðs­ sølu og ongum móttøkuskipi á feltinum kemur tilvildin at ráða, bæði hvat viðvíkur prísi eins og góðsku. Sum skilst so er tað avgerandi fyri góðskuna, at hálini verða stutt, eins og túralongdin er avmarkað. Tað verður ikki smávegis tal av skipum, sum vegna tað eru noydd at sigla langan tein inn at avreiða við avmarkaðari nøgd. Hvat nú um somu skip koma at liggja í kø í fleiri dagar orsakað av at móttøkuorkan ikki er roknað til hesi skipini, mótvegis nótaskipunum, sum pumpa teirra veiðu í land. Vónandi verður alt til­ feingið fingið til høldar sum matfiskur, tí sum tað er sagt fyrr, so verður tað bensin á bálið hjá Noreg og ES, um partar av makrelveiðuni fer til skittfisk. Livst so spyrst. Makreleufori meðan heimaflotin er niðurpíndur Frank Davidsen kjak Halt út, halt á. Tú mást ei bregða burt úr ætt, men royn av øllum alvi at virka fyri lóg og rætt, í øllum stríði stinnur statt. Tað bera má um enn í longum talvi. Halt út, halt á, hátt høvur ber um verð. Halt út, halt á. So mangur maður undan tær væl royndi síni evni; og tó hann fyri happi var, hann fúsur sínar sjónir bar og vandar vá, tá brotið breyt mót stevni. Halt út, halt á, hátt høvur ber um verð. Halt út, halt á. Stíg stinnur inn í nýggjan dag, loys av tær vanans fjøtur. Av dirvi manna næla fræ, og vindur ber tey fram í dag, ið stríðið sá. Og har tey festa røtur. Halt út, halt á, hátt høvur ber um verð. HALT ÚT, HALT Á Alexandur Kristiansen