fríggjadagur 15. juni 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 15. juni 2012 · Nr. 68
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Føroya størsta byggiloyvi!
S
um formaður í byggi- og
býarskipanarnevndini,
var tað ein søguligur
dagur
fyri
Tórshavnar
kommunu og Føroyar, at
geva loyvið til Føroya størsta
byggiloyvið nakrantíð.
Hetta hendi mánakvøldið,
tá ið vit í byggi og býarskipan
arnevndini góvu byggiloyvi
til skúladepilin í Marknagili,
og málið er nú farið til enda
liga nevndarviðgerð í ymsu
nevndunum hjá býráðnum.
Núverandi Studentaskúlin
hevur verið í Hoydølum síð
ani fyrst í 60-árunum. Nýggi
høvuðsbygningurin
var
tikin í nýtslu í 1965, og hevur
stórtsæð staðið óbroyttur
líka síðani, hann er í sera
vánaligum standi, tí er nú at
fegnast um, at hetta megnar
skúla byggiloyið er um at
vera klárt.
Hetta fer sjálvsagt at
skapa nógv arbeiði og trivnað
við sær. Somuleiðis er hetta
stigið alneyðugt og uppá tíð
ina at byrja verður.
Sambært Landsverk er
fíggjarkarmurin
391
mió.
kr. (uttan innbúgv) skúlin
verður 19.000 fermetrar til
støddar og fer at hýsa 1.300
næmingum.
Sum er hevur Mentamála-
ráðið esini fingið byggiloyvið
frá Tórshavnar kommunu,
at seta fyribilslonir upp
til skúlastovur, sum skulu
takast niður aftur, tá ið nýggi
skúlin á Marknagili verður
vantandi liðugur í 2016.
Levi
Mørk
Formaður í byggi og
býarskiparnarnevndini
hjá Tórshavnar
kommunu
hugleiðingar
Kuldi, KOKS & asparges
T
að kann tykjast eitt sindur
absurd at fara at skriva um
grønmeti, men fyrr ella
seinni kemur lýðkan og gróður, ta
vónina hava vit. Onkur vónaði at
globala upphitingin fór at ganga
skjótari! Men hóast tað er kalt
og norðanættin ikki vil sleppa
okkum enn, so grør um gangandi
fót og í dag sá eg eina eplaveltu
við Dalavegin, har tað var farið at
næla. Sera hugaligt. Og rabarbur og
kryddurtir sum t.d. bótarurt vaksa
væl.
Besta føroyska matstova okkara,
KOKS, og kulinariski fylgibólkurin
hjá henni hevði herfyri fyriskipað
eina forvitnisliga vitjan av kenda
danska grønmetismanninum Søren
Wiuff. Søren er eitt slag av guru og
ein av høvuðsveitarunum av grøn
meti til frægastu matstovurnar
í Danmark, fleiri av teimum við
Michelin status!
Søren hevur sítt virki á Lamme
fjorden og er kanska mest kendur
fyri sína aspargesframleiðslu, men
harumframt hevur hann umleið
150 aðrar grønmetisframleiðslur.
Hetta var hansara fyrst vitjan í
Føroyum ,og var hann sera hugtikin
av Sandoynni og Sandafløtum, sum
hann helt líkjast Lammefjorden,
t.v.s. gamal havbotnur. Hann metti
leysliga, at kanska ein helvt av
hansara framleiðslum kundu verðið
veltar heima á Sandi, men krevst
sjálvandi meiri lívd, »læbælter« og
so regluliga vatning.
Søren helt, at tað kundi verið
áhugavert at sett asparges niður
á Sandi og hava vit sostatt bílagt
500 aspargesplantur, sum verða
settar niður komandi vár. Eisini
hevði Sørin nøkur seteplir av
slagnum »æggeblomme« við sær.
Hetta er gamalt danskt eplaslag.
Eplið er lítið og púra runt, ógvuliga
vælsmakkandi og sera stórur eftir
spurningur er eftir teimum í Dan
mark. Spennandi verður, hvussu
hesi fara at frukta.
Ætlanin er at Søren kemur aftur
í heyst, og fer hann tá at halda ein
fyrilestur fyri áhugaðum.
Tað er hugaligt, at tað er komið
meira gongd á tosið um grønmeti.
ALS hevur leigað vakstrarhúsið í
Sandavági til grønmetisframleiðslu
og tað ljóðar, at Plantustøðin í
Hoydølum eisini fer inn á hetta
økið. Nevnast kann at vit innflyta
fyri yvir 50 mio. kr. av grønmeti
á hvørjum ári! So her er stórur
marknaður at fara eftir. Skulu vit
veruliga menna føroyska gastro
nomiska støði, er neyðugt við
fyrsta floks grønmeti. Um vit øll í
okkara dagligu matgerð royna at
nýta føroyskt grønmeti, eru vit við
til at hækk støðið og ta heilsugóðu,
dagligu máltíðina. Onki smakkar
so væl sum nýggj, føroysk eplir og
røtur, sum tú sjálvur hevur velt
ella sett niður við abbanum. Men
yvirhøvur er alt føroyskt grønmeti
sera væl smakkandi orsakað av
longu vakstrartíðini.
Mær dámar sera væl átakið við
at keypa føroyskt. Latum okkum
stuðla alt, sum er føroyskt og vera
líka góð við okkara framleiðslur
sum íslendingar eru, tó eiga treytir
at verða lagdar á vørur, sum skulu
bera føroyska logoið, forbrúkarin
eigur at vænta og krevja dygd.
Tað verður tosað so nógv um
útoyggjar okkara og hvussu hesar
skulu lívbjarga sær. Eg vildi mett at
nógv meiri fokus skuldi verðið sett
á, hvat hesar kunnu framleiða av
eplum, gularótum, rótum, o.s.fr. Tað
er ongin ivi um, at alt, sum í løtuni
verður velt í Føroyum, kann seljast
fyri góðan prís til framleiðaran.
Nevnast kann, at KOKS og
Áarstova fara at gera sera nógv
burtur úr føroyska heystinum.
Skjótt er komið á hægsta summarið og kortini vóru fjøllini hvít norðan
fyri í morgun og kring landið alt gremja bóndur seg um lítlan gróður, so
seyðurin gongur svangur og ger seg inn á teir urtagarðar, har slepst til
Johan Mortensen
kjak
Danska grønmetismaðurin Søren Wiuff og Leif
Sørensen, kokkur á Koks, hækka støðið