Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. juni 2000síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 tíðindablaðið sosialurin Nr. 114 - 17. juni 2000 26 tíðindablaðið sosialurin Nr. 114 - 17. juni 2000 Lesið eisini ÍtróttaSosialin á alnetinum: www.sosialurin.fo JÁKUP MØRK Fyri fyrstu ferð í ár eru B36 leikararnir ikki á odda í landskappingini, tá teir sunnudagin fara á vøllin suðuri í Vági. Neyðugt við hvíld Við sigrinum á Sumba fóru grannarnir úr HB nevnliga upp á ovastu rók, men við sigri í dag, kann B36 vinna hendan sessin aftur. Uttan iva verður talan um ein strævnan dyst hjá havn- armonnunum sunnudagin, og tí verður saknurin kanska serliga stórur í teimum leik- arum, sum ikki eru tøkir sunnudagin. Talan er nevnliga um Mikkjal Thomassen og Bjarna Prior, sum báðir eru leikarar, sum vanliga ganga á odda, tá ein sigur skal stríðast til høldar. Bjarni er framvegis plágaður av skað- a í lærkrikanum, meðan Mikkjal í longri tíð hevur spælt hóast pínu í hælsin- uni. B36 venjarin, Pelle And- ersson, heldur tó, at tað í longdini man loysa seg best, at lata teir báðar hvíla seg nú, so teir fáa stundir at koma rættuliga fyri seg. – Eg vil heldur, at ein leikari fær hvíld í ein dyst, og vera førur fyri at spæla tíggju, enn at tað øvugta ger seg galdandi, sigur Pelle And- ersson at enda. Vónar nógvar áskoðarar B36 er tó ikki einasta liðið, sum ætlar sær at vinna í Vági sunnudagin. Krzystof Popzynzki sigur við Sosi- alin, at teir á heimaliðnum so sanniliga eisini ætla sær trý stig sunnudagin. - Vinna vit dystin, eru vit við heilt frammi í oddinum, meðan eitt tap viðførir, at vit eru seks stig aftan fyri B36, sigur leikandi ven- jarin. Harumframt vísir hann á, at ein sigur eisini vil hava við sær, at hugurin at venja í summarsteðginum helst verður rættuliga góður, at hetta kann koma teimum til góðar í seinnu kappingar- hálvu, um so er. Trýst á klaksvíkingum Í Vágum verða teir væl nøgdir, um tað fer at eydnast teimum at fáa eitt stig burturúr ferðini til Klaksvíkar Í fyrrahvøldið legði HB seg á odda í landskappingini. KÍ vil fegið kappast við havn- arliðini um meistaraskapin, og eftir góðu gongdina síðstu vikurnar hava teir ikki avskrivað møguleikan. Men um tað skal eydnast at hang auppií, so kunnu teir ikki kiksa í tí, sum á papp- írinum sær út til vera lættir dystir. FS Vágar tók plássiðí hálvfinaluni í steypakapp- ingini frá KÍ. Dysturin í Klaksvík endaði við javn- leiki og FSV vann brots- sparkskappingina. Eitt so- vorðið úrslit kann KÍ ikki brúka í landskappingardyst- inum í morgin. Vágamenn, sum vunnu fyri fyrstu ferð í landskapp- ingini síðsta leygardag, eru eitt sindur skerdir. Har vest- uri dylja teir ikki, at teir høvdu verið hjartans fegnir, um teimum hevði eydnast at fingið eitt stig í Klaksvík. Darius er leikbannaður, tí hann hevur fingið trý gul kort, Emil Hentze fór út ímóti GÍ, tí hann var skadd- ur og hann verður ikki við í morgin. Hannus Olsen er eitt sindur ivasamur. Stór kapping Í Klaksvík er Niclas Niclasen leikbannaður eftir reyða kortið á Sandi. Ta ferðina spældi hann á høgra vongverja. Harley Berthold- sen var ikki tøkur í síðstu viku. Nú er veteranurin klárur sloppin av við vødda- skaðan. Arnold Joensen venur aftur við fullari ferð, og hann er við í kappingini um plássini. Á Sandi vardi Meinhard Joensen málið. Hann spældi seg ikki av, men nú er jugoslaviski mál- verjin tøkur aftur. KÍ hevur spælt tríggjar heimadystir móti FSV. Í 1995 var málleyst, meðan KÍ vann stórsigrar í 1996 og 1997. Tá vóru úrslitini 4-0 og 6-0. JH Nú stendur nógv á Breiddin er ov lítil Toftamenn fara skerdir til sarpisgerði, her teir vanliga hava tað sera trupult JÁKUP MØRK Tað hevur fleiri ferðir í ár verið sagt, at størsti trupulleikin hjá B68 í ár er, at breiddin í hópinum er ov lítil. Nú er so líkt til, at hesi orð koma at standa sína roynd, tí eftir øllum at døma verða toftamenn rættuliga sker- dir sunnudagin. Fleiri ivasamir Jákup Eli Olsen og Fróði Benjaminsen eru báðir álvarsliga skaddir, og teir báðir vera so ikki tøkir, sigur B68 venjarin, Jó- annes Jakobsen. Harumframt er navna- brøðurnir, Jan Petersen og Jan Dam báðir ivasamir. Jan Dam hevur leingi drigist við skaða, og hevur ikki fingið vant við fullari ferð í einar tvær vikur, og Jan Petersen fekk ein snudd undir ven- jing hóskvøldið. Ongar skaðar Gøtumenn hava fyri fyrstu ferð í ár ongar skaðar at dragast við, men kortini er ikki vist, at Johan Nielsen hevur allan leikarahópin tøkan í morgin. Tá vit seinast frættu, vór- u bæði Magni Jarnskor og Hans Pauli Petersen sjúkir, so ikki bar til at siga, um nakar av teimum verður tøkur. GÍ hevur takið Gøtumenn hava vanliga havt sera gott tak á Tofta- monnum, sum bert hava vunnið eina ferð á GÍ seinastu mongu árini. Tað var í 1995. Annars hevur GÍ fyri tað mesta havt yv- irtakið, meðan einstakir dystir eru endaðir við javnleiki. Stevnuhýrurin skal varðveitast Sandoyingar hava vitjan av ungum miðvallara úr Dan- mark, men tað er ikki víst, at hann sleppur á liðið í dag Sandoyingar eru skemt- ingarsamir. Teir halda fyri, at tað verður synd í teimum í Runavík, tá B71 hevur verið við Løkin og oyðilagt stevnuhýrin. Stevnudysturin verður longu í kvøld og í NSÍ svara teir sandoyingum aftur við at siga, at teir skulu vera væl komnir at vera á stevnuni, sjálvt um teir hava tapt! Hjá báðum liðunum er tað sera týdningarmikið at vinna. Trý stig fara at hava við sær, at vinnandi liðið kann kalla seg eitt slag av miðliði. Hjá NSÍ, sum fegið vil halda seg í góða stimi- num, teir kenna seg í eftir stórsigurin í Sumba, eru allir spælararnir tøkir uttan Ken Nónklett. Kanningar í vikuni hava víst at hann hevur spælt við brotnari tá. Staðfestingin av brotinum ger, at ungi maðurin hevur fingið summarfrí frá fót- bóltinum. Fleiri ivasamir Á Sandi hava teir vitjan av einum 20 ára gomlum dana. Hann er ættaður úr Esbjerg og er stutt síðani komin fyri seg eftir at hann hevur verið skaddur leingi. Hann skal royna seg á Sandi fram til summarsteðgin, men í gjár var ivasamt, um hann verð- B36 skal royna at endurvinna oddasessin, meðan vág- bingar fegnir vilja gerast partur av oddastríðnum VB venjarin, sum noyðist at verða leikbannaða Janus Kjærbo fyri uttan sunnu- dagin, vónar annars, at nógvir áskoðarar leita sær vestur á Eiðið sunnudagin. – Tá vit spældu móti GÍ fingu vit stóra hjálp frá á- skoðarunum, og nú talan verður um oddadyst, vóni eg, at stuðulin frá bygdarfólkinum verður eins dyggur, sigur VB venjarin at enda. Ellivu ár eru liðin, síðani seinasta heimasigurin hjá VB móti B36. Síðani tapið í 1989 hevur tað sostatt eyd- nast B36 at fáa stig burtur úr øllum vitjanum sínum á Eiðinum. ur á liðnum ídag. Hin danin á Sandi, Alex Nielsen, er skaddur og verður ikki við móti NSÍ. Rúni í Soylu spældi 2. hálvleik móti KÍ, men hann hevur ikki vant síð- ani, og teir ivast nógv í, um hann verður við í dag. Kári Nielsen hevur ikki vant í vikuni og hann verður neyvan við í kvøld. Í fjør vann NSÍ 4-0 á heimavølli móti B71. Í 1997 og í 1995 vóru bæði NSÍ go B71 í 1. deild. Í 1997 vann NSí 3-0, með- an sandoyingar í 1995 vunnu 2-0. Vágamenn vóru fegnir, seinast teir vóru í Klaksvík, og frøin verður ikki minni, um tað eydnast teimum at vinna sær stig sunnudagin Ivaleyst verða bæði Jan og Jón Pauli týdningarmiklir leikarar í dystinum millum VB og B36 Eysturoyingar plágaðir av sjúku Kappróður: Í fleiri bátastøddum verður roknað við, at kappingin verður ikki minni, enn hon var á norðoyarstevnu Seinnapartin í dag verður annar FM róðurin í hesum árinum. 57 bátsmanningar hava boðað frá luttøku á skálafjarðarstevnuni ella á eystanstevnuni, sum 40 ára gamla stevnan nú alment verður nevnd. Luttakaratal- ið er tað sama, sum tað var á norðoyarstevnu og í flestu róðrunum eru luttakandi bátarnir nett teir somu, sum teir vóru á norðoyarstevnu. Eitt av teimum heilt fáu undantøkunum er, at 10- mannafarið Kjølur úr Kolla- firði fer at rógva á Skála- fjørðinum. Hann var ikki við fyri tveimum vikum síð- ani. Talið á 10-mannaførum verður kortini tað sama, sum tað var í Klaksvík. Klaksvíkingur, sum var klárt aftastur í heimasjógvi, er drigin í neystið, og tað er sera lítið sannlíkt, at hann verður at síggja aftur fyrr- enn á norðoyarstevnu kom- andi ár. Sambært kappingarskip- anini hava 92 bátsmanning- ar boðað frá luttøku í kapp- róðrarárinum ár 2000. Lut- tøkan á norðoyarstevnu og aftur nú á Skálafjørðinum boðar tískil frá, at tað eru 35 róðrarmanningar, sum hava ætlað sær at tikið lut, men sum higartil hava meldað frá til teir báðar fyrstu kappingarnar. Á yvir- litinum í skipanini sæst, hvørjar tær 35 manningarn- ar eru, sum kanska hava ætl- að sær at tikið lut, men sum ikki enn hava hildið seg til. Millum teirra eru fýra 10- mannafør: Suðringur, Tívil (gamli Nólsoyingur), Vest- mannabáturin (gamli Vest- menningur) og Skálabátur- in. Tað kemur fyri, at sjálvt um bátar ikki eru við í øllum róðrunum og tískil ikki hava møguleika at kappast um FM, so megna teir at fyri- reika seg væl til ólavsøkuna. Tað ber framvegis til hjá teimum, sum higartil ikki hava verið við, at vera við á ólavsøkuni, men nú skulu tær manningarnar skjótt vísa seg, sum ikki hava verið við higartil, men kanska ætla sær at vera við á ólavsøku. Reglarnir siga, at fyri at sleppa upp í part á ólavsøku, so skal bátur frammanundan hava verið við í minst trimum FM kappingum. Seingjarliggjandi Tað er sjálvsagt spenningur um allar róðrarnar í dag. Vanliga er áhugin serliga stórur fyri 10-mannaførun- um. Á norðoyarstevnu var kappingin millum 10- mannaførini tættari, enn hon var í nøkrum av hinum róðrunum. Tí er spenning- urin serliga stórur fyri síðsta róðrinum í dag. Ein av spurningunum er, um tað hesa ferð fer at eydn- ast nýggja Havnarbátinum at vinna. Hann var leingi fremstur á norðoyarstevnu, men á teimum síðstu tvey hundrað metrunum át nýggi Vestmenningurin seg fram á fyrsta plássið. Teinurin á Skálafjørðinum er tvey tús- und metrar. Í Klaksvík róðu 10-mannaførini 1500 metr- ar. Tað vil við øðrum orðum siga, at treystleikin hevur stóran týdning. Fyri tveimum árum síðani var talan um uppvísnings- róður í heimasjógvi, tá Eysturoyingur so at siga einsamallur stevndi á mál. Á norðoyarstevnu tapti Eysturoyingur tann fyrsta av trettan róðrum, sum hann hevur verið við í. Tapið var serliga dygt, tí teir endaðu á fjórða plássi. Í sambandi við norðoyar- stevnuna søgdu vit, at teir á Eysturoyinginum hava ver- ið óhepnir í ár. Tveir av manningini vóru skaddir stutt undan bygdarstevnuni á Skála. Annar teirra kom umborð aftur stutt undan fyrsta FM róðrinum, meðan hin framvegis gongur skaddur. Manningin á Eyst- uroyinginum hevur avgjørt ikki avskrivað seg sjálva í FM kappingini, men ir hava ikki havt optimalar umstøð- ur undan róðrinum í heima- sjógvi: – Vit fingu ein nýggjan mann umborð fyrsta venj- ingarkvøldið eftir norðoyar- stevnu. Eykamaðurin, sum var við í Klaksvík, hevði ikki umstøður at brúka so nógva tíð uppá venjingina, sum tað er neyðugt, um vit skulu hugsa um at vera millum teir fremstu. Men nú hevur tað verið neyðugt hjá okkum aftur at fáa ein eykamann umborð, og sami maðurin hevur tíbetur játtað at hjálpa okkum eina ferð afturat. Hetta sigur Ludvík Just- inussen. Hann er bátsfor- maður umborð á Eysturoy- ingi. At tað hevur verið neyðugt at fáa eykamann umborð til stevnuna í Runa- vík, kemst av, at tríggir av føstu monnunum í hesi vik- uni hava verið seingjarliggj- andi við krími og høgum hita. Bátsformaðurin hevur verið ein teirra, men tá vit fregnaðust hóskvøldið, var hann komin so mikið fyri seg aftur, at hann roknaði heilt víst við at vera við í dag. – Eg veit ikki rættuliga, hvat hetta er. Onkrir av dreingjunum umborð á Tjaldrinum hava eisini ver- ið eitt sindur illa fyri, men teir eru komnir fyri seg aftur. Hví gekk so illa hjá tykk- um á norðoyarstevnu? – Sum tit áður hava sagt, so hava vit verið óhepnir í ár. At vit kortini halda okk- um hava ein møguleika í dag, kemst m.a. av, at vit vita, at vit gjørdu eitt stórt mistak í Klaksvík. Eg fari ikki at siga, hvat mistakið var, men vit ætla ikki at end- urtaka mistakið, og um vit sleppa undan tí, so haldi eg, at vit hava møguleika at blanda okkum upp í kapp- ingina, sigur Ludvík Justinussen. Innanhýsis kapping Í kappingini millum 8- mannafør var Argjabáturin fremstur so at siga allan teinin í Klaksvík. Í Runavík siga teir, at tað síðani á norðyarstevnuni hevur ligið væl fyri hjá Toftabátinum. Í Norðlýsinum í síðstu viku segði Martin Venned, sum bæði í fjør og í fyrra- árið var umborð á Eystur- oyingi og sum nú er báts- formaður umborð á Nevin- um Reyða í Klaksví, at hann avgjørt roknar við, at tað er meiri í teimum, enn tað, sum teir vístu í fyrstu kapp- ingini. Nevið Reyða var nummar trý í Klaksvík. Sjálvandi hava argjamenn fyrireikað seg væl til róður í dag. Men ivaleyst verður róðurin spennandi. Kvinnurnar umborð á Jarnbardi vóru so sannfør- andi í Klaksvík, og tað er ilt at síggja, hvagani mót- støðan skal koma. Tað varð roknað við nýggja Gongu- rólvi undan fyrsta FM róðr- inum, men ta ferðina kiks- aðu havnargenturnar. Í kappingini millum 6- mannafør við monnum verður talan um innahýsis kapping í Sundalagnum. Hvessingur vann í Klaks- vík, men hann fekk sera stóra mótstøðu frá Hósvík- ingi, og eisini kollfirðingur vísti, at hann var væl við. Hesir tríggir bátarnir fara at liggja í miðjuni, tá startskot- ið í dag gongur av. Vágagentur vóru nógv tær stinnastu í Klaksvík. Aftur í dag luttaka seytjan gentubátar. Frúgvin úr Mið- vági liggur í miðjuni. Undir aðrar liðini fer hon at hava Beintu úr Miðvági, og undir hinari liðini fer Ørnin úr Sandavági at liggja. Nýggja Tjaldrið vann sera sannførandi dreingjaróðurin í Klaksvík. Sum vit nevndu omanfyri, so hava onkrir av manningini verið eitt sindur sjúkir í hesi vikuni, men teir vera ivaleyst stinnir í dag, tá teir fara at gera eina nýggja roynd at verja heið- urin hjá róðrarfelagnum NSÍ. Størstu kappingina fara teir at fáa frá FM vinn- aranum frá í gjør, Havfrúnni úr Vestmanna, og á Norð- oyarstevnu vísti Kollur úr Kollafirði, at teir ætla sær at verða uppií, har tað gongur fyri seg. Startdómarar í dag eru Kristian Martin Joensen og Martin Berg meðan Trúgvi Johansen er høvuðsdómari. JH vunnin tapt mál- d v - j - t mál mál munur stig 1 HB 9 6 - 2 - 1 20 10 10 20 2 B36 8 6 - 0 - 2 30 12 18 18 3 VB 8 4 - 3 - 1 18 13 5 15 4 B68 8 5 - 0 - 3 18 14 4 15 5 KÍ 8 4 - 2 - 2 21 6 15 14 6 NSÍ 8 2 - 2 - 4 17 16 1 8 7 GÍ 8 2 - 2 - 4 13 17 -4 8 8 B71 8 2 - 1 - 5 8 13 -5 7 9 Sumba 9 2 - 0 - 7 6 39 -33 6 10FS Vágar 8 1 - 2 - 5 8 19 -11 5 Støðan, 1. deild menn Dystirnir um vikuskiftið 1. deild menn, 9. umfar 17.06 NSÍ-B71 Suni Johansen 18.06 KÍ-FS Vágar Kim Ejdesgaard 18.06 GÍ-B68 Birgir Sondum 18.06 VB-B36 Petur Reinert 2. deild menn, 8. umfar 17.06 TB-KÍ Tommy O. Joensen 17.06 LÍF-GÍ‘ Petur Hans Joensen 17.06 B36-HB Eiler Rasmussen 17.06 ÍF-EB/Streymur Petur Reinert 17.06 NSÍ-Royn Regin Egholm 3. deild menn, 9. umfar 18.06 KÍ-FS Vágar Hjalti Gleðisheygg 18.06 ÍF-B68 Sunleif Álaberg 18.06 VB-B36 Zoran Mancic 18.06 AB-TB Jóhann Krogh 18.06 Skála-B71 Ransin N. Djurhuus Kvinnudeildin 17.06 HB-Sumba Georg Rasmussen 17.06 VB-AB Páll Augustinussen 17.06 Skála-GÍ Dia Lamhauge 17.06 KÍ-EB/Streymur Allan Joensen 17.06 NSÍ-B36 Rúni Gaardbo * Hava býtt um heima- og útivøll Nýggi Vestmenningur vann 10-maanfars- róðurin á norðoya- steevnu, men hann fer væntandi at fáa harða kapping á eystanstevnu