leygardagur 17. juni 2000síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 114 - 17. juni 2000
28
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 114 - 17. juni 2000
JÁKUP MØRK
HB-Sumba 5-1 (3-1)
Orsakað av at HB sunnu-
dagin skal royna seg í Inter-
Toto kappingini, varð dyst-
urin móti Sumba fram-
skundaður til hóskvøldið.
Helst vóru HB leikarar og
viðhaldsfólk fegin um, at
dysturin varð framskundað-
ur heldur enn útsettur. Hetta
gav nevnliga HB høvi til at
koma ovast á stigatalvuna,
heldur enn at skulu hava ein
dyst til góðar, og so vera
nakað niðarligari á list-
anum.
Sum væntað
Lat tað verða sagt beinan-
vegin, at hóast talan varð
um ein sera linligan dyst,
so var hetta kanska ikki
meira enn væntandi.
Sumba hevur fleiri ferð í
ár sýnt, at teir so at siga ikki
megna at gera nakrar
skreytir móti sterkastu lið-
unum í deildini, og so slettis
ikki, tá talan er um útidystir.
Harumframt høvdu sum-
bingar eisini tvey leikbann
at dragast við, so tað mundi
vera so sum so við teirra
vónum til dystin.
Hetta kundi kanska givið
orsøk til at halda, at talan
fór at gerast um eina sanna
málveitslu hjá HB, men so
varð kortini ikki. Einamest
tí HB leikararnir tóktust
hugsað meira um komandi
uppgávuna í Toto cup, held-
ur enn tað, sum fyrifórst á
vøllinum.
Trivaligi 5-1 sigurin kun-
di tó væl verið størri, tí ser-
liga í seinna hálvleiki vass-
aðu HB’arnir í málmøgu-
leikum,
men
væntandi
neyvleikin gjørdi, at úrtøk-
an av hesum mundi verða
niðanfyri 10%.
Sumba droymdi í lítla
løtu
Tað var annars Sumba, sum
fekk betri byrjanina, tí ikki
vóru leikti meira enn 6 min-
uttir, so lá bólturin í HB
málinum.
Málið var rættuliga væl
spælt. Jan byrjaði sjálvur
álopið, tá hann skifti úr høg-
ru til vinstru, og eftir at Sasa
hevði spælt bandaspæl
framvið HB verjuleikara,
legði hann bóltin inn aftur
til Jan, sum stutt innanfyri
brotsteigarmarkið langaði
til.
Málið fekk kanska sum-
bingarnar at droyma um
eina endurtøku av javnleik-
inum í fjør, ella kanska
minniliga 3-1 sigrinum í
’91, men so gjørdist kortini
ikki.
Málið fekk HB at rakna
eitt sindur við, og eftir lítlari
løtu var støðan 3-1 til
heimaliðið.
Fyrsta málið skeyt Bárður
Mortansson, tá hann í besta
Beckham stíli sendi fríspark
úr 20 metra fjarstøðu upp
um múrin og niður í nær-
masta málhorn. Eigil Olsen
í Sumbiarmálinum kundi
lítið annað gera, enn bert
hyggja at væl tikna fríspark-
inum.
Andrew av Fløtum skor-
aði til 2-1, tá hann tveitti
seg og skeyt við høgra beini,
eftir at sumbiarverjan ikki
fekk ruddað bóltin burtur,
og lítla løtu seinni hevði
eingin sumbingur givið sær
far um Hans á Lag, tá hesin
kom fram við til horna-
spark. Bólturin varð sendir
innfyri, og nærum uttan at
leypa upp, kundi Hans stúta
bóltin úr fýra metra fjar-
støðu.
Spákaðu runt
Eftir at teir soleiðis høvdu
gjørt ein vørr, og at kalla
tryggja sigurin, setti HB aft-
ur leikferðina niður.
Ikki tí, nakrar málmøgu-
leikar høvdu teir afturat, og
serliga Pætur hevði fleiri
góðar skotroyndir úr vinstra
borði.
Hin vegin hendi ikki tað
stóra. Hóast HB-leikararnir
at kalla spákaðu runt á vøll-
inum, megnaði Sumba ong-
antíð at hótta HB málið aft-
ur. Skipaðum spæli sást so
Tímdu ikki – kundu ikki
Tá HB heldur spardi krútið til sunnudagin, meðan Sumba ikki megnaði at skapa nakað, mátti talan gerast um eina
linliga uppgerð hóskvøldið, men sigurin hevði við sær, at HB nú er á odda í fyrstu deild
at siga einki av frá teirra
síðu, og at byggja álops-
royndirnar á langar bóltar
móti monnum sum Hans og
Símuni, er so ikki rætta upp-
skriftin, tá leikt verður móti
HB.
Brendu nógv
Meginpartin av seinna hálv-
leiki var skilið hitt sama.
HB spældi við hálvari ferð,
men kortini høvdu teir fleiri
møguleikar, uttan at hetta
gav nakað úrslit.
Sumkbingarnir vórðu enn
meira skerdir, tá Marlon
Kjærbo fekk næsta gula kort
sítt, tá hann royndi at vinna
bóltin av Bárði, tá hesin var
komin inn um sumbiarver-
juna. Hevði HB havt nógvar
møguleikar áðrenn hesa
hending, varð heilt heilt gal-
ið, nú verjuskiparin hjá
sumbingum var burturi. Tað
kundi enntá verið enn verri
hjá sumbingum, um dóm-
arin sá, hvør leikari gav
honum eitt skump, tá kortið
skuldi gevast, ella um hann
hevði revsað Spasoje harð-
ari, tá hesin púra ómotiver-
að sparkaði Hans á Lag nið-
ur.
Ferð eftir ferð komu
havnarmenninir í góðar
skotstøður, men tað skuldi
ganga eitt korter, frá tí at
Marlon varð útvístur, til HB
aftur fekk hol á. Hetta
hendi, tá Pætur fekk bóltin
úr vinstru og dróg framvið
sumbiarverjuni,
áðrenn
hann hegnisliga sparkaði
bóltin flatt við handara
stólpan.
Løtu seinni slapp Bárður
Mortansson, sum annars
mundi vera størsti brenni-
vargurin hóskvøldið, endi-
liga aftur framat. Pætur
vann bóltin í vinstra borði,
og sendi inn um verjuna, har
Bárður hevði lætt við at
senda bóltin í málið.
Tankarnir á Tórsvølli
Nógv annað er ikki at skriva
um dystin hóskvøldið.
Munurin á liðunum var
alt ov stórur, til at talan na-
krantíð skuldi gerast um
rætttuligan spenning, og hó-
ast HB sum sagt spældi við
á leið hálvari ferð, so høvdu
teir møguleikar til at vinna
rættuligan stórsigur.
Líkt var tó til, at tankarnir
hjá álopsleikarunum leitaðu
meira móti Tórsvølli, har
HB sunnudagin skal royna
seg móti ungaska Tataba-
nya, og hetta skulu sum-
bingarnir helst vera fegnir
um.
HB-Sumba 5-1 (3-1)
0-1: Jan Poulsen 6.
1-1: Bárður Mortansson 10.
2-1: Andrew av Fløtum 14.
3-1: Hans á Lag 17.
4-1: Pætur Dahl 69.
5-1: Bárður Mortansson 72.
Dómari: Petur Reinert
HB:
Bárður Johannesen – Jóhan-
nis Joensen, Hans á Lag,
Símun Eliasen, Janus Jo-
ensen – Rúni Nolsøe, Rói
Árting, Pætur Dahl – Bárð-
ur Mortansson, Andrew av
Fløtum, Jón Rói Jacobsen
Sumba:
Eigil Olsen – Spasoje Bi-
berdzic, Marlon Kjærbo,
Bergur Winther, Mortan úr
Hørg – Jan Poulsen, Nikola
Biberdzic,
Hans
Jacob
Thomsen, Sasa Tomajek,
Trygvi Nielsen – Rene
Thomsen
Saman við álops-
feløgum sínum vassaði
Bárður í málmøgu-
leikum, men úrtøkan
var koritni so sum so
Mynd: Álvur Haraldsen
Hevði dómarin sæð,
hvør skumpaði hann,
tá Marlon varð rikin
av vølli, kundi talan
helst verið um fleiri
reyð kort
Mynd: Álvur Haraldsen
Vita einki um mótstøðuna
HB formaðurin er spentur upp á dystin sunnudagin, men hann vil kortini
ikki leggja nakað trýst á sínar egnu
JÁKUP MØRK
HB formaðurin, Gunnar
Mohr, er í góðum hýri í
løtuni.
Unga HB liðið hevur
higartil staðið seg sera
væl í landskappingini, har
teir nú eru á odda, og
sunnudagin skulu leika-
rarnir so royna seg í euro-
peiskum høpi, tá ungver-
ska liðið, Tatsabanya,
kemur á vitjan.
Vita einki
Vit kenna einki sum helst
til teir, eru orðini frá for-
manninum, tá vit spyrja
hann, hvussu hann metir um
egnar møguleikar í hesum
dysti.
- Einki er tó at ivast í, at
teir duga at spæla fótbólt.
Tað plaga tey flestu liðini
at gera, heldur HB formað-
urin fyri.
Hann vísur tó eisini á, at
HB vanliga hevur fingið
góð úrslit á heimavølli,
meðan tað hinvegin hevur
gingið heldur striltið, tá
spælt verður úti í Europa.
Einki trýst
Sum nevnt omanfyri, so
hevur HB í ár eitt sera ungt
lið. Spurdur, um hann ikki
heldur, at leikararnir eru
dekan ov óryndir til altjóða
uppgávur, svarar, Gunnar, at
tað heldur hann als ikki.
- Vit leggja einki trýst á
leikarar okkara, men eg rok-
ni við, at teir eru uppgávuna
vaksnir, og eg ivist heldur
ikki í, at vit fáa ein góðan
dyst sunnudagin.
Higartil hevur liðið so væl
og virðiliga livað upp til tær
vónir, sum vit høvdu undan
kappingini. Tá settu vit okk-
um sum mál, at vera millum
3-4 tey ovastu liðini, og sum
støðan er í løtuni, ivist eg
ikki í, at hetta fer at halda,
sigur
formaðurin,
sum
annars fegnast um, at so
nógvir ungir leikarar ver-
uliga hava tikið av møgu-
leikanum, sum teir hava
fingið í ár.
At enda lemaðurin aftur-
at, at vónar, at veðurgud-
arnir nú endiliga fara at
vera í parti við Tórsvølli.
Higartil hevur tað ong-
antíð riggað, og veður-
útlitini eru ikki av teimum
bestu, men vónandi er
hetta broytt sunnudagin k.
15.00 sigur ein spentur
Gunnar Mohr at enda.
Umsóknir eiga at verða skrivaðar á umsóknar-
blað, sum fæst við at venda sær til:
Undirvísingar- og Mentamálastýrið
Postrúm 3279 • 110 Tórshavn
Telefon. 355050 • Telefax 355055
e-postur.: umms@umms.fo
Gjørt verður vart við, at umsóknarblaðið eisini
er at finna á www.umms.fo
Umsóknirnar skulu vera Undirvísingar- og
Mentamálastýrinum í hendi innan fríggjadagin
1. september 2000. Tey, ið ynskja at vita meira
um stuðulin, eru vælkomin at venda sær til Und-
irvísingar- og Mentamálastýrið á telefon 355050.
Undirvísingar- og Mentamálastýrið letur ár-
liga stuðul til ymisk mentanarlig tiltøk og
verkætlanir.
Við hesum verður lýst leyst at søkja um stuðul
av niðanfyrinevndu stuðulsmøguleikum.
Undirvísingar- og
Mentamálastýrið
Mentamáladeildin
Studningur til myndlistafólk
Á fíggjarløgtingslógini 2000 eru kr. 40.000
játtaðar til studning til myndlistafólk, sum sýnt
hava góðar gávur.
Tey, ið ætla sær ella eru farin uttanlands at
útbúgva seg í málara-, myndhøggara- ella aðr-
ari myndlist, eru vælkomin at søkja.
Studningur til
eftirútbúgving av listafólki
Á fíggjarløgtingslógini 2000 eru kr. 60.000
játtaðar til studning til eftirútbúgving av mynd-
listafólki.
Tey, ið ætla sær uttanlands í eftirútbúgvingar-
ørindum, eru vælkomin at søkja.
Stuðul til barna-
og ungdómsarbeiði
Tann upphædd, ið Undirvísingar- og Menta-
málastýrið umvegis sp/f Ítróttarvedding fær
burturav veddingarpeninginum, verður at nýta
til verkætlanir og tiltøk til gagns fyri børn og
ung.
Við hesum verður lýst eftir umsóknum, sum
lúka hesar treytir.
Tey, ið skipa fyri tiltøkum og standa fyri verk-
ætlanum, sum eru børnum ella ungum til gagns,
eru vælkomin at søkja.
Skopunar skúli
Søkt verður eftir lærara 17 1/2 t. um vikuna
til skúlaárið 2000-2001.
Starvið er tíðaravmarkað. Verður lønt sam-
bært avtalu millum lærarafelagið og Fíggj-
armálastýrið. Umsóknir skulu vera skúla-
nevndini í hendi í seinasta lagi 30. juni 2000.
Skopunar skúlanevnd
240 Skopun
Samskipari í
innkrevjingarmálum
Starv sum samskipari av allari innkrevjing av
almennari skuld er leyst at seta skjótast til ber.
Starvið er skipað undir eftirlitsdeildini í Stýrinum.
Verandi deildarstjóri í innkrevjingini er í farloyvi í
løtuni, og kemur tann, ið verður settur í starvið, tí
saman við øðrum persóni í stýrinum at taka sær
av fleiri av uppgávunum sum deildarstjórin van-
liga hevur tikið sær av.
Arbeiðsuppgávur:
Starvið er fjølbroytt. Tú kemur í samband við
nógv fólk runt í landinum. Starvið er bæði fakliga
og persónliga avbjóðandi. Tú fært eisini møgu-
leika at luttaka á skeiðum, sum kunnu menna
teg til tær avbjóðingar, ið starvið ber í sær. Í
løtuni verður arbeitt við at menna eina nýmótans
og einfalda innkrevjingarskipan, og kemur tann,
ið settur verður, at luttaka í hesum arbeiði.
Annars eru høvuðsuppgávurnar í stýrinum, sum
viðkomandi saman við øðrum persóni kemur at
taka sær av, m.a. hesar:
• at samskipa dagliga arbeiðið og eftirlitið við
innkrevjingini við virksemið hjá Toll- og skatt-
stovuni annars við beinleiðis ábyrgd yvir fyri
eftirlitsdeildini í stýrinum.
• at skipa fyri samskiftinum við lógardeildina í
stýrinum.
• at skipa fyri tí neyðuga samstarvinum við eftir-
litið á Økisskrivstovunum.
• at skipa fyri vegleiðing og kunning til Økis-
skrivstovurnar.
• at skipa fyri, at virkisøkir, ið verða løgd til
Økisskrivstovurnar, verða væl og virðiliga um-
sitin.
• at skipa fyri útbúgving av starvsfólki til inn-
krevjing.
• at koma við krøvum, sum kunnu betra um EDV-
skipanina, sum innkrevjingin er við at menna.
• at hjálpa til við útpantingum í økjum, har hetta
er neyðugt.
• at taka sær av øðrum uppgávum, sum eru
álagdar Toll- og skattstovuni.
Førleikakrøv
Ynskiligt er, men tó ongin treyt, at tann, ið settur
verður, hevur kunnleika til edv og nakað av
leiðsluroyndum. Tað er ein fyrimunur, at tú hevur
royndir við innkrevjing av peningakrøvum úr øðr-
um starvi, góð samstarvsevni, evni at samskipa
og seta í verk fyriskipanir.
Setanarviðurskiftir:
Starvið verður sett við pantiheimild. Lønin er í
22. lønarflokki í sáttmálanum millum Fíggjarmála-
stýrið og Starvsmannafelagið ella annað avvarð-
andi yrkisfelag. Talan kann verða um eitt ískoyti
til lønina í mun til støddina á uppgávunum og
førleikan at loysa tær.
Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um aðal-
stýrini, løgmansskrivstovuna og deildir teirra.
Umsóknir:
Umsókn við avritum av prógvum, ummælum, CV
og tilvísingum skulu sendast til
Toll- og Skattstovu Føroya
Stýrið
Postsmoga 2151
Traðargøta 39
FO 165 Argir
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta
lagi 27. juni 2000. Um nakar ynskir fleiri upplýs-
ingar um starvið, kann viðkomandi seta seg í
samband við Toll- og Skattstovu Føroya, Stýrið,
tlf. 352026, lokal 457.
Um stovnin:
Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálastýr-
inum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll- og avgjaldslógirnar,
inntøkuskattalógina v.m. og alla skuldarinnkrevjing hjá land-
inum. Stovnurin hevur 145 starvsfólk og er skipaður soleiðis
at planlegging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum. Í
stýrinum eru fýra deildir: Eftirlitsdeildin, Lógardeildin, Menn-
ingardeildin og Umsitingardeildin. Tær 6 økisskrivstovurnar,
ið eru á Tvøroyri, í Skopun, Sørvági, Tórshavn, Saltangará
og Klaksvík røkja raksturin.
Toll- og Skattstova Føroya,
Stýrið
Skipasmiðjan
á Skála P/F
søkir eftir leiðara til stáldeildina
Starvið:
Sum leiðari av stáldeildini á virkinum fær tú
ábyrgdina av øllum faktekniskum spurningum.
Leiðarin verður partur av leiðsluni við tilvísing til
tekniska leiðaran og stjóran. Leiðarin av stáldeild-
ini skal saman við hinum deildarleiðarunum og
leiðsluni annars, vera við til at menna virkið fakliga
og tekniskt, styrkja verandi virksemi og troyta
møguleikar fyri øktum virksemi. Leiðarin skal í
samstarvi við onnur vera við til at samskipa
arbeiði á skipasmiðjuni til gagns fyri bæði við-
skiftafólk, starvsfólk og virkið sum heild.
Arbeiðsplássið er á Skála.
Høvuðsuppgávur:
•
at skipa og leiða dagliga arbeiði á stáldeildini.
•
at vera við til at leggja ætlanir fyri arbeiði, fylgja
hesum upp og saman við leiðsluni annars
samskipa ymisku arbeiðini frá byrjan til enda.
•
at vera við til at mynda leiðsluna á virkinum
bæði dagliga og við framtíðini í huga.
•
at vera sjakformonnum, starvsfólki, viðskifta-
fólki o.ø. til hjálpar í faktekniskum spurningum.
•
at vera við í tilboðsrokning og gera metingar
av arbeiðum sum heild, bæði fíggjarliga og
hvat viðvíkur tíð.
Førleikar:
Vit rokna við at tú:
•
er skipsverkfrøðingur, skipsbyggjari ella hevur
líknandi útbúgving.
•
hevur royndir innan stál- og skipasmíð.
•
hevur leiðsluroyndir sum formaður ella líknandi
og dugir at skipa og leiða arbeiði.
•
hevur góð samskiftis- og samstarvsevnir.
•
hevur evnir at greina sundur fakligar spurn-
ingar, viðgerða møguleikar saman við øðrum,
taka avgerðir og seta hesar í verk.
Vit bjóða:
Eitt sjálvstøðugt arbeiði í einum spennandi um-
hvørvi við góðum møguleikum fyri fakligari og
persónligari menning.
Løn, trygging og eftirløn eftir nærri avtalu part-
anna millum.
Um hetta hevur tín áhuga ella um tú hevur spurn-
ingar hesum viðvíkjandi, vinarliga set teg í sam-
band við okkum á tlf. 44 11 55.
Starvið skal setast skjótast gjørligt.
Skrivlig umsókn við upplýsingum um royndir og
útbúgving skal sendast til:
Skipasmiðjuna á Skála P/F
att.: Jón Danielsen
FO-480 Skála.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og freist-
in at lata inn er 21. juni 2000.
www.faroeyard.fo
skala@faroeyard.fo
P/f Skipasmiðjan á Skála er dóttirfelag hjá P/f Tórshavnar Skipa-
smiðju. 75 fólk starvast á Skipasmiðjuni, sum í løtuni hevur sáttmála
við Føroya Landsstýri um nýggja Sandoyarferju, ið skal latast um
ársskiftið.