fríggjadagur 15. juni 2012síða 38
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. juni 2012 · Nr. 68
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Bólkur A
Dystirnir verða spældir: Warsaw og Wroclaw, Pólland
euro 2012
Bólkur B
Dystirnir verða spældir: Kharkic og Lviv, Ukraina
Grikkaland – Russland 16/6 20:45
(Póllandi, Warsawa)
Russland tykist hava beina kós móti
fjórðingsfinalunum. Teir vunnu greitt
fyrsta dystin á Kekkia og spældu javnt
móti Póllandi, og liggja nú fremst í
bólkinum við fýra stigum.
Russland hevur fingið nógv rós fyri
skjóta og góða spælið. Málmaðurin, 33-
ára gamli Vyacheslav Malafeev, er ikki í
iva um, at tað er hollendska venjara
num, Dick Advocaat, at takka fyri.
– Dick Advocaat hevur skapt ein
spælistíl, sum vit hava spælt seinastu
tvey árini og ongin hevur trupulleikar av
at tillaga seg til hann, sigur málmað
urin.
Ein av styrkinum hjá russum er, at
teir hava fleiri leikarar sum spæla við
Zenit St. Pætursborg har Dick Advocaat
var venjari frammanundan.
Higartil hevur 21-ára gamli Alan
Dzagoev verið stóra stjørnan. Hann
hevur skotið ikki færri enn trý mál,
meðan útskeldaði Arsenal leikarin,
Andrei Arshavin, hevur lagt upp til trý.
Grikkaland liggur niðast í bólkinum,
men hevur enn ein møguleika at koma
víðari. Vinna teir á Russlandi og hini
úrslitini laga seg, so hava teir ein møgu
leika at koma til fjórðingsfinalurnar.
Fernando Santos, venjari hjá Grikka
landi, hevur enn vónir um at tað fer at
bera til at koma víðari.
– Vit hava verið kroystir fyrr og
komnir víðari. Eg trúgvi fult og heilt
upp á mítt lið, sigur Fernando Santos
við heimasíðuna hjá UEFA.
Kekkia – Pólland 16/6: 19:45
(Póllandi, Wroclaw)
Pólland skal stutt og geitt vinna á
Kekkia fyri at koma víðari. Pólland
skuldi helst havt vunnið á Grikkalandi,
meðan stigið móti Russlandi kom
væl við. Polski miðvallarin, Ludovic
Obraniak, kallar dystin móti kekkum
fyri eina finalu, ið teir kunnu vinna.
– Eg eri fegin um spælið hjá okkum
ímóti Russlandi. Tað var nógv betri enn
spælið í dystinum móti Grikkalandi.
Halda vit fram við góða spælinum, so
kunnu vit vinna á Kekkia, sigur Ludovic
Obraniak.
Kekkia hevur við sigrinum á Grikka
landi givið sær sjálvum eina góða støðu
og við einum sigri koma teir í fjórðings
finaluna.
Danmark – Portugal 2-3 (1-2)
Danmark stríddi seg so manniliga upp
á ein 2-2 javnleik, eftir at hava verið
aftanfyri 2-0. Tíverri fyri danir, so mistu
teir alt bara tríggjar minuttir fyri tíð, tá
Silvestre Varela skoraði avgerandi mál
ið fyri Portugal.
Portugal legði seg á odda mið
skeiðis í fyrra hálvleiki, tá Real
Madrid verjuleiakrin, Pepe, stútaði
eitt hornaspark í mál. Løtu seinni økti
Helder Postiga eftir góða fríspæling frá
Nani.
Hesa løtuna tóktust danir verða
máttleysir og niðurspælir av einum
betri liðið. Men stutt fyri hálvleik birtist
ein vón, tá Michael Krohn-Delhi stútaði
eitt innlegg innfyri aftur til ein púra
leysan Nicklas Bendtner, sum minkaði
um munin.
Tá so sami Nicklas Bendtner javnaði
til 2-2 tíggju minuttir fyri tíð, sá út
til at Danmark fór at tryggja sær eitt
týdningarmikið stig. Aftur nýtti hann
høvdið at skora við eftir framúr innlegg
úr høgru.
Tíverri fyri Morten Olsen og hansara
menn, so megnaði danska verjan ikki at
standa fyri, tá innskifti Silvestre Varela
smekkaði bóltin í málið bara tríggjar
minuttir fyri tíð.
Holland – Týskland 1-2 (0-2)
Gott týkst álopsspæl gjørdi av við
Holland í fyrra hálvleiki. Báðu ferðirnar
var talan um góða avlevering frá
Bastian Schweinsteiger, sum Mario
Gomez hegnisliga umsetti til mál. Týsk
land hevur nú vunnið tveir teir fyrstu
dystirnar, men teir eru framvegis ikki
tryggjaðir víðari luttøku.
Holland broytti eitt sindur upp á
liðið til seinna hálvleik og tað hjálpti.
Robin van Persie minkaði um munin og
hollendska spælið var á einum hægri
stigi, men tað bleiv ikki til fleiri mál.
1 Týskland
2 (3 - 1)
6
2 Danmark
2 (3 - 3)
3
3 Portugal
2 (3 - 3)
3
4 Holland
2 (1 - 3)
0
Støðan:
d
mál
stig
Dysturin í tølum:
Spælbýti: 52% - 48%
Skot á mál 6 - 9
Skot viðsíðuna av 7 - 3
Hornaspørk 6 - 5
Gjørd fríspørk 11 - 7
Gul kort 2 - 1
Reyðkort 0 - 0
Týskland: 4-2-3-1
Neuer - Boateng, Hummels, Badstuber,
Lahm - Khedira, Schweinsteiger
Muller (Bender 90+2.min), Ozil (Kroos
81.min, Podolski - Gomez (Klose 72.min)
Holland: 4-2-3-1
Stekelenburg - Van Der Wiel, Heitinga,
Mathijsen, Willems - Van Bommel
(Van der Vaart 46.min), Nigel De
Jong - Robben(Kuyt 83.min), Sneijder,
Afellay(Huntelaar 46.min) - van Persie.
Dysturin í tølum:
Spælbýti: 60% - 40%
Skot á mál 6 - 12
Skot viðsíðuna av 3 - 5
Hornaspørk 6 - 7
Gjørd fríspørk 18 - 17
Gul kort 2 - 2
Reyðkort 0 - 0
Danmark: 4-2-3-1
Andersen - Jacobsen, Kjaer, Agger, Simon
Poulsen - Kvist, Zimling (Poulsen 56.min)
Rommedahl(Mikkelsen 60.min), Eriksen,
Krohn-Delhi (Schone 90+2.min) -
Bendtner.
Portugal: 4-3-3
Rui Patricio - Joao Pereira, Bruno Alves,
Pepe, Fabio Coentrao - Meireles(Varela
84.min), Veloso, Joao Moutinho -
Nani(Rolando 89.min), Postiga(Nelson
Oliveira 64.min), Ronaldo.
Holland - Týskland 1-2 (0-2)
0-1 Mario Gomez, 24
0-2 Mario Gomez, 38
1-2 Robin van Persie, 73
Danmark - Portugal 2-3 (1-2)
1-0 Pepe, 24
2-0 Helder Postiga, 36
1-2 Nicklas Bendtner, 41
2-2 Nicklas Bendtner, 80
2-3 Silvestre Varela, 87
1 Russland
2 (5 - 2)
4
2 Kekkia
2 (3 - 5)
3
3 Pólland
2 (2 - 2)
2
4 Grikkaland
2 (2 - 3)
1
Støðan:
d
mál
stig
Tekstur: Tróndur Arge, trondur@sosialurin.fo