fríggjadagur 15. juni 2012síða 39
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Fríggjadagur 15. juni 2012 · Nr. 68
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
euro 2012
Bólkur C
Dystirnir verða spældir: Gdans og Poznan, Pólland
Bólkur D
Dystirnir verða spældir: Donetsk og Kiev, Ukraina
Spania – Írland 4-0 (1-0)
Vicente Del Bosque gjørdi eina broyting
frá javnleikinum ímóti Italia. Hann hevði
valt Fernando Torres framum Cesc
Fabregas, meðan Giovanni Trappatoni
hevði valt Simon Cox framum Kevin
Doyle.
Fernando Torres legði Spania á
odda longu aftaná fýra minuttir. David
Silva økti tíðliga í seinna hálvleiki,
áðrenn Fernando Torres og innskifti
Cesc Fabregas økti til endaliga úrslitið
4-0.
Spania var greitt omaná allan dystin
og sigur var fult uppiborðin. Hann kundi
eisini lættliga verið størri var tað ikki
fyri djavrt verjuspæl og Shay Given í
málinum. Írland er tað fyrsta landið í
hesum EM endaspælinum, sum kann
bíleggja heimferðina, tí teir hava ongan
møguleika at koma víðari úr bólkinum.
Italia – Kroatia 1-1 (1-0)
Italia helt fast í síni 3-5-2 spæliskipan,
ið ikki er so vanlig at síggja í dagsins
fótbólti. Stutt fyri hálvleik legði Andrea
Pirlo Italia á odda við eini perlu av ein
um frísparki. Úr vinstru, stutt uttanfyri
brotsteigin, sparkaði hann bóltin upp
um manngarðin og í mál við nærmastu
stong.
Italia var omaná í fyrra hálvleiki,
meðan Kroatia kom betri við í seinna
hálvleiki. Tjúgu minuttir fyri tíð kom
so útjavnandi málið hjá kroatum. Eitt
innlegg úr høgru fann Mario Mandzukic
stutt frá málinum. Kroatin tamdi bóltin
illa, men megnaði at strekkja seg eftir
bóltinum og sparka hann í mál umvegis
nærmastu stong.
Dysturin í tølum:
Spælbýti: 66% - 34%
Skot á mál 20 - 4
Skot við síðuna av 6 - 2
Hornaspørk 8 - 2
Gjørd fríspørk 9 - 16
Gul kort 2 - 3
Reyðkort 0 - 0
Spania: 4-3-3
Casillas - Arbeloa, Pique, Sergio Ramos,
Jordi Alba - Xavi, Busquets, Alonso (Javi
Martinez 65.min)- Silva, Torres (Fabregas
74.min), Iniesta (Santi Cazorla 80.min).
Írland: 4-4-2:
Given - O'Shea, St. Ledger, Dunne,
Ward – Duff (McClean 76.min), Andrews,
Whelan (Green 80.min), McGeady –
Cox(Walters 45.min), Keane.
Dysturin í tølum:
Spælbýti: 52% - 48%
Skot á mál 7 - 8
Skot viðsíðuna av 8 - 2
Hornaspørk 6 - 3
Gjørd fríspørk 15 - 22
Gul kort 2 - 1
Reyðkort 0 - 0
Dómari: Pedro Proenca (Portugal)
Italia: 3-5-2
Buffon - Bonucci, De Rossi, Chiellini
- Maggio, Motta, Pirlo, Marchisio,
Giaccherini - Cassano, Balotelli.
Kroatia: 4-4-2
Pletikosa - Srna, Corluka, Schildenfeld,
Strinic - Rakitic, Vukojevic, Modric, Perisic
- Mandzukic, Jelavic.
Spania - Írland 4-0 (1-0)
1-0 Fernando Torres, 4
2-0 David Silva, 49
3-0 Fernando Torres, 70
4-0 Cesc Fabregas, 82
Italia - Kroatia 1-1 (1-0)
1-0 Andrea Pirlo, 39
1-1 Mario Mandzukic, 72
1 Spania
2 (5 - 1)
4
2 Kroatia
2 (4 - 2)
4
3 Italia
2 (2 - 2)
2
4 Írland
2 (1 - 7)
0
Støðan:
d
mál
stig
Ukraina – Frakland 17:00: 15/6
(Ukraina, Donetsk)
Andrei Shevchenko skoraði bæði málini
í 2-1 sigrinum á Svøríki í fyrsta dyst
inum. Ukraina er nú í eini góðari støðu
og kann væl brúka ein javnleik í dag.
Heimvøllurin tykist hava givið Andrei
Shevchenko og hansara monnum nak
að eyka.
Fraklendingar vóru omaná í dyst
inum ímóti Onglandi, sum endaði við
javnleiki. Bulurin á franska liðnum tyk
ist væl fyri, meðan tað í álopinum helst
er nakað tunt. Karim Benzema er einsa
malla álitið. Hann hevur havt eitt gott
kappingarár í Real Madrid, men skal
hann skora, so er týdningarmikið, at
Samir Nasri, Franck Ribery og Florent
Malouda standa fyri tí skapandi spæl
inum.
Yann M’Vila, sum er settur í samband
við fleiri stórfeløg í Evropa, er nú tøkur
aftur, men tað er ivasamt hvøn hann
skal loysa av. Alou Diarra og Yohan
Cabaye spældu væl á miðvøllinum í
fyrra dystinum og tí hevur Laurent
Blanc ein luksus trupulleika.
Svøríki – Ongland 19:45 15/6
(Ukraina, Kiev)
Bretskir miðlar skriva í dag, at Andy
Carroll verður fremsti maður hjá ong
lendingum í dystinum móti Svøríki.
Ongland fekk eitt kærkomið stig í
fyrsta dystinum móti Fraklandi, men
spælið var einki at reypa av.
Byrjar Andy Carroll inni, so kann
roknast við spælistílurin hjá Onglend
inum verður við nógvum longum bóltum
í mun til dystin móti Svøríki, tá Danny
Welbeck var í álopinum.
Zlatan Ibrahimovic vísti seg frá síni
góðu síðu, tá Svøríki tapti fyri Ukraina.
Hann spældi væl, stríddist og skoraði
málið.
Hann er aftur í lykilin til eitt gott
úrslit hjá Svøríki. Sebastian Larsson
hevur staðið seg væl í Premier League í
ár. Eisini hann kemur at hava ein týðandi
leiklut, um Svøríki framhaldandi skal
hava ein møguleika at koma víðari.
1 Ukraina
1 (2 - 1)
3
2 Frakland
1 (1 - 1)
1
3 Ongland
1 (1 - 1)
1
4 Svøríki
1 (1 - 2)
0
Støðan:
d
mál
stig
Tekstur: Tróndur Arge, trondur@sosialurin.fo