fríggjadagur 15. juni 2012síða 44
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 68 · 15. juni 2012
4
VIKUSKIFTI
Politikkur
Janus á Ryggi
post@sosialurin.fo
Einaferð helt bretska X-Faktor sjón
varpsstjørnan Simon Cowell fyri, at tað
kundi verið eitt hugskot at gjørt eina
politiska X-Faktor kapping í bretskum
sjónvarpi. Sendingin skuldi mannast við
kendum politikarum, ið skuldu kappast
um vælvildina hjá hyggjarunum. Hug
takið »X-Faktor« sipar ein persónsegin
leika, ið ikki rættuliga kann setast orð á;
áskoðaran tekur støðu til um luttakarar
hava nevnda faktor X á egnum
subjektivum grundarlagi. Populisma
og óseriøsitetur hugsa flestu okkara
nokk, men hugskotið er kanska ikki
fjart frá politiska veruleikanum. Klass
iska tulkingin av politikki er, at hann
snýr seg um argumentir og skilvísi, og
at veljarin fyriheldur seg til tey bestu
argumentini og tekur støði í tí, sum er
fyri hansara egna besta. Men kann
ingar vísa, at teir politikarar, ið hava
skilt, at politikkur ikki bert skal tala til
høvdið, men eisini hjartað hava størsta
møguleikan at vinna undirtøku hjá
veljaranum. Kensludimensiónin kemur
ofta til sjóndar í setningum sum t.d.
»hann sigur mær lítið og einki« ella
»eg kenni ikki meg sjálvan aftur í
hasum«.
Kendi professarin í lingivistikki,
George Lakoff frá University of Berkley
í USA, vísir í sínari gransking av polit
iskum retorikki á, at tað er eitt mistak
at halda, at rationel politisk hugsan
er atskild frá kensluliga partinum av
heilanum; tvørturímóti er politikkur
óloysiliga tengdur at tí parti av
heilanum, har kenslulig innliving
situr. Kenslurnar eru beinleiðis partur
av skilvísinum og politisku argumenta
tiónini, tí neyðugt er at hava eina fatan
av, hvørji grundleggjandi ynskir tú
hevur, áðrenn nakað er at taka støðu til
og kjakast um. Ynskir og dreymar eru
tengd at innara kenslulívinum og ikki
grundað á kaldar og kyniskar útrokn
ingar. Rationella tilvitan menniskjans
er bert broddurin av ísfjallinum, undir
hesum býr eitt hav av ótilvitaðum
kenslum, ið seta sín greiða dám á okkara
hugsanarhátt og tilvitaðu støðutakan.
Tí hevur veljarin ongan møguleika at
leggja kenslurnar á hillina, skal hann
gera tað, má hann fyrst sleppa sær av
við sín egna heila.
Samskiftisavbjóðingin
hjá BADH
Mikið rok hevur staðist um sitandi
samgongu, líka síðani samgonguskjal
varð undirskrivað í november 2011.
Mótmælisgongur og lemjandi atfinn
ingar frá nógvum samfelagsbólkum.
Men samgongan tykist einki skilja, sum
var hon blottað fyri innlivingarevnum.
Umboð fyri samgonguna sita í sjón
varpsstovuni og kjakast við andstøðu,
oftast við einum stórum smíli á
andlitinum, ið sjálvandi fær øði í
nógv fólk. Vantandi aftursvarini og
líkasælan fáa kenslurnar upp at kóka.
Politikkurin hjá sitandi samgongu
er væl og virðiliga viðgjørdur, men
handan mótstøðuna liggur ein grund
leggjandi menniskjanlig uppgerð, ið
ikki hevur fingið rúma almenna við
gerð. Hví munnu reaktiónirnar vera
so sterkar? Mítt besta boð er, at fram
ferðin hjá samgonguni elvir til eitt
sonevnt »mismatch«, eitt misljóð, í
hugaheiminum hjá nógvum veljarum.
Tað lekir millum teori og praksis.
Millum fólk livir ein greið fatan av at
politikkur, í hvussu er í ávísan mun, er
til fyri teirra skuld, og at fólkaræðið
merkir, at teirra sjónarmið vera hoyrd
og umboða í førda politikkinum. Men
samgongan hevur megna serstakliga illa
at ført seg fram sum fólksins umboð og
tænarar. Samstundis hevur andstøðan
sæð sær eitt gylt høvið at útnytta støð
una. Andstøðan hevur saman við fak
feløgunum megnað at mála eina mynd
av eini samgongu, ið forkelar tey ríku
við skattalættum við at leggjast á teir
veikastu samfelagsbólkarnar; eitt nú
gomul og lesandi. Mong sita eftir við
einari kenslu av eini samgongu, ið
ikki er til fyri tað breiðu fjøldina, men
nøkur útvald.
Støðan gjørdist ikki betri, tá eitt
landstýrisfólk í eini sjónvarpssending
skuldi verja ferðastuðulin hjá
sær sjálvum við at samanbera
landstýrisfólk við ”toppstjórar” í
Politikkur skal tala til hjarta, ikki bert viti. Nýggj gransking
vísir, at okkara politisku meiningar í stóran mun eru grundaðar
á kenslur. Samstundis telist sitandi BADH samgonga helst
millum teirra, ið ikki rættuliga hava skilt kenslupartin
Mynd: Álvur Haraldsen
Eftirlýsing:
Politiskur
X-Faktor