Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-15, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2012síða 45

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 68 · 15. juni 2012 5 VIKUSKIFTI privata vinnulívinum. Súmbolikkurin var ikki til at misskilja: Samfelagið er sum einhvør nútímans fyritøka, har profitmaksimering, effektivisering og høgar stjóralønir seta dagsskránna. Misljóðið er fullkomið, tí samfelagið er ikki sum einhvør onnur fyritøka í hugaheiminum hjá teimum flestu. Samskiftið hjá samgonguni skurraraði frá byrjanini. Politikkurin skuldi vera eitt felagsprojekt, har fólk kendu sínar innastu sannføringar aftur. Ikki eitt elituprojekt. Torføra búskaparstøðan og nógvu lyftini um arbeiðsskapandi tiltøk og búskaparvøkstur undan valinum gjørdu eisini sítt til, at misljóðið gjørdist enn størri, tí úrslitið av valinum gjørdist ikki búskaparvøkstur hjá teimum sum høvdu minst, men tað øvugta. Eftir sita nógvir veljarar við einari kenslu av einari politiskari skipan, ið livir sítt egna lív, og sum er lítið viðkomandi fyri gerandis­dagin. ABDH samgonguni tørvar tí ein nýggjan inkluderandi politikk, skal hon gera sær nakrar vónir um at fáa samband við veljaran. Eitt felags­eyð­kenni fyri allar leiðarar, ið hava stóra undirtøku millum fólk er egin­leikin at hava fingurin á sosiala puls­inum, við einari greiðari fatan av teimum dreymum og ynskjum fólk hava. Væl eydnað politiskt samskifti, er sam­skifti, har veljarin kennir seg sjálvan og sínar djúpastu sannføringar aftur. Hetta er ultimativa treytin fyri, hvørt vit meta at ein politisk verkætlan er væl eydnað ella ikki. Politiski heilin Ímeðan høgravongurin í Føroyum ikki hevur megnað serliga væl at tala til kenslurnar hjá fólki, er støðan ein onn­ur í USA. Her hevur høgravongurin tikið ein stóran part av politiska sam­skift­ inum til egnað inntøku, tí hon hevur megnað at tala til kenslurnar hjá nógv­ um veljarum. George Lakoff vísir á, at nógv hugtøk í almenna rúminum bein­ leiðis stuðla høgrasinnaðu dagsskránni. Eitt nú hug­takið »skattalætti«, sum vinstra­vong­urin eisini brúkar uttan at hugsa stórvegis um signalvirði í orð­ inum. At knýta orðini »skattur« og »lætti« saman, rekir frammundir, at skatt­urin er ein byrða, ið onkunsvegna skal lættast um. Tað liggur í sjálvum orð­inum. Við øðrum orðum er skatturin ikki longur grundarlagið undir einum felags­ágóða, ið kemur øllum til góða, men ein tung persónlig byrða. Við hes­um vísir George Lakoff á, at tað er ein illusión at halda, at politiskt kjak á nakran hátt er neutralt ella uttan trupuleikar avspeglar veruleikan. Hug­ tøkini í samskiftinum vekja neyðtur­ viliga ávísar kensluligar assosiatiónir í huga­heiminum hjá veljaranum. Boð­ skapur hansara er tí, at vinstra­vong­ urin, ið søguliga hevur gjørt nógv við at grundgeva rationelt við sam­felags­ grein­ingum, hagtølum og øðrum, átti at lagt nógv størri dent at tala til djúpastu kenslur­nar hjá fólki. Stóra fyrimyndin hjá George Lakoff í hesum sambandi er amerikanski for­ setin Barack Obama. Sambært honum megnaði Barack Obama at seta sína politisku dagsskrá í samband við nakað fólk intuitivt dáma og skilja við brak­ andi success. Kjarnuboðskapurin hjá honum var nevnliga, at fólkaræðiliga skip­anin skal byggja á hugtakið »empati«. Og hann hevur støðugt brúkt hug­takið í sínum samskifti við veljaran. Boðskapurin hevur verið, at sam­felagið í dag hevur stóran tørv á fólki, ið megna at seta seg í støðuna hjá øðrum enn sær sjálvum. Politikkur skuldi grundast á grundleggjandi virð­ ing fyri sínum medmenniskjum. Hetta skuldi avspeglast við, at politiska skipanin gjørdist ein viðspælari, ið skapti møguleikar fyri sínar borgarar. Við hesum hevur hann megnað at tala til eina felagskenslu, sum evolutións­ sálarfrøðingar leingi hava víst á, er grundleggjandi menniskjanlig; nevnliga hugurin og viljin til at samstarva sínar artsfelagar. Henda kensla er aldargomul og grundleggjandi partur av sosiala medviti menniskjans. Sambært evo­ lutións­ástøðini eru evnini til at liva í sosialum felagskapi og samstarva ein stórur partur av frágreiðingini uppá yvir­living menniskjans. Og ein stór frá­greið­ing uppá, at menniskja hevur relativt stóran heila í mun til onnur djórasløg. Evolutiónssálarfrøðingar, ið fáast við at granska politikk, gera nógv burturúr at vísa á, at heili menniskjans mentist undir heilt øðrum umstøðum enn tær vit kenna í modernaða samfelagnum. Úti á fløtunum í Afrika mentist grundarlagið fyri politiska »X faktorurinum«. Teir leiðarar, ið megnaðu at sýna serligt virði fyri bólkin ella serlig kynstur, fingu serstakan status, ella karisma. Men grundleggjandi var, at hesir gjørdu seg verdar til at leiða, og altíð kundu avsetast um teir ikki sýndust hava virð­ ið fyri felagskapin. Úrskurðurin frá hesi gransking er við øðrum orðum, at tann politiska leiðsla, ið megnar at geva velj­ ar­anum eina sterka kenslu av, at hann er partur av einum felagsprojekti ið hevur persónligt virði fyri hann, eisini er leiðslan ið vinnur hjørtuni á veljaranum. Mynd: Álvur Haraldsen Fram­ferðin hjá samgonguni elvir til eitt sonevnt »mismatch«, eitt misljóð, í hugaheiminum hjá nógvum veljarum. Tað lekir millum teori og praksis. »Evolutiónssálarfrøðingar, ið fáast við at granska politikk, gera nógv burturúr at vísa á, at heili menniskjans mentist undir heilt øðrum umstøðum, enn tær vit kenna í modernaða samfelagnum. Úti á fløtunum í Afrika mentist grundarlagið fyri politiska »X faktorurinum«. Teir leiðarar, ið megnaðu at sýna serligt virði fyri bólkin, ella serlig kynstur fingu serstakan status, ella karisma. Men grundleggjandi var, at hesir gjørdu seg verdar til at leiða, og altíð kundu avsetast, um teir ikki sýndust hava virðið fyri felagskapin.«