fríggjadagur 15. juni 2012síða 46
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 68 · 15. juni 2012
6
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ barbaru
barbara@sosialurin.fo
Festivalarnir nærkast, og vit mugu nú gera okkum nakrir
tankar um hvørji ting eru neyðug at ogna sær áðrenn
summarið av álvara byrjar. Her eru nøkur boð uppá ein
festival móta, og nøkur góð ráð at hava við á vegnum
Mást til
ársins festivalar
Kvinnuligir
gummistilvar
Tað er altíð eitt gott hugskot at
hava gummistilvar við á festival.
Og sum flestum kunnugt er tað
væl møguligt at ogna sær vakrar
gummistilvar, sum rigga væl til
kvinnur. Eitt nú merkið Hunter selir
vakrar gummistilvar til kvinnur.
Vilt tú tó sleppa undan at rinda
ov nógv fyri stivlarnar, so kanst
tú eitt nú fara á heimasíðuna
nelly.com. Her eru fleiri vakrir
gummistilvar, sum kosta áleið
2-300 krónur. Um tú velur at keypa
tær bíligar gummistilvar, so er tað
skilagott at taka nakrir plastposar
við á festival, og lata teg í posan
uttaná hosurnar – um so er, at
gummistilvarnir fara at leka.
Mynd :gummistilvar
Sterkar litir
Mær dámar ótrúliga væl at síggja sterkar litir á einum festivali. Tað er onkursvegna ein frískur
máti at lata seg í til útiveður og konsertir í regni. Í summar er tummilfingurreglan, at vit kunnu
blanda tveir sterkar litir saman við einum basis liti. Eitt nú ljósareytt, appilsingult og svart
riggar ótrúliga væl saman. Turrikløð í sterkum litum rigga altíð væl, so tað er bara at lata hug
flogið ráða, og finna tveir litir, sum tær dámar væl, og seta hesir saman við einum basis liti.
Vilt og
rokaligt hár
Tað kann vera trupult at
hava leyst, slætt hár til ein
festival, tí stórur vandi er
fyri regnið, og tær flestu
vita allarhelst, at regn skjótt
kann oyðileggja slætt hár. Tí
er tað eitt gott hugskot at
flætta hárið, ella krúlla tað
við einum slættijarnið áðrenn
farið verður á festival. Um
hárið er krúlla ger regnið
ikki stóran skaða. Ert tú tó
troytt av krúllum og flættum,
so kanst tú leita tær tað
gamla kreppijarnið fram, tí
kreppur eru komnar fram
aftur í mótamyndina. Hartil
er vilt og rokaligt hár nógv at
síggja í ár, og tí kanst tú eisini
bara gera hárið rokaligt og
stórt, og síðani seta tað við
hárspray, áðrenn farið verður
avstað. Haraftrat kanst tú
hava hárspray við í taskuni,
og soleiðis fríska hárið upp
hvønn dag. Umframt hetta er
Motion Lotion – kremið hjá
Kevin Murphy – sera gott til
at fríska hárið upp, soleiðis at
krúllurnar halda nakrir dagar.
Myrkar negl
Eitt gott ráð er at hava myrkt neglalakk við á festival, tí vit vita jú, at tað skal ikki
nógv til, fyrr enn tjaldingarplássini á G! ella á Summar Festivalinum hava sett síni
spor á neglirnar. Grønt er nógv at síggja í summar, so grønt neglalakk er eitt upplagt
val. Vel ein myrkan grønan lit, sum kann fjala tað, sum ikki tolir dagsins ljós.
Tann eyðkenda
troyggjan
Troyggjurnar eru allarhelst tað
týdningarmesta, tá ið tosað verður
um festivalar. Vit síggja hvørt
ár eina ørgrynnu av vøkrum,
bundum troyggjum, sum seta
sín dám á festivalmótan. Allar
troyggjur eru vælkomnar til
festivalarnar. Tað vil siga, at alt
frá heimabundnum troyggjum
til G&G troyggjur er lov.