Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-15, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2012síða 47

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 68 · 15. juni 2012 7 VIKUSKIFTI Hvussu hevur føroyskur amatørsjónleikur tað í løtuni? Áhugin er vaksandi kring landið, tað verður áhugavert at síggja hvat hendir næstu árini. Hvussu kunnu umstøðurnar betrast? Leiklistaskúlin er okkara »lokomotiv«, árinið frá skúlanum skapar gróður. Dagligi leiðarin í MáF fer at seta seg í samband við áhugaleikarar runt um í landinum og fáa gongd á, har tað er møguligt. Samstarv millum feløg er ein gongd leið. Hvussu kanst tú sum formaður í NEATA ávirka til tað betra? Tað gevur mær møguleika fyri at síggja hvat rørir seg úti í heimi. Framburður hendir einans, um vit fáa íblástur uttanifrá. Tað gevur eisini okkara leikaraum møguleika at koma út um landoddarnar at hitta onnur við sama áhuga. Alheimsgerin er eisini á hesum øki. Hvussu eru Føroyar fyri í mun til onnur lond í NEATA? Vit eru fult á hædd við hini londini. Fyri 15 árum síðani frøddust vit um leikir úr baltisku londunum. Íslendskir leikir hava í mong ár bergtikið okkum. Seinastu 5 árini hava føroyskir leikir sett djúp spor úti í heimi. Føroyskur ungdómur er ótrúliga dugnaligur. Hvussu heldur tú teg í form? Renni og gangi eitt sindur, fari eisini á venjingar­ miðstøð av og á. Eg eri tó alt ov dovin. Hvat ger tú í frítíðini? Mesta tíðin fer til sjónleik, men tónleikur hevur stóran áhuga. Eg undirvísi børnum eftir førimuni, spæli eitt sindur sjálvur og so eri eg við í Kallakórinum her í Nólsoy. Føroyskur dansur í vetrarhálvuni. Eg kom fyri nøkrum árum síðan uppí Kiwanis Tórshavn, tað er ein spennandi felagskapur. Ferðast tú nógv í egnum landi? Alt ov lítið, men míni frítíðarítriv geva mær møguleika at vitja ymsastaðni. Hvar gongur leiðin, tá tú ferðast uttanlands? Eg kenni meg best í norðurlondum, Ísland er í løtuni fyrsta val. Annars hava vit summarhús í Danmark. Fylgir tú væl við EM í fótbólti? Tað hevur ikki tann stóran áhugan. Hvat hyggur tú annars at í sjónvarpinum? Tíðindi, Náttúrusendingar í NRK, onkuntíð krimi, men teir skulu vera norðurlendskir ella enskir. Ein góður hondbóltsdystur er heldur ikki so galin. Er tú nakrantíð á seiðabergi ella á floti? Tíverri alt ov sjáldan, men tá bróður er heima úr Danmark sleppi eg onkuntíð í fjørðin at pilka tosk. Hvat er tín lívrættur? Ovndampaður føroyskur alilaksur er tað besta eg fái. Hvør bók liggur á náttborðinum? Eg havi einki náttborð, men eg havi eina bók undir koddanum, tað er Kunsten at fortælle Tað var ein, sum grundaði og funderaði øgiliga hart um, hvussu tað mundi vera at búgva í gamla Sovjettsamveldinum ella aðra staðni har eystan fyri jarntjaldið. Jarntjaldið, sum vardi okkum vestanfyri móti tjóvum og pensjónistatýnarum. Hvussu tað var altíð at vera eygleiddur og ikki kunna frata uttan at eisini tað varð skrásett alt fyri eitt í svørtubók. Tað mundi vera strævið at liva soleiðis. Einki at kunna gera, uttan at yvirvaldið veit av tí, ella fær tað at vita. Ræðuligt, óhugnaligt, eyð­ mýkjandi, segði hann. Ert tú giftur? spurdi eg. Jú, tað var hann. Íðan, so veitst tú, hvussu tað var. Eftirlitið við okkum í Føroyum er annars ikki minni enn tað var har eystan fyri jarntjaldið. Sum tó ikki var úr jarni, men úr jarn­ betongi. Og heldur ikki var eitt tjald, men ein múrur, ein garður, ein stórigarður mitt í býnum júst sum hjá okkum í Havn. Hjá okkum vita tó øll alt um øll. Øll hava eftirlit. Nú vit skriva um garðar, sum vórðu sorlaðir og sum skulu brót­ast niður, tí teir eru so ljótir, eiga vit at hugsa okkum væl um, áðrenn vit leggja á teir. Vit kenna ikki av­leiðingarnar, tá teir ikki eru har longur, múrarnir. Tað kann meira enn so koma aftur um brekku, og ger tað, sigur søgan. Garðurin hjá kongsríkinum í Havn verður seldur sum tinga­ nest í smáum flísum til frælsis­ hungr­andi kúgað fólk í allari verðini. Veitsla verður í eina viku á Áar­vegnum, og nógv detta í ánna, og onnur leypa í hana fyri at køla seg niður. Og tað, sum var innan fyri garðin, kemur eftir okkum. Kinesarar bróta ikki sín múr niður. Tað hevði fyri tað fyrsta verið eitt ov stórt arbeiði. Og hvat skuldu tey gjørt við alt grótið? Málað Mao á tað og selt sum tinganest kanska. Men tey fáa pengar fyri múrin kortini. Tey brúka hann í ferða­ vinnuni. Tað kundu vit eisini gjørt við múrin hjá landshøvdinganum. So høvdu vit tveir múrar at reypa av, tá útlendingar, eftir at hava spurt um veðrið sjálvandi, spyrja, hvat er at síggja í Føroyum. Jú, vit hava tveir múrar. Annar er liðugur, hin ikki. Báðir eru í høvuðsstaðnum. Báðir eru ljótir, báðir eru gamlir. Ímynda hvør sína kúgan, ta andaligu og ta verðsligu. Annar kostar einki í við­líka­ haldi, hin kostar nógv. Miðbýurin í Havn skal gravast upp aftur frá teimum deyðu. Hann verður sum forsíðan á Vagt­tårnet. Sólin skínur, børn spæla í ánni, og ljónið og lambið liggja í skeið í havanum hjá amt­ manninum, sum er rýmdur niðan í Hoyvík. Og úlvurin kemur ikki kortini. Hann tímdi ikki at bíða. Kanska verður eisini okkurt opið fyrrapart sunnudag. Okkurt annað enn kirkjurnar. Men so stór verður kollveltingin tó neyvan. Friður skal valda í kirkjutíð. So kirkjufólkið ikki vaknar. Vit liva longur og longur. Áttu tí at hava betri stundir. Men sam­ stundis skal alt ganga so skjótt, so skjótt. Einki má vara meira ein tveir minuttir, so orka vit ikki at vera við longur. Vit fáa ikki longur hugsavnað okkum um tað, vit hoyra ella síggja, er tað ikki undirhald. Alt verður stytt, eisini málið. Tað er vorðið eitt sms-mál. Sms er ein stytting fyri okkurt, vit ikki kunnu liva leingi fyri uttan. Og tíðin gongur so skjótt. Tú fert upp mánamorgun og tørnar inn fríggjakvøld, og tað var so tann dagurin. Eingin kvinnan hevur verið uppi á mánanum, segði ein av­ gjørdur. Hví ikki tað? Jú, sært tú, kvinnurnar fara niður, ikki upp. Niður? Ja, niður til Danmarkar. Amerikanarar hava verið á mánanum. Men har var eingin at skjóta, so teir fóru heim aftur við fyrsta farti. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Hilmar Joensen lagt til rættis: Leo Poulsen Vit eru fult á hædd við hini londini í amatørsjónleiki Tað heldur Hilmar Joensen, sum bæði er formaður í MáF og NEATA, sum er norðureuropeiski felagsskapurin fyri amatørsjónleik. Honum dámar best at halda seg í Norðanlondum, og ovndampaður laksur er lívsrætturin Jarnbetongið drigið frá