fríggjadagur 15. juni 2012síða 48
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 68 · 15. juni 2012
8
VIKUSKIFTI
Ættleiðing
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
At gerast foreldur er nakað av tí størsta,
tú sum menniskja kanst uppliva, men
at fáa heitið mamma ella babba er ikki
eins ómakaleyst hjá øllum. Í nógv ár
ynsktu tey bæði Laila og Óla Jákup at
gerast foreldur, men tað skuldi ganga
long tíð, áðrenn tey fingu eitt barn. Eftir
at hava verið til 10 viðgerðir í Danmark
fyri barnloysi, tóku tey avgerð um at
ættleiða eitt barn úr Kina. At gerast for
eldur á henda hátt er øðrvísi á mangar
mátar.
– Tað er ein kollvelting fyri øll for
eldur at fáa eitt barn. Sum foreldur
at einum ættleiddum barni eru eisini
avbjóðingar, júst eins og hjá øðrum
barnafamiljum, men okkara avbjóð
ingar eru ofta nakrar aðrar, siga Laila
og Óla Jákup, sum eru foreldur at 7 ára
gomlu Theresu Fei Rólantsson.
Máttu taka skjóta avgerð
Tá Laila og Óla Jákup høvdu tikið av
gerð um at ættleiða eitt barn uttan úr
heimi, høvdu tey tikið fyrsta stigið á
eini ferð, ið skuldi gerast rættiliga long
og møtumikil.
– Tá vit skuldu undirskriva pappír-
ini, skuldu vit skriva, nær vit vóru gift.
Tað vóru vit ikki, so tískil máttu vit
giftast skjótast gjørligt, greiðir Óla Jákup
frá. Hetta var í 2004, og tey blivu gift 1.
mai sama ár. Sum ættleiðingarforeldur
skuldu tey velja, úr hvørjum landi tey
ynsktu at ættleiða.
– Vit valdu Bulgaria, av tí at tad
var lætt og skjótt at koma hagar, sigur
Laila. Tey stóðu leingi á bíðilistanum
at fáa eitt barn úr Bulgaria. Líka til á
vári í 2006, tá tey ruku av tí listanum,
av tí at Bulgaria søkti um at koma upp
í ES. Landið vildi vísa, at tey vóru før
fyri at taka sær av sínum egnu, og
tískil bar brádliga ikki til at ættleiða
úr Bulgaria. Tá Laila og Óla Jákup
søktu um at sleppa at ættleiða, søgdu
tey eisini ja til at ættleiða eitt barn,
sum bar okkurt brek. Tí fingu tey í 2006
boð um, at tey kundu fáa ein drong úr
Póllandi, sum var hoyribrekaður. Men
eisini hesaferð brast dreymurin um at
gerast foreldur.
– Trupulleikin var tann, at hóast
vit vóru góðkend til at ættleiða, so
ynsktu myndugleikarnir, at drongurin
varð ættleiddur av foreldrum, ið sjálvi
høvdu hoyribrek. Tískil fingu vit ikki
drongin úr Póllandi. Sjálvandi var tað
enn eitt vónbrot, sigur Óla Jákup og
leggur afturat:
– So máttu vit hugsa, hvaðan vit nú
vildu ættleiða. Har hugsaðu vit bara,
hvaðan vit kundu fáa eitt barn sum
At ættleiða eitt barn uttan úr heimi og skapa eina tilveru í Føroyum
er ikki altíð líka lætt. Fyri fimm árum síðani fingu Laila og Óla
Jákup Rólantsson eina gentu úr Kina. – Í okkara føri hevur tað
ikki bara verið ljósareyðtt at gerast foreldur, men fyri okkum er
Theresa tað besta, sum kundi henda, siga Laila og Óla Jákup
Theresa
er eitt
bønarsvar
mynd: privat