Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-15, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2012síða 49

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 68 · 15. juni 2012 9 VIKUSKIFTI skjót­ast, greiðir Óla Jákup frá. Eis­ini hesaferð vildu tey vera á einum sokall­ aðum Special Need lista, sum er listin við børnum, ið bera okkurt brek, eisini kallað Green Line-formidling. Ein fríggjadag ringir Danadopt til Lailu, og sagt verður, at ein kinesisk genta stendur teimum í boði. Bræv var sent úr Birkerød við vanligum posti. Hes­um høvdu tey ikki tíð at bíða eftir, tí svar skuldi gevast longu mána­morg­un, og tí játtaði Danadopt at senda teldu­ post við upplýsingum og myndum. – Myndirnar av kinesisku gentuni, sum var hálvtannað ára gomul tá, vóru svart/hvítar við sera vánaligari dygd. Men tá vit sóu myndirnar, vóru vit als ikki í iva, og vit søgdu ja alt fyri eitt, sig­ur Laila. Brekið, sum lítla gentan bar, var ein pigmentfeilur á lendunum og lær­inum, sum minnir um eitt stórt blátt merki. Hetta uppfata kinesarar sum eitt brek, hóast tað bliknar og hvørvur, tá hon verður eldri. Strævnir dagar í Kina Fyrst í marts mánaði fór Laila saman við systir síni til Kina eftir dóttrini hjá sær og Óla Jákupi. Teir fyrstu dagarnir, eftir at Laila hevði fingið Theresu, blivu tó ikki heilt sum væntað. – Eg haldi, eg kann siga, at vit fingu onga góða byrjan. Tá eg fekk hana í fangið, græt hon, rópti og spenti seg út, soleiðis at eg illa nokk fekk borið hana, greiðir Laila frá, sum eftir at hava fingið Theresu fór á hotellið, har Theresa skuldi vera í nakrar dagar saman við mammu og mostir, áðrenn tær tríggjar skuldu fara heim til Føroya. Hesar dag­ ar­nar var Theresa órólig og græt nógv, og tað fekk Lailu at undrast. – Vit fingu at vita frá Danadopt, at hon var funnin á trappunum uttan fyri ein banka. Læknarnir, ið kannaðu hana, mettu hana at vera umleið fimm vikur, tá hon bleiv funnin. Tá eg fekk Theresu græt hon og rópti eitt nú mama og baba á kinesiskum. Eg skilti ikki, hví hon rópti eftir foreldrunum, tí hon átti jú ongi, sigur Laila. Hon fekk so at vita frá myndugleikunum, at Theresa hevði verið í pleygu hjá eini familju, og ikki bert hevði búð á barnaheiminum. – Tá dugdi eg betri at skilja, hví hetta neyðars barnið græt og hevði tað so ringt, minnist Laila. Seinni hava Laila og Óla Jákup fingið at vitað, at barna­heimið í Kina hevði sent boðini um pleygufamiljuna hjá Theresu til Lailu og Óla Jákup, men onkursvegna komu tey boðini ongantíð fram. Sjálv veit Theresa, at hon er fødd í Kina, og at Laila og Óla Jákup ikki eru hennara bio­logisku foreldur. – Vit hava valt at vera opin um søg­ una hjá Theresu, og hon veit, at hon er fødd í Kina, og at hon búði har til hon var tvey ára gomul. Vit hava tó ikki fortalt henni onkrar av keðiligu detalj­ unum, sum eru partur av hennara søgu, sigur Óla Jákup. Laila og systirin vóru í tilsamans 11 dagar í Kina saman við Theresu, áðrenn tær kundu fara heim til Føroya. Fyri Óla Jákup, sum bíðaði eftir teimum í Føroyum, var tað ein undarlig kensla at vita, at nú høvdu tey endiliga fingið eitt barn. – Eg sat heima, og hóast Laila ringdi til mín og sendi myndir, so hevði eg eitt sindur ilt við at trúgva, at vit áttu fittu gentuna á myndunum, sigur Óla Jákup, sum fyrstu ferð slapp at síggja Theresu veruliga 14. marts í 2007. Fagnaður á flogvøllinum Tá Laila kom til Føroya við dóttrini, vóru bæði familja og vinfólk komin á flog­vøllin at taka ímóti. – Øll vóru glað og vildu fegin heilsa upp á dóttur okkara, sigur Laila, sum minnist, tá Óla Jákup helt í dóttrini fyrstu ferð á flogvøllinum í Vágum. Eitt minn­ið, sum eisini stendur sera klárt í hug­anum hjá Óla Jákupi. – Hon góðtók meg alt fyri eitt sum verandi pápi hennara, sigur Óla Jákup. Fyri hansara viðkomandi var tað ikki fyrr enn henda dagin, at hann veru­ liga merkti eina foreldrakenslu. – Alt hevði verið so óvist, og tí trúði eg ikki veru­liga, at eg var blivin pápi, fyrr enn eg helt henni, sigur Óla Jákup. Sama dagin sum Theresa var komin til Før­ oya, bjóðaðu tey teimum nærmastu heim til ein drekkamunn, men annars gjørdu tey ikki stórvegis burturúr, at tey nú vóru blivin foreldur. Áðrenn Laila fór til Kina eftir Theresu, høvdu hon og Óla Jákup inn­ rættað eitt barnakamar við leikum, eini song, bókum og øðrum, og Theresa treivst skjótt í sínum nýggja umhvørvi. – Vit hildu, at hon ivaleyst fór at kenna seg tryggast við at sova inni hjá okkum, men tað vildi hon ikki. Hon vildi sova í síni egnu song inni í barnakamarinum, greiðir Laila frá. Tá tey fingu Theresu. var hárið heilt stutt klipt, so hon líktist einum drongi. Orsøkin segðist vera, at í Kina var tað fínari at hava dreingir í pleygu enn gentur, tí vórðu genturnar bæði kliptar og ílætnar sum dreingir. – Vit lótu hárið vaksað, so hon fekk langt hár, og so fekk hon sjálvandi eisini meira gentulig klæðir, fortelur Laila, meðan hon vísir myndir av Theresu, har hon situr í ljósareyðum klæðum, og hár­ið er í rottuhalum. Át frikadellir við pinnum Foreldrini hava, líka síðani tey fingu Theresu, tikið eina rúgvu av myndum av dóttrini. Serliga eru nógvar »fyrstu ferð«-myndir, har Theresa eitt nú etur mynd: álvur haraldsen – Sum foreldur at einum ættleiddum barni eru eisini avbjóðingar, júst eins og hjá øðrum barna­ familjum, men okkara avbjóðingar eru ofta nakrar aðrar, siga Laila og Óla Jákup Rólantsson