Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-15, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2012síða 50

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 68 · 15. juni 2012 10 VIKUSKIFTI banan, er í bað, hittir systkinabørn og so framvegis. Laila og Óla Jákup minn­ast væl fyrstu máltíðina saman við Theresu heima í Føroyum. – Fyrstu ferð vit sótu við døgurða­ borðið, ótu vit fiskafrikadellur. Theresa át við pinnum, tí tað var hon von við úr Kina, fortelur Laila, sum hevði nógvar pinnar heim við úr Kina, sum Theresa brúkti fyrstu tíðina. At dóttirin hevði búð á barnaheimi í Kina ímillum nógv onnur børn kom týðiliga til sjóndar teir fyrstu mánaðirnar, eftir at hon var komin til Føroya. Eitt nú tóktist Theresa vera bangin fyri, at hon ikki fekk nóg mikið av mati, tá lítla familjan var savn­að um døgurðaborðið. – Hon át nógv og øgiliga skjótt. Um ein av okkum reistist frá borðinum lítla løtu, og hon sá mat liggja á tallerkinum, skundaði hon sær at býta um tallerkar, soleiðis at hon hevði mest á sínum tallerki, minnist Óla Jákup. – Tað gekk nakað av tíð, áðrenn hon vandi seg við, at vit vildu mussa og klemma hana. Tað hevur sikkurt nakað at gera við, at kinesarar sum heild eru eitt fólkaslag, sum ikki er serliga kjerlig við hvønn annan, ella í hvussu so er klemmast tey ikki líka nógv, sum vit í í Føroyum. Theresa hevur allarhelst ikki verið so von við at vera verða klemmað, sigur Laila og leggur afturat, at í dag er Theresa hinvegin ein sera kjerlig genta, sum tímir væl at fáa og geva klemm. Sálarligt trýst Hóast Theresa stórtrívist í dag, hevur stóran vinarskara og klárar seg væl í skúlanum, dylja tey bæði Laila og Óla Jákup ikki fyri, at tilgongdin, frá tí tey ynsktu sær eitt barn og til í dag, til tíðir hevur verið sera møtimikil og mangan hevur sett tey undir eitt stórt sálarligt trýst. – Tá vit bíðaðu eftir at fáa eitt ætt­ leitt barn, gjørdust vit fleiri ferðir vón­brotin, av tí at ymsar forðingar vóru á vegnum. Tað gjørdi eisini, at eg næstan ikki tordi at trúgva upp á, at eg skuldi verða pápi, fyrr enn eg stóð við Theresu í ørmunum. Tískil var eisini torført at fyrireika seg sálarliga til at fáa eitt barn, greiðir Óla Jákup frá. Eisini Laila kennir til kensluna av at vera trýst sálarliga, tí nakrar mánaðir eftir at Theresa var komin til Føroya, gjørdist Laila tunglynt. – Júst eins og Óla Jákup helt eg tað vera torført at fyrireika seg, men tað var serliga tíðin í Kina saman við Theresu, sum hevði stóra ávirkan á meg, sigur Laila og vísir á, at júst tann løtan, har hon fekk Theresu í føvningin fyrstu ferð, als ikki bleiv soleiðis, sum hon hevði væntað. – Eg hevði hoyrt fólk fortelja, um hvussu hugnalig og stuttlig tann løt­an var, tá tey fingu barnið, og tískil vænt­ aði eg, at soleiðis fór eisini at verða, tá eg fekk mítt barn. Eitt deiligt smíl­ andi barn við longum lekrum hári, sum beinanvegin tók ímóti mær sum heims­ins bestu mammu var kanska dreym­urin. Men tað var bara als ikki so ljósa­reytt, sum eg roknaði við, greiðir Laila frá. Við góðum stuðli bleiv Laila skjótt frísk aftur og hevur tað framvegis gott. Laila og Óla Jákup halda ikki, at tey verða uppfatað av øðrum fólkum sum øðrvísi, av tí at tey hava ættleitt eitt barn, men onkuntíð seta fólk teimum spurn­ingar, sum tey halda eru heldur undar­ligir at seta. – Samanumtikið eru fólk fitt, men tað eru altíð nøkur, sum seta skítbýttar spurn­ingar. Onkur hevur spurt, um Theresa dugir kinesiskt, um hon bara etur rís, bara dugir at eta við pinnum og um hon er fongd við onkrari sjúku, sigur Óla Jákup. Elska lívið sum foreldur Foreldrini hjá Theresu halda ikki, at Theresa í gerandisdegnum merkir stór­ vegis til, at hon er ættleidd. – Børn eru børn, og sjálvandi seta tey henni onkuntíð spurningar, tí hon hevur eina aðra útsjónd enn flestu av hinum børnunum. Spyrja tey um skeivu eyguni ella svarta hárið, svarar hon bara »jamen tað er tí, at eg eri úr Kina«, sigur Óla Jákup. Sjálvsálitið er gott. Fyri foreldrini bæði hevur størsta avbjóðingin verið vissan um, at Theresa hevur tað gott og klárar seg. – Theresa hevur upplivað ting, sum onnur børn ikki hava, sum til dømis at missa og verða tikin frá tí kenda. Meira enn eina ferð. Tí eru vit eisini ógvuliga tilvitað um, hvussu hon hevur tað, og leggja stóran dent á, at hon ongantíð skal kenna seg svikna. Ein møgulig reak­tión upp á tað, hon hevur upplivað sum heilt lítil, lúrir altíð, sigur Laila. Eftir at tey fingu dóttrina, er ger­ andis­dagurin broyttur fullkomiliga, men lívið sum foreldur dámar teim­um framúr væl. – Lívið er fullkomiliga broytt, nú vit hava eitt barn, tí alt skal lagast til tørv­in hjá barninum. Eitt nú kunnu vit ikki arbeiða líka nógv, sum vit gjørdu áðrenn, og vit eru stórt sæð ongantíð úti í býnum saman, siga Laila og Óla Jákup næstan við ein munn og smílast. At sjey ára gamla Theresa hevur ríkað til­ver­una hjá teimum báðum, er eingin ivi um. – Hvørt kvøld takki eg Gudi fyri, at hann lat meg blíva mamma. Theresa er einki minni enn eitt bønarsvar, sigur Laila. myndir: privatar – Samanumtikið eru fólk fitt, men tað eru altíð nøkur, sum seta skítbýttar spurningar. Onkur hevur spurt, um Theresa dugir kinesiskt, um hon bara etur rís, og bara dugir at eta við pinnum, sigur Óla Jákup Rólantsson mynd: álvur haraldsen