fríggjadagur 15. juni 2012síða 54
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 68 · 15. juni 2012
14
VIKUSKIFTI
Ray Bradbury
Hanus Kamban
post@sosialurin.fo
Waukegan
Vit sum vuksu upp eftir seinna heims
bardaga eru, kundi ein kanska sagt,
omnibus-børn. Vit vóru kálvfødd við
einum glæsiligum raði av bókum, sum
komu út á donskum í 60-árunum og
róptust omnibus-bøkur. Ein teirra hevði
heitið Spøkilsissøgur úr øllum heim
inum. Í hesi antologi kundi ein finna
ógloymandi tekstir eftir m.a. Dickens,
H.C. Andersen og Guy de Maupassant,
her stóð tann ræðuliga »Rotturnar í
múrunum« eftir H.P. Lovecraft og tann
ikki minni óhugnaliga »Eiturkoppurin«
eftir týskaran Hanns Heinz Ewers.
Millum teir stytru tekstirnar í hes
um savni var søgan »Vatnið« (The
Lake) eftir ein høvund, sum æt Ray
Bradbury. Hjá teimum flestu í mínum
ættarliði mundi hetta vera fyrstu ferð,
ein heilsaði upp á hetta amerikanska
skaldið. Søgan er, minnist meg rætt, um
ein drong, hvørs spælisystir er deyð,
sum leingist eftir henni og reikar uppi
við vatnið, har hon druknaði. Søgan
er ikki óhugnalig, heldur sorgblíð, ein
poetiskur tekstur um sakleysan vin
skap.
Ray Douglas Bradbury varð føddur
tann 22. august 1920 í býnum Waukegan
í Illinois í USA. Familjan búði í stytri
tíðarskeið í Tucson í Arizona, men flutti
so aftur til Waukegan. Í 1934 fluttu tey
og búsettust med alla í Los Angeles í
Calefornia. Ray Bradbury búði alt lívið
í Los Angeles, men roknaði Waukegan
sum sín heimbý.
Poe, Tarzan og Quasimodo
Longu blaðungur fór Bradbury at skriva
og hevur tilsamans latið úr hondum
meira enn 500 verk, stuttsøgur, skald
søgur, sjónleikir, filmshandrit og essay
søvn. Millum teirra eru Dark Carneval
(1947), The Martian Chronicles (1950),
The Illustrated Man (1951), The Golden
Apples of the Sun (1953) og Dandelion
Wine (1957). Av seinni verkum kann ein
nevna eitt nú Death Is a Lonely Business
(1985), The Toynbee Convector (1988) og
Zen in the Art of Writing: Essays on
Creativity (1991). Hansara kendasta
verk er tó skaldsøgan Fahrenheit 451,
sum kom í 1953.
Ray Bradbury vaks upp í einum óvan
liga kveikjandi umhvørvi, við atgongd
til teknirøðir, vísindaskaldskap, sirkus,
gandakallar, film, sjónleik. Meðan hann
enn var heilt lítil, lósu fólk søgur eftir
Poe fyri honum, og sjálvur fór hann
níggju ára gamal at lesa Poe. Tíðliga
gjørdust høvundar sum H.G. Wells og
Jules Verne hansara hetjur. Tann stóri
meistarin mundi tó vera Edgar Rice
Burroughs, maðurin sum skapti Tarzan
og skrivaði ein hóp av skaldsøgum um
tilburðir á gongustjørnuni Mars.
Ikki minni týdning fyri tann við
kvæma drongin høvdu teir mongu
frálíku teknarar, sum vístu fruktirnar
av sínum kynstri í teknirøðum og á
bókapermum, eitt nú Burne Hogarth
(Tarzan), Hal Foster (Valiant prinsur),
umframt t.d. Frank R. Paul og Alexander
Korda.
Men hvat hava Tarzan og Valiant
prinsur við skaldskap at gera? Sannleikin
er tann, at júst hetta – at vaksa upp í
einum umhvørvi við roka av marglist,
av tekst-myndligari blóman – var tað
gróðrarlendi, hesin drongur hevði brúk
fyri. Sjálvur sigur hann, at hann longu
sum lítið barn gav metaforuni innivist
í sínum huga. Hann nevnir sum dømi,
at hann, trý ára gamal, sá Lon Chaney
leika Quasimodo í filminum Klokkarin
frá Notre Dame, frá 1923 og tvey ár
seinni sama leikara í The Phantom of
the Opera. Ár eftir at myndirnar vóru
gloymdar, stungu tær seg upp aftur
úr dulvitinum og prangaðu í hansara
tekstum, sum týdningsberandi ikon.
Tann almáttugi líggin
Dømi um eina slíka metaforu er Vind
urin, ið sipar til náttúruna sum eina
megi, menniskjan ikki megnar at fáa
tamarhald á. Í søguni »The Scythe«
(Líggin) koyrir ein fátækur maður
við konu og tveimum børnum um eitt
kreppurakt Amerika leitandi eftir ar
beiði og mati. Hann finnur ein mann
tóman bóndagarð, og tey búsetast har.
Men tá ið hann fer út at sláa, fær líggin
so við og við vald á honum, so at hann
fyri hvønn sveip fellir menniskju í
túsundatali.
Her hevur høvundurin skapt eina
metaforu fyri tí nýggja vápninum,
kjarnorkubumbuni, sum leyp angist
á hansara ættarlið. Myndir av slíkum
slag – einfaldar og sterkar, men kanska
ikki subtilar – kunnu vera arketýpiskar
ella koma úr bókum ella filmi. Ein
mynd av tí seinna slagnum er Tann
Mekaniski Hundurin í Fahrenheit
451, ið sjálvsagt er hundurin hjá The
Baskervilles, ómetaliga nógv vaksin í
vavi og umdoyptur.
USA var í tíðini millum heimskrígg
ini og nakað aftaná tíðarritanna land.
Og tær fyrstu søgurnar eftir Bradbury
sóu dagsins ljós í nøkrum av hes
Ray Bradbury var metaforunnar maður.
Hansara verk er ein hásongur til orðið
TANN
ÓNYTTUGA
PERLAN
Í 1974 kom bókin Kaleidoskop eftir Ray Bradbury,
við fimm av hansara søgum. Kápumyndin
var eftir William Heinesen, tekningarnar eftir
Valdemar Dalsgaard. Forlag var Hitt føroyska
Studentafelagið í Keypmannahavn.
Tekning eftir Joseph Mugnaini til søguna
»Vindurin«. Søgan stóð, í týðing til føroyskt,
í tíðarritinum Fjølnir, nov. 1967.