Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-15, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2012síða 55

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 68 · 15. juni 2012 15 VIKUSKIFTI um tíðarritum, eitt nú Planet Stories, Thrilling Wonder Stories ella Weird Tales. Sjálvur gjørdist hann ikki tjúgu ára gamal blaðstjóri á Futuria Fantasia, ein­um sonevndum fanzine, t.e. einum áhuga-tíðarriti. Hann gjørdist í 1937 limur í The Los Angeles Science Fantasy Society. Og tað eydnaðist honum at ferðast tvørtur um alt USA og vera við á heimsins fyrstu vísindaskaldskaparligu ráð­stevnu, NYCon, sum varð hildin í New York. Hann kom hagar á tjóðar­ deg­num, tann 4. juli 1939. Landnám á Mars Skaldarøddin hjá Bradbury líktist frá byrjan burturúr. Hann hevði nýggj hug­skot, hansara stílur var floygdur, hansara metaforur forkunnugar. Hann fylgdi ikki rákinum og fekk tí nakað av mót­burði, upplivdi enntá, at summar av hans­ara søgum blivu vrakaðar. Í hesum sambandi kann verða nevnt, at tá ið undirritaði seint í 60-árunum fór undir at almannakunngera Bradbury- týðingar, vóru summi á vinstra­vong­ inum, sum ikki góðtóku slíka skriving. Bókmentir skuldu vera sosial­realistiskar ella speiskar, og dagsins nøvn vóru í Dan­mark høvundar sum Scherfig, Kirk ella Rifbjerg. Høvdu fólk tá fatað metaforuna, høvdu tey skilt, at ein høv­undur sum Bradbury ikki var veru­ leika­flótti, men samfelagskritikari, og at hans­ara atfinning eisini fataði um USA og kapitalismuna. Eitt gott dømi um slíkan kritiskan v í s i n d a ­ skaldskap er bókin Krýnikur av Mars (1950), ið er ein skald­ søga ella eitt savn av stutt­ søgum, ið hava ein tráð og eitt tema, sum bind­ ur tær saman. A m e r i k u ­m e n n nema land á Mars og finna har eina sið­ menn­ing, ið er bæði vís­ari, eldri og meira ment­að enn teirra egna, eitt slag av pytha­ go­reiskum sam­runa, har átrúni og vísindir hava ára­lag og hvørt fær annað at bera frukt. Men landnáms­menninir hava onki annað í síni skjáttu enn ómentan, smá­ sinni, hugmóð og dráp, og tað eydnast teimum eftir stuttari tíð at týna eina mentan, ið kundi ver­ið teirra bjarging. Hava vit hoyrt hetta fyrr? Fahrenheit 451 Øðrvísi snoðin er skaldsøgan Fahrenheit 451, sum kom trý ár seinni. Heitið á bók­ini sipar, sum helst mongum kunn­ugt, til tað hitastig, sum pappír brennur við. Høvuðspersónurin í bókini er eld­sløkkjarin Guy Montag. Kanska er tað meira hóskandi her at brúka tað gamla starvsnavnið brandmaður, tí arbeiðið hjá Montag og feløgum hansara er ikki at sløkkja eld, men at brenna bøkur og ofta eisini tey fólk, sum eiga og lesa hes­ar bøkur. Montag ger sítt arbeiði, lýðin móti sínum teknokratiska samfelag og sørur fyri medvit og hugsan. Men ein dagin møtir hann Clarisse McClellan, eini 17 ára gamlari gentu, sum lærir hann at varnast onnur menniskju, hyggja at mánanum og sansa luktin frá bløðum. Eitt fræ av medviti er sátt, og – eins og menniskjuni í Platons hellisbílæti – er Montag nú á veg upp í ljósið. Ein dagin fremur hann ta ræðuligu samfelagsligu svikagerð at stjala eina bók. Seinni kemur hann at kenna Faber, ein gamlan professara, sum eins og Sokrates fer at upplýsa hann. Men hann verður avdúkaður av sínum stjóra, Captain Beatty, flýggjar og vill­ ist inn í ein skóg, har nakrir gamlir, lærdir menn hava skapt eitt slag av stak­mentan, eina loyniliga nýggja sið­ menn­ing. Teirra endamál er at varð­ veita tað teir kunnu av heimsins bók­ mentum, og teirra hyggjuráð eru at goyma tær í minninum. Teir eita eftir teimum høvundum, teir minnast verk­ ini hjá, ein er Swift, ein annar Marcus Aurelius, og har eru eisini bæði Buddha, Lincoln og Markus, Matteus, Lukas og Jóhannes. Hesa skaldsøgu gjørdi Francois Truffaut til film í 1966, við Julie Christie og Oskar Werner sum høvuðs­ leikarum. Koestler Fahrenheit 451 er ein dystopi, t.e. ein døpur framtíðarskaldsøga, sum er ein ávarandi tekstur. Ofta verður skrivað, at fyri­myndirnar, sum peika fram ímóti hesi skaldsøgu, eru Brave New World (1932) eftir Aldous Huxley og 1984 (1949) eftir George Orwell. Men nógv størri týdning sum íblástur hevði ein onnur bók, Darkness at Noon eftir Arthur Koestler, kanska tann mætasta politiska skaldsøgan, sum nakrantíð er skriv­að. Bókin kom út á enskum í 1941, og Bradbury las hana í 1944. Bókin lýsir ræðustýrið í USSR, og hennara boðskapur er, at øll einaveldir, sama ger hvat smyrsl tey kleiggja upp á seg, brúnt ella reytt ella hvítt, skriva menniskjans tign niður á null. Bøkur vekja aðrar bøkur til lívs, men góður skaldskapur er ongantíð herm­ing. Fahrenheit 451 er ólík sínum undan­spíra, minni intellektuell, meira eyðkend av allegori, meira skaldaborin, eins og ein hugbirting. Og hon sipar bæði til Nazitýskland og USSR, men nógv meira til USA. Um tað mundið hon varð skrivað, framdu Joseph McCarthy og hansara lagsbrøður sína heksa­jagstran móti frælst hugsandi ands­menn­um og listafólkum í Amerika. Og eisini í USA hendi tað, at bøkur blivu brendar. Men skaldsøgan hjá Bradbury er ikki avmarkað til at spegla aftur tað anda­liga myrkur, sum Hitler, Stalin ella McCarthy umboðaðu. Tí tað evni, sum hon tekur upp, er í roynd og veru øðru­megin útbúgving og undirvísing – menniskjans samband við tað skrivaða ella talaða orðið – og á hin bógvin tann ávirkan, sum nýggir miðlar sum sjón­ varp og nýggjar tøkniligar upp­finn­ing­ ar hava á hesi virðir. Liljurnar á markini Og boðskapurin er, at henda ávirkan er – talað við metaforu – tað sama sum at brenna allar heimsins bøkur. Sam­stundis hevur henda gongd við sær, at menniskjan missir sambandið við natúr­ina, við næstan og við seg sjálva. Grannalag, kærleiki, samhugi, samhalds­festi, tað fer alt fyri hund og heyk. Stovuveggirnir eru eitt áhaldandi sjón­varp, menniskjuni megna ikki long­ ur at tala saman, allur tanki hvørvur. Skal ein festa eitt fyndugt orðatak á vís­dómin í hesi skaldsøgu, so eru tað hesi orð: Menniskjan livir ikki av breyði eina, men av hvørjum orði, ið gongur út av Guds munni. Áhugavert við bókini er annars, at tað ikki eru valdsharrarnir, men menn­ iskjuni sjálv, sum fara undir av sínum eintingum at avtaka sína tign, sítt frælsi og sína mentan. Tann danski yrkjarin og humanisturin Poul Henningsen segði, at sleppur meirilutin at avgera tann listarliga smakkin ella tað andaliga støðið, velur hann altíð tann lægsta felags­nevnaran. Ábyrgdin kemur tí at hvíla á skúla og lærarum. Undirvísing skal gagna vinnu og framburði, men djúpast sæð skal hon taka tað fram, sum ikki hev­ ur sjónligt gagn, læra næmingar at virðis­meta vakurleikan sum hann er í sjálvum sær, tað vakra í eini yrking, ein­um málningi, eini reglu á einum fremm­andum máli, eftir Verlaine ella Celan. Ferst henda kenslan fyri tí púra ónytt­ugu, men ómissandi virðismiklu perl­uni, er ein siðmenning fokin. Í Fahren­heit 451 hava hesi orð ikoniskan týdning: Gevið tykkum far um liljurnar á markini, hvussu tær vaksa; ikki tær arbeiða, ei heldur tær spinna; men eg sigi tykkum, at ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var skrýddur eins og ein teirra. USA er, ivaleyst meira enn Europa, eitt land, har visuel mentan trívist og blómar. Og søgan um Ray Bradbury er eis­ini søgan um ta ørgrynni av ofta framúr dugnaligum teknarum og mál­arum, sum gjørdu myndir til hans­ara verk, og sum hann ofta kendi per­són­liga, teirra millum Lawrence S. Stevens, Ian Miller, Kelly Freas, Gray Foy og Stanley Meltzoff, ið skapti eina ógloymandi mynd til søgusavnið The Illustrated Man. Serligan týdning fyri Bradbury fekk hansara vinskapur og samstarv við Joseph Mugnaini. Sjálvur var Bradbury ein fermur teknari og málari. Tann Hvíti Hvalurin Sum rithøvundur bygdi Ray Bradbury á tað støði, sum hansara fyrimyndir – Poe, Jules Verne og H.G. Wells – høvdu lagað. Men í 60- og 70-árunum í farnu øld komu nýggir høvundar fram, og sæð í ljósinum frá teirra verkum er yvir Bradburys skaldsøgum og stuttsøgum ein glæma av sakloysi, kanska andin frá hansara trygga uppvøkstri í tí tá friðsæla Waukegan. Og tað skerst ikki burtur, at verkini hjá eitt nú Ursulu K. Le Guin, J.G. Ballard og Stanislav Lem hava eyðkennir í stíli ella innihaldsligari tyngd, sum stundum bera av Bradburys verkum. Ray Bradbury var dámligur maður, blíður, ósnobbutur, bráðlyntur, lættur at hugtaka. Hann var giftur og átti fýra døtur. Hann sigst hava havt ikki sørt av tøknisangist, og hann koyrdi t.d. ikki bil. Í 1999 hevði hann eina heilabløðing, men hann helt fram at arbeiða, las sínar søgur úr sínum arbeiðsrúmi í Los Angeles í telefon fyri eini dóttur í Arizona. Hon skrivaði tær av, sendi tær aftur við faxi, og so fingu tær sítt enda­liga snið. Bradbury skrivaði saman við John Huston handritið til filmin Moby Dick frá 1956. Í 50-árunum fór hann undir at skriva eina langa stuttsøgu rundan um hesa somu gátuføru ímynd. Søgan, við heitinum »Leviathan 99« var liðug fyrst í 21. øld. Hetjan í søguni, Ishmael Jones, fer saman við sínum blinda skipara við rúmdarskipinum Cetus 7 út at jagstra eina risastóra hvíta gongu­ stjørnu, sum rópast Leviathan og er tann grimasta, alheimurin veit av! Og her kunnu vit hóskandi bera Ray Bradbury skilnaðarkvøðu. Hann ríður móti vestri. Hann skimast eftir tí síðstu meta­foruni. Hanus Kamban (Andreassen) fekk í des. 1970 hetta brævið frá Ray Bradbury, sum takkar fyri bókina Drekin, við trimum av hansara søgum týddum til føroyskt. Á brævbjálvanum stempul við mynd av Moby Dick. Søgur eftir Ray Bradbury í týðing til føroyskt standa í bókunum DREKIN (1969), KALEIDOSKOP (1974) og í savninum TAÐ NÝGGJA ATLANTIS (2001). Týðari er Hanus Kamban, sum somuleiðis týddi barnabókina DRONGURIN SUM FEKK MYRKRIÐ TIL VIN (Føroya Lærarafelag 1987).