fríggjadagur 15. juni 2012síða 56
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
baksíðan...
Kanska skuldi
tað verða dansur!
Á skránni verður millum annað felagssangur
við harmonikku, tónleikaframførsla, fyrilestur,
stórt køkuborð og sandur við Elisi Poulsen,
sum tey flestu munnu kenna frá Útvarpinum.
Vikublaðið
Einki bit í
Tannleyst á Toftum
Dimma
Smittar politiið?
Politiið í Havn noyddist at flyta í leigað høli
orsakað av blámusoppi, og nú er blámusoppur
eisini staðfestur í teimum hølunum
Sosialurin
Hvussu var við restini?
Átta bátar komu á mál
Portal.fo
Vandi í hvørjari vælferð
Vandi er fyri misnýtslu
Dimma
Í ranga
strúpan
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Rógvandi
tónleikarar
Portalurin skrivaði í farnu viku um, at rockbólkurin All
That Rain skuldi spæla á Ishøj Regatta, og sambært
yvirskrift og mynd er líkt til, at teir í bólkinum róðu til
Danmark – ella í øllum førum vóru við í regattuni.
Er tað so
trupult at
fanga ein
klaksvíking?
Norðlýsið skrivar nú um dagarnar, at
Kappróðrarfeløgini hjá Havnarbátinum,
Vestmenningi og Suðringi hava brúkt áleið
300.000 kr. tilsamans í einari roynd at vinna
FM heitið hjá 10-mannaførunum ímóti tí 10 ára
gamla Klaksvíkingi, sum hevur vunnið FM tey
seinastu 3 árini, sum hann hevur róð. Tað ljóðar,
sum tað er trupult at fanga ein klaksvíking.
Summar
framsýning
í Ribarhúsi
Árliga summarframsýningin í Ribarhúsi í
Fuglafirði er nú opin. Á framsýningini eru
tekningar, fotomyndir og málningar. Tað er
Brynhild Næs Petersen, listfrøðingur, sum
hevur hongt sýningina upp. Tey, ið sýna fram,
eru ættað úr Fuglafirði, ella hava røtur í
bygdini. Talan er um ung og eldri, sum hava
tikið seg saman at mynda framsýningina.
Halda McCartney
føðingardag
Tónleikabólkurin X-mas við eitt nú Rana Nolsøe, Karl
Martin Samuelsen og Hanus G. Johansen hevur um
vikuskiftið tvær framførslur í sambandi við, at Sir Paul
McCartney rundar 70 ár. Á konsertunum fer bólkurin
við skiftandi sangarum at tulka sangir hjá McCartney.
Fríggjakvøldið kl. 19.30 verður tað í Norðurlandahúsinum
og leygarkvøldið kl. 21.00 í Spaniastovu í Klaksvík.
Summarmatiné í Havnar Kirkju
Nú byrjar skeiðið við summarmatiné í Havnar kirkju. Tað verður hvønn leygarmorgun klokkan 11.30
fram til august mánað. Leygardagin spæla Angelika Nielsen á violin og Anna Hüdepohl á akkordeon
og tær fara at spæla ymsan tónleik, eitt barokmusikk og verk hjá føroysku tónaskøldum
Meirilutin av politisku
skipanini tykist ikki hava
sum mál at byggja land.
Á tingi og í landsstýri renna
fólk ørindir fyri seráhugamál
og egináhugamál.
Uni Arge í Tíðargrein
í Sosialinum
Høvuðsstaðurin hevur
ongantíð verið størri
enn nú og samstundis er
fráflytingin úr landinum
met høg.
John William Joensen
í oddagrein í Norðlýsinum
Tá ið eg eri á
pallinum, eri eg
lukkuligasti persónur
í heiminum
Poppstjørnan
Britney Spears