Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-15, síða 74
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2012síða 74

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 25 l 18. juni 2012 18 em 2012 Undirhaldandi og litríkt EM Seinastu 10 dagarnar hevur EM í fótbólti sett dám á gerandisdagin kring alt Europa EM-kappingin í Pólandi og Ukraina er nú komin væl ávegis. Flestu bólkarnar eru nú liðugt spældir, og í næstum verður farið undir veruliga endaspælið, tá ið tey allarsterkastu londini skulu spæla fjórðingsfinalur ímóti hvørjum øðrum. Higartil hevur EM-kappingin verið sera undirhaldandi. Nógvir góðir dystir hava verið á leikavøllunum, spælið hevur fyri tað mesta verið gott, og á áskoðaraplássunum hava fólk í túsunda­tali úr øllum Europa sett dám á kapp­ingina. Fram til 1. juli, tá ið EM-finalan verð­ur spæld í Kiev í Ukraina, verður nakrar rimmardystir á skránni, har stóru europeisku londini bresta sam­ an, og har annað landið sleppur víðari í kapp­ing­ini, og hitt landið má fara heim. Írsku áskoðararnir eru í serflokki, líkamikið um teir vinna ella tapa – ella fáa sær at eta Donsku áskoðararnir komu í stórum tali til EM-kappingina, eftir at Danmark hevði vunnið á Niðurlondum Klaas-Jan Huntelaar bíðar eftir flogfari – niðurlendska landsliðið flýgur við Atlantic Airways Nógv hava tikið ljóðføri við til EM – hesin kroatiski áskoðarin hevur ikki gjørt tað lætt fyri seg sjálvan, tá ið hann hevur valt sær ljóðføri Smádreingir eru við stóru stjørnunum inn á vøllin – her syngur Joe Hart hjá Onglandi fyri, meðan drongurin lurtar Útskeldaði Fernando Torres hevur skorað tvey mál í EM-kappingini higartil Spaniólar fegnast um sigurin á Írlandi EM verður ikki verri av, at Portugal spælir við