fríggjadagur 15. juni 2012síða 75
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jóansøka
2012
Vikutema
Vágur
Vilmund Jacobsen
Borgarstjórin í Vágs kommunu, Kirstin
Strøm Bech, sigur, at fíggjarstøðan
hjá kommununi hevur verið trupul og
hevur gjørt, at rásarúmið hevur verið
lítið.
– Men nú tykist, sum tað er lætt
eitt sindur í hjá okkum.
Hon sigur, at skuldin hjá Vágs
kommunu liggur um 45 miljónir krónur,
og inntøkurnar liggja um 36 miljónir
krónur. Soleiðis skyldar kommunan
meiri enn eina álíkning, og tað hevur
kommunan gjørt øll árini, sum hon
hevur røkt borgarstjórastarvið.
– Vit gjalda slakar 5 miljónir krónur
um árið í avdrøgum, og eg vænti, at
vit verandi gongd eru komin undir eina
álíkning í skuld um eini tvey ár ella so,
sigur hon.
Tungur sjógvur
Kirstin Strøm Bech sigur, at hóast
tað hevur havt bindingar við sær, at
skuldin er oman fyri eina álíkning,
heldur hon, at tað hevði verið keðiligt,
um tey í kommununi bara høvdu sitið
og trillað tumlar, sum hon tekur til.
– Ein partur av vinnulívinum í
kommununi hevur verið í tungum
sjógvi, men høvdu vit einki havt gjørt
hesi árini, hevði tað avgjørt gingið enn
meiri út yvir trivnaðin.
Borgarstjórin heldur ikki, at tað
sigur alt um fíggjarstøðuna hjá eini
kommunu, at skuldin er oman fyri
eina álíkning.
– Vit klára at svara hvørjum sítt, og
tað haldi eg eigur at verið avgerandi,
sigur hon.
Ikki rættvíst
Borgarstjórin í Vágs kommunu heldur,
at tað ikki altíð er rætt at »sekta« eina
kommunu við niðurbinding, tó at hon
skyldar meiri enn eina álíkning.
– Slíkt kann skjótt viðvirka til, at ein
kommuna, sum ikki er væl fyri framm
an undan, gerst enn verri fyri, meðan
ein onnur kommuna, sum skyldar eitt
sindur minni enn eina álíkning, gerst
enn betri fyri. Sjálvandi er einki skeivt
í, at ein kommuna gerst betri fyri, enn
hon er, men tað er sjálvandi spell, um
kommunur, sum eru eitt sindur verri
fyri, ikki fáa møguleikan at skapa
trivnað í bygdini, sigur Kirstin Strøm
Bech.
vilmund@sosialurin.fo
– Tað er ikki vist, at tað er rætt at »sekta«
eina kommunu við niðurbinding, tó at hon
skyldar meiri enn eina álíkning. Skuldin
sigur ikki alt um fíggjarligu støðuna hjá
eini kommunu, sigur Kirstin Strøm Bech
Umráðandi at
skapa trivna í
kommununi
– Vit klára at svara hvørjum sítt, og tað haldi eg
eigur at verið avgerandi, sigur Kirstin Strøm Brech