Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-15, síða 76
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2012síða 76

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 25 l 18. juni 2012 20 Jóansøka Vikutema Vilmund Jacobsen El-verkið í Botni í Suðuroy er tað fyrsta verkið, sum varð bygt í Før­ oy­um. Ein av pionerunum aftan fyri hesa tá kollveltandi verkætlan var kendi vinnulívsmaðurin í Vági, Petur Dahl á Gørðunum, sum eisini var ein av stigtakarunum til stovnan av eitt nú Suðuroyar Sparikassa í 1943. Nú Suðuroyar Sparikassi hevur fingið nýggj og snotulig høli í Vági eftir keypið av bygninginum hjá Bank Nordik, hevur peningastovnurin í Suðuroy gjørt eitt hugnaligt stað nið­an fyri og við síðuna av høvuðs­ inn­gongdini. Avdúka standmynd Søren L. Bruhn, stjóri, sigur, at ar­ beitt hevur verið dúgliga seinastu tíðina við at gera hetta økið klárt, og hósdagin komandi klokkan 17 verður skipað fyri móttøku, har eis­ ini ein standmynd av Peturi Dahl á Gørðunum verður avdúkað. – Vit hava fingið italiumannin og listamannin, sum býr í Vági, Gianfranco Nonne, at gera hesa standmynd. Tað var eisini Gianfranco, sum gjørdi frálíku standmyndina ”Kvinna vaskar fisk”, sum stendur á Høgukai við Müllers Pakkhús í Havn. Søren L. Bruhn sigur, at við løtuna niðan fyri Suðuroyar Sparikassa fer eisini Suðuroyar Manskór at syngja, eins og nøkur orð verða søgd. – Laðað er við økið, og steinar eru lagdir, eins og ætlanin er, at ein keta skal ganga um súlur kring um økið. Ætlanin er eisini at pynta við blómukassum og seta beinkir upp, so hetta rættiliga kann gerast eitt hugnaligt øki hjá fólki at vitja. Góðar umstøður Stjórin í Suðuroyar Sparikassa fegn­ ast annars um nýggju og dagførdu hølini, sum stovnurin nú hevur fing­ ið, og hann heldur, at nýggju um­ støðurnar eru heilt fantastiskar. – Í nógv ár hevur tað verið ein dreymur hjá okkum at fáa stovninum nýggj og betri hølir í Vági, og nú er fermetratalið vaksið úr umleið 250 upp í umleið 750 fermetrar, sigur stjórin í Suðuroyar Sparikassa, Søren L. Bruhn, sum annars gleðir seg til hósdagin, tá standmyndin yvir Petur Dahl á Gørðunum verður avdúkað. Í sambandi við haldið hósdagin, gevur Suðuroyar Sparikassi eisini út ein lítlan bókling um søguna aft­an fyri virksemið hjá kenda garða­mann­ inum í Vági. Standmynd reisast yvir pioner í Vági Tíðin sum borgarstjóri givið mær góða barlast Vilmund Jacobsen Hetta er annað valskeiðið hjá Kirstin Strøm Bech, borgarstjóra í Vágs komm­unu, og hetta er samstundis onn­ur setan hjá henni sum borgarstjóri í kommununi. Vágs kommuna fevnir bara um Vág og Nes, og í kommununi búgva stívliga 1370 fólk. Okkurt nos Kirstin Strøm Bech, sum í dag er 55 ára gomul, er útbúgvin fólkaskúlalærari, og hon hevur undirvíst í skúlanum í Porkeri heilt síðan 1984. – Eg hevði ikki viljað verið hesa tíðina í kommunalpolitikki fyri uttan, tó at okkurt nos hevur verið. Í dag er stuttligt at síggja, at ymiskt av tí, tú hevur virkað fyri, er vorðið veru­ leiki. Eg haldi tað vera gott, at eitt nú fólkaskúlalærarar, sum til dagligt arbeiða við børnum, fáa onkrar av- bjóðingar uttan fyri skúlan og síðan kanska halda fram í sínum lærara­ størvum, tá tann tíðin kemur. Borgarstjórin heldur, at hon hevur lært nógv - og hevur fingið eitt sindur av skafti - hesi árini á odda í Vágs kommunu. – Tá hetta seinna skeiðið er runnið, og eg havi sitið sum borgarstjóri í átta ár, ynski eg at sleppa í skúlan aftur sum lærari. Fyrstu ferð, hon læt seg stilla upp til býráðsval, var í ár 2000. – Tá varð eg ikki vald, men tað var nær við. Í 2004 royndi eg meg aftur og varð vald. Vit samráddust og skipaðu samgongu, og valið sum borgarstjóri fall á meg, sigur hon. Byrjaði óroynd Kirstin Strøm Bech sigur, at tá hon tók við borgarstjórastarvinum, hevði hon soleiðis ongar royndir í kommunal­ politikki. – Eg gjørdist limur í javnaðar­fe­ lagnum her suðuri nøkur ár framm­ an­undan og hevði luttikið á fund­um, men eg hevði ongar royndir í kommu- nalpolitikki. Vit høvdu nøkur eym mál í byrjanini av míni tíð í hesum sessi, eitt nú málið um miðnámsskúlan og ellis- og røktarheimið. Jú, tað var eitt sindur hart viðhvørt, men eg hevði góð fólk aftrat mær í býráðnum og ikki minst í umsitingini. Eg kendi meg at fáa góðan stuðul og góða kunning, bæði politiskt og umsitingarliga. Soleiðis føldi eg meg ongantíð slepta upp á fjall í hesum starvi, og baklandið heima bakkaði meg eisini væl upp, sigur hon. Lærurík tíð Nú áttanda árið rennur, og kommunu­ val stundar til, er Kirstin Strøm Bech avgjørd um, at hon fer ikki at lata seg stilla uppaftur. ­– Nei, tað vænti eg ikki. Eg havi fleiri ferðir sagt, at eg nú ynski at fara í skúlan aftur, og eg trúgvi ikki, at tað fer at eydnast nøkrum at fáa meg at broyta meining um tað, sigur hon brosandi. Hon kundi væl hugsað sær, at tíðin í kommunalpolitkki var byrjað nøkur ár fyrr. – Nú havi eg so gjørt mær hesar royndir, sum eg avgjørt ikki vildi verið fyriuttan. Eg tók við borgar­ stjór­a­starvinum, tá høvi beyðst, og hóast hetta hevur verið í eini tíð, tá komm­unan var í trongum fíggjarligum korum, hevur henda tíðin lært meg nógv, sigur hon. Hósdagin klokkan 17 verður ein standmynd avdúkað yvir pionerin og vinnulívsmannin í Vági, Petur Dahl á Gørðunum. Standmyndin verður reist á einum hugnaligum øki, sum Suðuroyar Sparikassi hevur latið gera við høvuðsinngongdina hjá stovninum, sum nú húsast undir sera góðum og dagførdum umstøðum – Tað hevur verið eitt sindur hart viðhvørt, men eg havi havt góð fólk aftrat mær. Bæði politiskt og umsitingarliga fekk eg góðan stuðul, og soleiðis føldi eg meg ongantíð slepta upp á fjall. Baklandið heima hevur eisini bakkað meg væl upp, sigur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vágs kommunu – Tá hetta seinna skeiðið er runnið, og eg havi sitið sum borgarstjóri í Vágs kommunu í átta ár, ynski eg at sleppa í skúlan aftur sum lærari, sigur 55 ára gamla, Kirstin Strøm Bech Mynd: Vilmund Jacobsen Søren L. Bruhn er stjóri í Suðuroyar Sparikassa