fríggjadagur 15. juni 2012síða 84
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 25 l 18. juni 2012
28
Jóansøka
Vikutema
Vilmund Jacobsen
Ungu hjúnini, Rakul og Arni Brattaberg, sum
eiga tveir triðingar av handilsmiðstøðini
Torginum í Vági, gleða seg til jóansøku, sum
í ár verður í Vági.
– Jú, vit plaga at síggja nógv nýggj andlit
her suðuri, tá jóansøka er, og vit gleða
okkum at taka ímóti vitjandi, bæði nær og
fjar. Tað ger eisini mun, at tað er summar, og
at veðrið er vorðið betri. Fólk keypa okkurt
at leggja á grillina, okkurt at leska sær við –
og kanska okkurt søtt at hugna sær við.
Arni Brattaberg vísir á, at meiri lív sum
heild kemur í fólk, tá sólin skínur, og at
jóansøka nú stundar til, ger eisini, at við
skiftaskarin fer at veksa.
– Vit hava altíð onkur góð jóansøkutilboð,
og soleiðis verður eisini hesaferð, sigur
hann.
Fýra handlar
Í snotuligu og innbjóðandi handilsmiðstøðini
í Vági eru fýra handlar undir somu lon. Hesir
húsast á umleið 700 fermetrum í niðaru og
á umleið 400 fermetrum í ovaru hæddini.
Í niðaru hæddini er stórur Samkeyp-
matvøruhandil, sum er hin størsti í Suðuroy.
Her er eisini kiosk við vanligum kioskvørum,
bakstri og góðari og umtóktari salatbarr.
Teir tríggir handlarnir á loftinum eru
mótahandilin Skotið, sum er hin eystasti
og selur klæðir til gentur, dreingir, kvinnur
og menn. Í miðjuni er Zone, sum er stórur
gávuhandil og síðan er handilin Hjá Jenny,
sum í fyrsta lagi selur barnaklæði av merk
inum, Name-It.
Umboða Okkara
Torgið hevur nú fingið endaligt loyvi frá
loyvisnevndini at selja og útflýggja Okkara,
sum tey umboða í Vági, úr hølum í vestara
enda á handilsmiðstøðini.
Arni Brattaberg sigur, at tey júst hava
sett eina hurð í vestara enda, soleiðis at tey,
sum koma inn at keypa Okkara, kunnu hava
sína egnu inn-og útgongd.
– Vit hava skorið í betongið fyri hurðini,
og nú arbeiðið er liðugt, er hetta ein íløga,
sum við øllum liggur um einar 25.000
krónur.
Hann vísir á, at nú sølan av Okkara er í
vestara enda í Torginum, hevur hann høvi at
sita aftan fyri veggin, sum er í sølubúðini og
avgreiða ymiskt pappírsarbeiði.
– Áður var sølan á øðrum staði, og tá
kundi eg ikki vera í handilsmiðstøðini,
meðan eg útflýggjaði vørur hjá Okkara, sigur
Arni Brattaberg.
Arni og Rakul
gleða seg til
jóansøku í Vági
– Vit hava altíð onkur góð jóansøkutilboð,
og soleiðis verður eisini hesaferð. Vit vænta
at síggja nógv nýggj andlit teir næstu dag
arnar, sigur Arni Brattaberg. Sølan av Okkara
fer nú fram í vestara enda á Torginum í Vági
Tað er úr vestara enda á Torginum í Vági (sí mynd), at hurð nú er sett í,
soleiðis at viðskiftafólk, sum keypa Okkara, hava egna inn- og útgongd
Mynd: Vilmund Jacobsen