fríggjadagur 15. juni 2012síða 85
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 25 l 18. juni 2012
29
Jóansøka
Vikutema
Bjartskygni á
Vágs Skipasmiðju
Teir vóru skúlafelagar í 10 ár í Vágs skúla, og síðan 1993 hava teir
átt Sp/f Vágs Skipasmiðju saman. – Vit hava líka sum ”hingið”
saman øll hesi ár, sigur stjórin, Gudmund Kárason Jacobsen
Vilmund Jacobsen
Teir, sum eiga Sp/f Vágs Skipasmiðju,
eru Gudmund Kárason Jacobsen, ið
er stjóri, Hans Ziskasen, sum eisini
starvast á skipasmiðjuni og Mortan
Mortensen, sum annars er stjóri á
Tangavirkinum í Vági.
– Vit eru allir vágbingar og vóru
floksfelagar øll árini í Vágs skúla,
heilt úr 1. flokki upp í 10. flokk. Eg
eri útbúgvin skipstimbrari, Hans er
útbúgvin bilmekanikari, men hann
hevur arbeitt sum maskinsmiðjur og
hevur siglt sum meistari – og Mortan
er eisini maskinsmiðjur og hevur sína
egnu fyritøku á Tangavirkinum.
Gudmund sigur, at teir tríggir líka
sum hava ”hingið” saman, sum hann
tekur til, øll árini síðan 1. flokk, og í
dag liggja teir um 43 ára aldur.
Teir tríggir keyptu Vágs Skipasmiðju
frá Ídnaðargrunninum hin 7. juli í
1993 og hava rikið hana síðan.
Upp og niður
Gudmund Kárason Jacobsen sigur, at
vanliga ”stamman” av arbeiðsfólki á
skipasmiðjuni liggur um 15, men tað
er serliga í summarhálvuni, at nógv
virksemi er. Í løtuni eru teir einir 12
mans til arbeiðis – og tríggir lærlingar
eru í skúla.
– Um summarið er vanliga nógv at
gera, og síðan er minni at gera aftur
um veturin. Tíbetur hava vit fólk, sum
vit kunnu heita á, tá mest er at gera,
og tí hava vit eisini møguleikar at
arbeiða við nøkrum monnum færri í
lágárstíðini.
Stjórin sigur, at ísfiskatrolararnir,
Brestir og Vesturleiki, sum nú verða
umbygdir til frystiskip, hava verið uppi,
og tá Vikublaðið vitjaði í Vági, vóru teir
um at verða lidnir við Vesturleika, sum
var hin seinni á bedingini.
Gudmund Kárason Jacobsen sigur,
at síðan teir tríggir keyptu Vágs Skipa
smiðju í 1993, hevur raksturin verið á
einari leið.
– Okkurt árið hava vit ligið beint
undir linjuni – og onnur ár lógu vit
beint omanfyri. Eg vil siga, at sam
anlagt hevur raksturin staðið upp og
niður, sum hann tekur til.
Góð beding
Stjórin á Vágs Skipasmiðju sigur,
at teir hava eina góða beding til
stóru skipini, og síðan hava teir eina
minni beding til smærri deksfør og
glastrevjabátar.
– Vit byrjaðu at yvirhála og dagføra
sjálva bedingina fyri umleið tveimum
árum síðan, og hydraulikkurin er
eisini skiftur fyri nøkrum árum síðan.
Weirurin er júst endavendur, og vit
halda, at sjálv bedingin er í sera góð
um standi.
Hann vísir á, at Vesturleiki, sum
hendan dagin stóð uppi, vigar eini
1000-1100 tons, men annars kann
bedingin taka skip upp sum viga upp í
eini 1500 tons.
– Kjalarlongdin, sum pláss er fyri á
bedingini, er 62 metrar, men tá skipini
eru so stór, gerast tey gjarna eisini ov
tung, sigur stjórin.
Gott samstarv
Nú Vágs Skipasmiðja hevur havt Brest
og Vesturleika uppi, er hetta í sam
starvi við Klaksvíkar Sleipistøð, sum
eigur høvuðsarbeiði at umbyggja hesi
bæði skip – frá at vera ísfiskaskip til
at gerast frystiskip.
– Vit hava havt eitt sera gott sam
starv við klaksvíkingar um hesi skipini,
sigur Gudmund Kárason Jacobsen.
Við bedingina í Vági stóðu hendan
dagin, tá Vikublaðið vitjaði, tveir
bilar hjá Klaksvíkar Sleipistøð, og her
hittu vit fólk, sum dagliga starvast
á bedingini í Klaksvík, sum søgdu, at
samstarvið millum bedingarnar er
fyrimyndarligt.
Vágs Skipasmiðja og Klaksvíkar Sleipistøð í góðum samstarvi.
Gudmund Kárason Jacobsen, sum er maðurin høgru megin,
er stjóri og ein av eigarunum av Vágs Skipasmiðju
Mynd: Vilmund Jacobsen