Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-15, síða 87
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2012síða 87

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 25 l 18. juni 2012 31 vikutíðindi Hetta er ikki fyrstu ferð, at limir av so­nevndu Liverpool-legends vitja í Føroyum. Fyrstu ferð var í 2009, tá eitt heilt Liverpool-lið var í Føroyum og spældi móti einum føroyskum veteran­lands­ liði, og í tí sambandi varð fót­bólts­skúli hildin. Tiltakið seinast var ógvuliga væl eydnað, og tað hevur givið dirvi at fara undir líknandi tiltak aftur í ár. – Av ymsum orsøkum er ein broyt­ ing í upprunamanningini, sum kemur úr Liverpool. Hesaferð eru tað Mark Wright, David Fairclough og Gary McAllister, ið fara at standa fyri venj­ ing­ini, sigur Róland Joensen, ið stend­ ur fyri fótbóltsskúlanum. Fótbóltsskúlin verður vikuskiftið 6. og 7. juli, sum eru fríggjadagur og leygar­dagur. – Tær tríggjar Liverpool-legend­ur­ nar fara at standa fyri venjingini hesar báðar dagarnar yvirorðnað, men teir koma at hava Jóan Paula Jacobsen, ung­dómsleiðara hjá KÍ, aftrat sær sum samskipara, sigur Rónald Joensen. Haraftrat koma nakrir av fremstu ungsómsvenjarum í landinum at hjálpa til, so venjingin verður á allarhægsta støði. Galla-veitsla Venjingin byrjar fríggjadagin seinna­ part. – Tað er soleiðis, at ein badminton­ skúli er í Havn júst hesa vikuna, og hann endar væntandi fríggjadagin um 14-tíðina. Tí hava vit avgjørt at byrja seinna­partin fríggjadag, fyri ikki at órógva badmintonskúlan, sigur Róland Joensen. Vant verður so fríggjadag seinna­ part, og byrjað aftur leygardag fyrra­ part. – Skúlin heldur so fram seinna­ partin, og vant verður á bæði ovara og niðara vølli í Gundadali, sigur Róland Joensen. Hann sigur, at áhugin fyri fót­bólts­ skújlanum er javnt góður. – Higartil er skúlin væl teknaður, men pláss er fyri nøkrum næmingum aftrat, sigur Róland Joensen. Endað verður við einari galla- veitslu leygarkvøldið í B36-húsinum. – Tað er ein veitsla fyri Liverpool- fjepp­arum, men tað er eingin av­mark­ ing á sum so. Er tað onkur Coventry- ella Leeds-fjeppari, sum vil heilsa upp á Gary McAllister, er tað fínasta slag, sigur Róland Joensen. Á galla-veitsluni, har teir tríggir, Mark Wright, David Fairclough og Gary McAllister sjálvandi eisini verða við, verður skipað fyri videosýning, spurnar­kapping og so verður eisini møgu­leiki at vinna eina ferð fyri tvey til Liver­pool, uppihald íroknað. Tekna teg til galla- veitsluna á e-billett.fo Tekna teg til fótbóltsskúlan á liverpoolfo.dk undir slóðini »Fótbóltsskúli í juli 2012« Fótbóltsskúli við Liverpool-legendum Spent fótbóltsbørn kunnu byrja at gleða seg til fyrsta vikuskiftið í juli, tí tá verða tríggjar Liverpool- legendur í Gundadali at leggja børnunum lag á Gary McAllister