fríggjadagur 15. juni 2012síða 88
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 25 l 18. juni 2012
32
Jóansøka
Vikutema
Dygdar trol
lemmar úr Vági
Tað er felagið, Sp/f Rock Trawldoor, sum rekur virksemi í
Vági við framleiðslu og umvælingum av trollemmum og
við veitingum av jarn-og stálvørum til trolaraflotan
Vilmund Jacobsen
Framleiðslan, sum í dag er á virkinum
í Vági, hevur sín uppruna aftur til 1.
oktober í 2004, tá Sp/f Rock varð
stovnað. Teir, sum stovnaðu felagið,
høvdu allir mist pening í Injector
International og Injector Door, sum
bæði vóru farin á húsagang.
Byrjanin hjá felagnum var tung,
men teir fyrstu 15 mánaðirnar megn
aði fyritøkan tó at koma við einum
hampiligum úrsliti, og árið 2006
royndist heldur ikki so galið.
Sum tíðin gekk, kom felagið við
einum nýggjum modelli av flótitrols
lemmum sum flakatrolarin, Enniberg,
royndi. Hesir lemmar royndust sera
væl á kongafiskaveiði. Hetta førdi
við sær, at uppsjóvarskipið Finnur
Fríði eisini keypti eitt sett, og skjótt
skuldi tað vísa seg, at fiskiskapurin hjá
teimum gekk óføra væl.
Stóri norski trolarin, Havstrand,
keypti sær eisini Sea-Bat flótitrols-
og botntrolslemmar í Vági.
Í november í 2006 kom felagið á
marknaðin við einum nýggjum modelli
av lemmum til botntrol, og hesir fingu
sera góða móttøku. Nógvir trollemmar
eru framleiddir av hesum slag, og bæði
føroyingar, íslendingar, norðmenn og
fransmenn hava gjørt sær sínar royndir
við teimum, og afturmeldingarnar
gjørdust serstakliga positivar.
Endamálið hjá Sp/f Rock Trawldoor
er alla tíðina at gera betringar, bæði
á trollemmar til uppsjóvarveiði og til
botnveiði.
Sløg og støddir
Hans í Líðini í Vági, sum er stjóri á Sp/f
Rock Trawldoor, sigur, at lemmarnir,
sum fyritøkan ger til botnfiskaveiði,
eru alt úr einum fermetri upp í 18
fermetrar – og lemmarnir til upp
sjóvarveiði eru úr fimm fermetrum
upp í 19 fermetrar.
Spurdur, um vónir eru um, at
makrelfiskiskapurin, sum nú stundar
til, fer at skapa økt virksemi á virkinum
í Vági, sigur stjórin, at tað væntar
hann ikki.
– Makrelur verður veiddur heilt
uppi í vatnskorpuni, og tað hevur víst
seg hini árini, at skipini partrola eftir
makreli. Tá brúka tey bara søkk og ikki
lemmar.
Hann leggur aftrat, at trollemm
arnir, sum annars verða brúktir á
makrelveiði, liggja vanliga millum 5
og 7,5 fermetrar í stødd.
– Men, tá uppsjóvarskipini royna
eftir svartkjafti, brúka tey stórar trol
lemmar.
Hans í Líðini ásannar, at í Føroyum
eru so fá skip eftir sum fiska við
lemmum, tí so stórur partur av flot
anum partrolar.
– Tað eru mest skipini, sum fiska
í Barentshavinum, ið brúka trol
lemmar, og her levera vit til øll skipini.
Trolbátarnir, sum nú royna á land
leiðini, brúka eisini lemmar, og her
levera vit til flestu teirra.
Selja av landinum
Men til alla eydnu fyri Sp/f Rock
Trawldoor er ein stórur marknaður
uttan fyri Føroyar.
– Vit hava ein stóran marknað í
Íslandi, og vit hava eisini ein góðan
marknað í Noregi. Síðan hava vit
eisini selt nógvar trollemmar til eitt
nú Kanada og Grønlands, umframt at
einstøk sett eisini eru farin longur út í
heim – ja, heilt til Ný Sælands.
Hans í Líðini sigur, at felagið í Vági
ger ymisk sløg av trollemmum og
sløgini, sum fyritøkan serliga arbeiðir
við, ganga undir heitunum Super
Shark, sum felagið hevur gjørt í fleiri
ár - og Sea Lion.
Tað, sum sermerkir trollemmarnar
úr Vági, er, at teir verða framleiddir
úr sera góðum tilfari og eru rættiliga
handbarir.
– Vit hava ongan møguleika at
kappast í prísi við eitt nú Kina og
Litavia, men vit kappast hinvegin í
dygd. Tað er óhoyrt, at skip royna
við somu lemmum í fleiri ár. Tá eg
gjøgnum fleiri ár var skipari á trolarum,
var vanligt at skifta lemmarnar út eftir
einum ári.
Hans í Líðini tekur flakatrolaran
Vesturvón sum dømi.
– Tað eru fimm ár, síðan teir fingu
Super Shark lemmar undir, og við
hesum hava teir fiskað eini 15.000
tons í flaki. Tá Vesturvón hevði havt
sínar lemmar umborð í eini tvey ár,
keyptu teir sær eitt sett aftrat, men
hesir hava bara staðið umborð - til at
taka - hesi árini síðan, sigur stjórin á
Sp/f Rock Trawldoor.
Á heimasíðuni www.rock.fo er
neyvari kunning um virksemi hjá fyri
tøkuni í Vági.
Vilmund Jacobsen
Tangavirkið í Vági er ein rætti
liga fleksibul fyritøka við dugna
ligum fólki. Arbeitt verður bæði
við rustfríum stáli, jarni og alu
minium. Ein týðandi partur av
virkseminum er framleiðsla av
rekkverkum og trappum. Har
umframt ger fyritøkan eisini
HVS-arbeiði. Tangar telja í dag
eini 10% av framleiðsluni hjá
fyritøkuni í Vági.
Mortan Mortensen, stjóri á
Tangavirkinum, sigur, at nú før
oyskt skrásetta felagið, TG-Verk,
byggir ítróttarhøll á Sandi, hava
teir gjørt galvsúlur og trekk
stengur, ið eru stengurnar millum
dragararnar, sum eru úr límtræi.
Men fyritøkan í Vági hevur
eisini fingið hita-og sanitets
arbeiði at gera í ítróttarhøllini á
Sandi.
Gongur væl
Poul Augustinussen, maskin-
smiður, sum hevur starvast hjá
Tangavirkinum síðan 1988, er
formaður fyri virkseminum, sum
fyritøkan í dag ger fyri TV Verk
á Sandi.
– Okkara arbeiði við hvs
byrjaði tíðliga í hesum árinum,
og eg haldi, at tað hevur gingið
væl. Í byrjanini vóru vit einir tveir
mans á Sandi, men í seinastuni
hava vit verið tríggir. Nú arbeiði
skal verða liðugt til heystar, og
nógv verður, sum skal gerast
uppundir endan, verða vit helst
einir fimm mans, sum burtur av
fara at arbeiða á Sandi.
Hann sigur, at tað eru tveir
ketlar, sum dríva hitan í Sandoyar
Meginskúla, og tað er hesin hiti,
sum eisini skal leiðast út í nýggju
ítróttarhøllina.
– Báðir ketlarnir skulu skiftast
og kanska onkur annar útbúnaður
eisini, men hetta verður ikki gjørt,
fyrr enn skúlin fer í sumarfrí.
Tangavirkið skal eisini syrgja
fyri allari ventilatión, vatni, eins
og fyritøkan skal gera nýggju
wc’ini.
Gott samstarv
Poul Augustinussen sigur, at
veðrið í vetur hevur verið strævið
hjá teimum, sum byggja høllina,
men hann heldur, at teir, ið hava
verið við í hesum virksemi, hava
verið og eru rættiliga óførir.
– Vit eru sera væl nøgdir við
samstarvið við TG Verk, og vit
eru sera væl móttiknir á Sandi
yvirhøvur. Nú bilarnir hjá okkum
hava koyrt her suðuri, samstundis
sum Tangavirkið hevur verið um
røtt í Vikublaðnum, hava vit eisini
fingið ymiskar aðrar uppgávur
at gera í Sandoynni við eitt nú
rekkverkum, altanum og øðrum
til privatfólk í oynni.
Hann leggur aftrat, at nógv
kann keypast úr útlandinum,
men tað vil altíð vera høgligari,
tá fyritøkan, sum ger arbeiði,
kann taka mátini sjálv og annars
syrgja fyri, at tingini verða gjørd
eftir egnum ynski.
– Jú, vit hava fingið fleiri ym
iskar uppgávur, nú vit eru her
suðuri, sigur Poul Augustinus
sen.
Tangavirkið
er í góðum
samstarvi
við TG Verk
Tá skúlin fer í summarfrí, fer
Tangavirkið í Vági at taka gomlu
ketlarnar í Sandoyar Meginskúla
niður og seta nýggjar upp.
Tangavirkið ger nevniliga hvs arbeiði
í nýggju ítróttarhøllini á Sandi
sum skal verða liðug til heystar
Tangavirkið í Vági hevur havt eitt gott samstarv við TG
Verk, sum stendur fyri byggingini av ítróttarhøllini á Sandi
– Vit hava ongan møguleika at kappast í prísi við láglønarlond,
men vit eru væl og virðiliga kappingarførir í dygd, sigur
Hans í Líðini, stjóri á Sp/f Rock Trawldoor í Vági
Tað, sum sermerkir trollemmarnar úr Vági, er, at
teir eru rættiliga handbarir. Lemmarnir roynast
eisini óføra væl í veiði