Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-15, síða 99
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2012síða 99

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 25 l 18. juni 2012 43 lýsing Hvør føroyskur KT-veitari hevur umboðað HP í meira enn 10 ár? Vinnan veit. Sum HP Preferred Partner lýkur Nema øll formell krøv at umboða HP – ella Hewlett-Packard – bæði hvat viðvíkur sølu og tænastu og ikki minst garanti. Vinnan veit, at HP útbúnaður verður viðlíka hildin, røktaður og umvældur á teldu- verkstaðnum hjá Nema – heima í Føroyum. Eitt herðaklapp og eitt prógv – Hetta er eitt herðaklapp, sum eg vegna starvsfólkið í Nema eri serstakliga errin av, sigur Christian Nagata, stjóri í Nema. Hann heldur fram, – Fyri okkara kundar merkir hetta, at umvælingar kunnu fremjast innan nakrar fáar dagar, heldur enn at útgerð og annað skal sendast av landinum á verkstað. Eisini er hetta eitt prógv um høga støðið, sum okkara starvsfólk eru á. Hann staðfestir, at fyri vinnulívið er skjót tænasta alt. Tí hevur Nema miðvíst betrað og ment Nema Support, sum við Teldudiskinum, netserfrøðingum og telefonsupport altíð er til taks, um okkurt er áfatt. – Tað snýr seg um at tryggja, at okkara kundar altíð fáa arbeitt. Vitanin er í Føroyum Umframt HP er Nema eisini góðkendur veitari av Dell og Apple. – Tað er sera umráðandi fyri okkum at okkara kundar fáa ta røttu ráð- gevingina, so tey altíð fáa útgerðina, sum nøktar teirra tørv. Høga útbúgvingarstøðið og mongu sertifi seringarnar, sum starvsfólkini í Nema hava, tryggja, at vit altíð vita hvat vit selja og hava allar teir neyðugu førleikarnar at tæna kundunum, sigur Christian Nagata, sum ikki dylur fyri, at tað er umráðandi at hækka vitanarstøðið innan KT í Føroyum: – Tað er ikki bara ein vakur tanki. Tað er okkara skylda. Nema hevur í meira enn 10 ár verið altjóða góðkent HP umboð í Føroyum. Seinastu árini hevur Nema eisini vunnið sær heiðurin at vera HP Preferred Partner – nakað, sum vinnulívið hvønn dag fær ágóðan av. Um Nema • Nema, hevur í nærum 35 ár virkað innan KT í Føroyum, og er góðkent HP, Dell og Apple umboð. • Nema hevur egnan telduverkstað og ger eisini garantiumvælingar. • Nema hevur deildir í Tórshavn, Klaksvík og Saltangará og er heildarveitari innan KT-loysnir, KT-Trygd, netumsiting og viðlíkahald. Harumframt er Nema fremsti veitarin av innbúgvi, skrivstovuútgerð, sermentum skipanum og fíggjarstýringsloysnum til fyritøkur og almennar stovnar. • Í Nema starvast 120 fólk. Partner 2012 Preferred