fríggjadagur 15. juni 2012síða 100
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 25 l 18. juni 2012
44
vikutíðindi
Bilurin hesa vikuna er fastur táttur í
Vikublaðnum: Lesarar eru vælkomnir
at senda okkum gamlar myndir (helst
myndir sum eru eldri enn umleið
1970) saman við stuttum teksti og
upplýsingum til adressuna:
maggi@sosialurin.fo.
Vilmund Jacobsen
Tey fyrstu árini vóru tað brøðurnir,
Mortan og Sonny Johannesen, sum
førdu skipini, og teir førdu mangan
góðan fongin til lands. Mortan var
tá kendur sum skipari við skipunum
hjá Jákupi í Lopra, og seinastu árini
í hesum tíðarskeiði førdu brøðurnir
báðir hvør sína Polarborg.
Mortan Johannesen hevur áður
greitt frá, hvussu skipaverkætlanin
við Suðringi og Rankanum kom í lag.
Tað var ein dagin, meðan hann sigldi
hjá Jákupi í Lopra og var á veg norður
um Suðuroyarfjørð við Smyrli, at hann
kom í prát við Óla Hammer, skipara.
Teir kendust sum óvitar, og teir gingu
eisini á Føroya Sjómansskúla saman.
Atli P. Dam, táverandi løgmaður,
var eisini á brúnni hesa løtu. Hann
spurdi tá Mortan, hvat hann helt kundi
gerast á Tvøroyri, so fiskavirkið kundi
fáa nóg mikið av ráfiski.
Úrslitið gjørdist, at Mortan Jo
hannesen og Tvøroyrar kommuna
fóru undir verkætlanina við Suðringi,
sum varð liðugur í oktober 1977.
Fá ár seinni tosaði Mortan aftur við
Tvøroyrar kommunu um møguleikan
at byggja eitt skip aftrat.
Í 1981 kom so Rankin, ið Sonni fór
at føra. Hetta gekk eisini óføra væl,
og í 1983 fiskaði Rankin yvir 3.000
tons.
Við Suðringi fiskaði Mortan tosk
undir Íslandi, meðan Sonni serliga fisk
aði kongafisk, blálongu og svartkalva
undir Føroyum. Sum árini gingu, fór
Suðringur eisini í størri mun at royna
undir Føroyum, tí nógv var at fáa av
djúpvatnsfiski.
Fakta
Smíðistaður/-ár:
Skála Skipasmiðja
(1977/1981)
Suðringur og Rankin
Rambler Rebel
Bilurin hesa vikuna er ein Rambler
Rebel hjá Torkil V. Hansen, sum koyrdi
á bilstøðin i Auto í Havn.
Rambler Rebel, ið vórðu framleiddir
av American Motors í USA, avloystu
í 1967 teir so væl kendu Rambler
Classic. Hesin Rambler Rebel er frá
umleið 1970.