Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juni 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. juni 2012 · Nr. 69 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo mánadagsblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Sjónvarpið hjá Kring­varp­ i­num hevur koyrt hart á Tórs­havnar kommunu í sam­ bandi við eitt byggimál – har kommunan sambært sjón­ varp­inum hevur góðkent vind­eygu, sum ikki liva upp til brunatrygdina. Býráðið aft­ur­vísir hesum. Í degi og viku fríggja­ kvøld­ið gjørdi sjónvarpið aft­ur nógv burtur úr – eis­ ini við grafikki. Men tey í sjónvarpinum halda op­ in­bært, at tað bara eru 12 býráðslimir í Havn. Men har eru altso 13, eins og tað hevur verið seinasta mans­ald­ur­in. Spurn­ing­ur­in er so, hví tey gloymdu sín egna starvs­fel­ aga, Jógvan Arge...? Um vikuskiftið hava vit sæð ein pol­ it­isk­an glantr­i­leik av tí aðru verð. Leið­ar­in í heims­ins størsta einaveldi hev­ur vitjað í kongaríkinum, og tað mátti hátíðarhaldast við promt og pragt við drotn­ing og løg­manni í før­oysk­um búna, sum vón­ar at skapa onkrur kin­versk sambond. Tíðindafundur var eingin, har donsku miðlarnir sluppu at seta við­kom­an­di spurn­ing­ar, sum til døm­is um Hu Jin­tao held­ur tað vera í fín­asta ord­an, at øll pol­it­isk mót­støða brut­alt verð­ur bard nið­ur í Kina, har fólk verða send í ar­beiðs­ leg­ur og fongs­ul. Miðl­ar­nir kundu eis­ini spurt, um tað er virðiligt, at tíggju­tús­unda­vís av fólki verða av­rætt­að hvørt ár í Kina. Ella um kin­verj­ar kundu hugsað sær eina frælsa pressu, sum hana, vit kenna í vest­ur­heiminum. Ella spurt Hu Jin­t­ao, hvat hann held­ur verða gal­ ið við trú­ar­frælsi, ella hvussu hann kundi hugs­að sær at hjálpt kúgaðu tibet­an­ar­u­num. Eisini kundu miðlanir spurt Hu Jin­tao, hvat hann ætlar sær at gera fyri, at Kina skal liva upp til mann­a­ rættindi. Ella hvussu við um­hvørv­ i­num? Kina dálkar illa, men held­ur alt loyn­i­ligt. Nær man Hu Jintao ætl­ar sær at greiða frá hesum, so far­ast kann und­ir at bøta skaðan? Men nei. Tað hevði verið for ó­be­hag­i­lgt fyri Helle Thorning- Schimidt og øll hini, um pressan fór at seta nask­ar spurn­ing­ar. So er lættari als ongar spurn­ingar at seta. Helle Thorning-Schmidt segði eft­ir fundin, at hon als ikki var í floyals­hands­kum. – Tað er ikki soleiðis, at vit ikki tora at siga okkara hugs­an við kin­ verj­ar. Vit hava hes­ar tríggj­ar dag­ ar­nar stríðst fyri at tryggja donsk bú­skap­ar­lig á­huga­mál – men eis­ini okk­ara hugs­an um manna­rætt­indi. Tað er ikki so, at vit ikki tora at siga okk­ara hugs­an við kin­verj­ar, segði Helle Thorning-Schmidt leyg­ar­ dagi­n. Og til spurningin um, hví hon ikki sig­ur tað akku­rát sum tað er við Hu Jin­tao, so svar­aði hon, at um Dan­mark vil siga kin­verj­um sína hugs­an um manna­rætt­ind­ini, so ger Dan­mark tað best við dialogi við kin­verjar... Soleiðis svarar ein politikari... Veru­leik­in er, at dan­ir – og før­oy­ ing­ar og øll onn­ur – leggja seg sker­ fløt fyri kapi­tal­i­num í Kina. At tað so hesa­ferð eru tað, sum vit fyrr kall­aðu »komm­un­ist­isk bøl­menni«, sum leggja sekt­in á manna­rætt­ind­i og fólka­ræði, tað hevur ongan týdn­ ing – um før­oy­ing­ar kunnu selja kin­verj­um laks, og dan­ir kunnu selja teim­um hita­pump­ur og termo­ stat­ar. Pengar lukta ikki. Heldur ikki um teir koma frá kúgandi komm­ un­istiskum ein­ræðis­harr­um... Mannarættindi í Kina hava ikki stóran politiskan áhuga Hendan Kalvan fekk Magni Blástein í Vestmannasundi í gjár. Kalvin tók eitt sílaflak á dorg. Tað tók eina góða løtu hjá Magna at møða fiskin, men aftaná tvey »útløb«, gav hann seg og kom upp. Kalvin var 186 cm langur og vigaði 80,4 kg. – Hettar er sostatt nýtt føroyskt met í Kalva, skrivar fiska.fo Nýtt føroyskt met: Kalvi við tráðu Skerfløt fyri kapitalinum Fríggjadagin var móttøka í Áar­stovu í sambandi við at nýggja instrumentalfløgan hjá Beintu Háberg Jacobsen kom út. Talan er um eina fløgu, har Beinta spælir egin løg, gosp­ el­løg og klassiskan tónleik á klav­eri. Jákup Zachariassen hev­ur framleitt fløguna – og sam­an við føroyskum og ís­ lendsk­um tónleikarum eru fleiri ymisk ljóðfør við á fløg­uni við tilsamans 17 fjøl­ broytt­um løgum. Beinta hevur spælt í mong ár, og er hon kend fyri sítt góða klaverspæl. Á mót­ tøkuni komu nógv fólk á gátt, og nógvar fløgur vórðu seld­ ar. Fløgan er at fáa í handl­u­ num. Fløgan hjá Beintu komin út Sjónvarpið gloymdi Jógvan Arge Sku­gga­ boks­ing í Degi og Viku Ingibjørg Berg kjak á síðu 10 Jørgen sigur ósatt Eyðgunn samuelsen kjak á síðu 9 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mynd: Polfoto Beinta Háberg Jacobsen hevði móttøku í sambandi við nýggju fløguna í Áarstovu fríggjadagin