Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juni 2012síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 18. juni 2012 · Nr. 69 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eyðun Klakstein (Barcelona) Sunnumorgunin kl. 7.30 fór eitt fullsett Airbus flog­far hjá Atlantsflogi úr Vág­um við kós ímóti spanska býn­um Barcelona. Hetta var fyrs­ta rutuflúgvingin hjá Atlants­flogi suður í Europa, og næstu mánaðirnar flýg­ur Atlants­flog hvønn sunnu­dag mill­um Føroyar og Barce­lo­ na. Ferðafólkini hendan dagin fóru frá gráum og ráum veðri við sjey hitastigum, og minni enn fýra tímar seinni kundu fólk spaka í 25 hitastigum í mið­býnum í Barcelona. - Hetta er ein stórur dag­ur fyri Atlantsflog og fyri Før­ oy­ar, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi. - Vit hava onkuntíð áður flog­ið til Barcelona, men hetta er fyrsta rutuferðin, og hetta er fyrstu ferð, at vit kunnu flúgva til Barcelo­na og heimaftur uttan at millum­ lenda fyri at taka olju. At vit kunnu flúgva beinleiðis uttan steðg ger tað meira økonm­iskt hjá okkum at flúgva, og at nýggja flogfarið tek­ur fleiri ferðafólk enn tey hini ger, at vit eisini kunnu bjóða kappingarførar prísir á farleiðini. Nevndarformaðurin í Atlants­flogi fegnaðist eisini um nýggju farleiðina. - Hetta gevur okkara kund­um eina munandi betri tæn­as­tu, og hetta er ein spenn­andi avbjóðing fyri bæði Atlantsflog og føroyska ferða­vinnu, sigur Bjarni Ask­ ham Bjarnason. - Umframt at hetta gevur før­oy­ingum ein heilt nýggjan møgu­leika at ferðast suður í Europa, so er tað eisini sera spennandi at hugsa um, at vit kunnu fáa fleiri ferða­ fólk til Føroya við hesi flúgv­ ingini, sigur hann. Góða móttøku Tað merktist umborð á flog­ fari­num, at hetta var ein søgulig løta. Lagið var gott á fólki, hóast tað var tíð­liga sunnumorgun, prát­ið gekk væl, og fólk hugn­aðu sær. Magni Arge helt eisini eina stutta talu fyri ferða­fólk­ unum, áðrenn hann bjóð­aði sjampanju og kransa­køku. Tá ið Airbus flogfarið lendi í Barcelona, tóku tveir brandbilar ímóti og sproyt­ aðu flogfarið undir í vatni. Í terminalinum vóru eisini um­boð fyri flogvøllin og heils­aðu upp á føroysku gest­ ir­nar, sum nú verða nógvir í tali á flogvøllinum. - Kenslan er, at heimurin er komin nærri okkum, tá ið tað ber til at koma til eina slíka destinatión upp á so stutta tíð. Hetta letur eisini upp ein nýggjan heim fyri okk­um, tá ið vit tosa um ferða­mynstur –bæði tá ið tað snýr seg um at flúgva før­oy­ingar suðureftir, og eisini tá tað snýr seg um at bygg­ja upp eina ferðavinnu við fólkum úr suðureuropa, sigur Magni Arge. Ger meira burturúr Undirtøkan fyri Barcelona- flúgv­ingini hjá Atlantsflogi hevur verið sera góð, og tað er við at verða útselt fyri summar­ið á hesi farleið. - Vit halda, at tað er grund­ar­lag fyri at víðka flúgv­ing­ina til Barcelona næsta ár. Vit hugsa um at byrja tíðliga í juni og leingja flúg­vin­g­ina heilt út í oktober mán­að næsta ár. Feriutíðin hjá spaniólum er út í hálvan sep­tem­ber mánað, og vit vita, at tað eru eisini nógvir før­oy­ ingar, sum vilja út at ferðast í ok­to­ber mánaði, sigur Magni Arge. - Vit ætla at leggja okk­um eftir at fáa fólk úr norð­ur­ spania til Føroya at ferðast. Í ár hava vit ikki selt so nógvar ferða­seðlar til spaniólar, men nú kunnu vit veruliga fara út og selja hesa farleiðina til kom­andi ár og kunna vísa á, at vit longu hava flogið eina sesong millum Føroyar og Barce­lona. Nýggj farleið Góða undirtøkan fyri Barce­ lona-farleiðini hevur givið Atlantslflogi mót upp á at flúgva meira suður í Europa. - Nú skulu vit eisini hygg­ja eftir øðrum ferða­ mál­um suðureftir – serliga í skúlaferiuni - tí áhugin hev­ur verið so stórur, at vit saktans kundu fylt eitt flog­ far afturat. Spurningurin er so, hvør destinatión tað so skal verða, og í løtuni sita vit og meta um, hvør tað skuldi verið okkurt stað í Italia, Frak­landi, Portugal ella onkra aðrastaðni í Spania, sig­ur Magni Arge. - Vit skulu finna fram til, hvar føroyingar hava hug at ferð­ast, men eisini hugsa um, hvað­ani vit kunnu fáa fleiri ferða­fólk til Føroya. eydun@sosialurin.fo Flúgvandi Barcelona-ferð Atlantic Sunnumorgunin fleyg Atlantsflog fyri fyrstu ferð rutuflúgving úr Føroyum beinleiðis til Barcelona. Undirtøkan fyri flúgvingini hevur verið so góð, at flogfelagið ætlar at leingi sesongina næsta summar og finna sær ein bý afturat í Suðureuropa at flúgva til