mánadagur 18. juni 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. juni 2012 · Nr. 69
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Fyritøkan
JT
electric
á
Kambsdali, sum ikki minst
er kend fyri sítt trolkamera,
hevur vunnið eina útbjóð
ing í Kanada, har ein gransk
ingarstovnur undir kanad
isku stjórnini skal hava
tvær kameraskipanir - og
fýra skipanir tilsamans - til
granskingarverkætlan í ark
tis.
Útbúnaðurin, sum verður
keyptur frá JT electric, verð
ur soleiðis ein partur av
granskingarútgerðini.
Ymiskir pakkar
Rúni Petersen er sølu-og
marknaðarleiðari av trol
kameranum,
og
hann
hevur eisini ábygdina av,
at menningin av eitt nú
kameranum ikki stagnerar,
men heldur fram.
- Vit hava vunnið útbjóð
ingina, sum kanadiski stat
urin skipaði fyri. Talan er
um tvær kameraskipanir og
tvær ljósskipanir.
Hann vísir á, at trol
kamera’ini hava innbygdan
ljósmøguleika, men í hesum
førinum vilja kanadiumenn
hava
eykaljós
innbygt
í
skipanina.
- Vit hava annars tríggjar
slíkar skipanir - ella pakkar
- við ymiskum møguleikum
í útboði, leggur Rúni aftrat.
Eisini í Japan
Umframt
at
selja
sínar
skipanir til føroysk reiðaríir,
hevur JT electric eisini selt
fleiri trolkamera til stóra
amerikanska
reiðaríið,
American Seafood Company
í Seattle. Men fyritøkan á
Kambsdali hevur eisini selt
skipanir til onnur lond, bæði
nær og fjar.
- Nú hava vit so eisini
fingið okkara fyrsta sáttmála
í Japan, og hesin sáttmáli
kom í lag í sambandi við eina
messu í Danmark, sigur Rúni
Petersen.
Nógv orka
JT electric hevur luttik
ið á ymiskum fiskivinnu
stevnum, har framleiðarar
og útbjóðarar sýna fram
sínar vørur, eins og keyparar
leita fram við at síggja tað
nýggjasta innan tøkni.
Fyritøkan, sum seinnu
árini hevur lagt nógva orku
í trolkameraið, hevur eisini
luttikið á fiskivinnustevnuni,
Pacific Marine Expo í Seattle.
Vilmund Jacobsen
- Tað, sum er rættiliga
áhugavert við trolkamera
num og marknaðinum í
USA, er, at kameraið bæði
kann brúkast til at justera
veiðireiðskap,
soleiðis
at
hann roynist optimalur og
mest møguligur fiskur kem
ur í trolið. Í aðrar mátar
kann tólið eisini brúkast í
arbeiðnum at menna skipan
ir við ymiskum skiljiristum,
soleiðis at óynsktur fiskur
fer
útaftur,
sigur
Rúni
Petersen.
Hann vísir á, at við
allari nýgerð og menning
av tøkni til veiðiliðið er
neyðugt at hava neyvt sam
starv við vinnuna og teir
myndugleikar, sum varða
av stovnsrøkt. Tað hevur JT
Electric eisini havt, síðan
fyritøkan fyri eini 5-6 árum
síðan
fór
undir
áhuga
verdu
verkætlanina
við
trolkameranum.
Viðskiftafelag
- Høvuðsorsøkin til, at vit
hava luttikið á fiskivinnu
framsýning í so fjarskotnum
heimsparti sum Seattle, er, at
vit hava eitt av okkara bestu
viðskiftafeløgum har yviri,
nevniliga American Seafood
Company. Hetta felag hevur
fleiri
stórar
verksmiðju
trolarar, og nøkur skip hjá
hesum felag brúka okkara
trolkamera, sum teir eru
avbera væl nøgdir.
Rúni leggur aftrat, at sam
starvið millum JT electric og
fiskivinnufelagið í Seattle
byrjaði, tá amerikumenn um
norskt felag, sum seldi teim-
um trol, frættu um kameraið.
Stovnsrøkt
- Kring um allan heim verður
nógv gjørt burtur úr at verja
fiskastovnar, sum eru illa
fyri – ella, sum mett verður
ikki skulu troytast, tí teir eru
grundarlagið undir øðrum
stovnum og lívi í havinum
annars.
Rúni Petersen sigur, at
trolkameraið soleiðis eisini
er eitt týðandi amboð í
strembanini eftir at gera
fiskiveiði so skynsama sum
yvirhøvur gjørligt.
- Kameraið gevur soleiðis
eina góða mynd av, hvussu
ein skiljirist virkar í verki, og
hvussu hon møguliga kann
gerast enn betri, sigur hann.
Trolkamera til vernd av fiskastovnum
Rúni Petersen sigur, at trolkameraið, sum JT electric framleiðir, eisini er eitt týðandi
amboð í strembanini eftir at gera fiskiveiði so skynsama sum yvirhøvur gjørligt
JT electric vunnið
útbjóðing í Kanada
JT electric á Kambsdali hevur verið nógv úti um seg við sínum framkomna trolkamera,
ið selt er víða um lond. Samstundis, sum fyritøkan hevur vunnið eina útbjóðing hjá
kanadisku stjórnini, hevur JT electric eisini selt sítt fyrsta trolkamera til Japans
nú hava vit so eisini
fingið okkara fyrsta
sáttmála í Japan
Rúni Petersen