mánadagur 18. juni 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 18. juni 2012 · Nr. 69
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Nú fer Landsverk undir eitt
umfatandi arbeiði at gera
Hvalbiartunnilin tryggari og
lættari at koyra ígjøgnum.
Kári P. Højgaard, lands
stýrismaður
í
innlendis
málum sigur, at á fíggj
arlógini í ár eru tríggjar
milliónir krónur settar av til
Hvalbiartunnilin.
Spurningurin er, hvussu
tær skulu brúkast, um tað
skulu brúkast til at projek
tera ein nýggjan tunnil ella
um tær skulu brúkast til at
bøta um umstøðurnar í tunli
num, sum er.
Hann staðfestir, at sam
gongan er samd um, at tann
næsti tunnilin, sum verður
gjørdur, verður til Viðareiðis.
Sostatt er greitt, at tað
verður ikki farið undir ein
nýggjur Hvalbiartunnil fyrr
enn í 2018.
- Hildið verður ikki at tað
er skilagott at projektera
ein nýggjan tunnil so langt
áðrenn hann skal gerast,
sigur Kári P. Højgaard.
- Tað er lítið høpi í at pro
jektera ein nýggjan tunnil
nú, tí vit vita, at hann verður
ikki gjørdur hesi næstu árini
kortini.
- Tískil havi eg gjørt av,
at peningurin ístaðin skal
brúkast til at bøta um um
støðurnar í tunlinum, sum er.
Landsstýrismaðurin legg
ur afturat, at hetta er ein
avgerð, sum er tikin í sam
ráð við landsverk og borgar
stjóran í Hvalba.
Tryggari og betri
Av teimum trimum millió
nunum, sum eru til taks til
Hvalbiartunnilin í ár, skal
eitt sindur brúkast til at gera
jarðfrøðiligu kanningarnar í
samband við tann nýggja
tunnilin, lidnar.
Men nógv tann størsti
parturin skal brúkas til at at
bøta um umstøðurnar í tunli
num.
Í hesum sambandi skulu
víkiplássini í tunlinum ger
ast størri og tunnilin skal
tettast betri.
Harumframt
skulu
rýmingarljós, telefonir og
eldsløkkjarar setast upp í
tunlinum og harafturat skal
útgerð setast upp so at radio
og fartelefon hoyrist ígjøg
num allan tunnilin.
Liðugt í ár
Kári Post sigur, at farið verð
ur undir arbeiðið í næstu
framtíð og at tað skal vera
liðugt í ár.
Frammanundan er frí
hæddin hækkað 50 senti
metrar, so hon nú er 3,5
metrar
Kári P. Højgaard leggur
kortini dent á, at hetta
skal ikki skiljast sum um
at ætlanin at gera nýggja
Hvalbiartunnil er slept ella
útsett enn meiri.
- Ein nýggjur Hvalbiar
tunnil er á langtíðarfíggjar
ætlanini. Tað, sum nú verður
gjørt, er bara ein roynd at
bøta um umstøðurnar, so at
hann verður tryggari og lætt
ari at koyra ígjøgnum hesi
árini, til tann nýggi tunnil er
komin, sigur landsstýrismað
urin.
Áki Bertholdsen
- Nøkur hava spurt, men ong
in hevur bjóðað!
So stutt og greitt tekur
Regin Jacobsen, stjóri á
Bakkafrost, samanum, tá ið
hann verður spurdur, um
nakar áhugi er fyri at keypa
stóra
flakavirkið
í
Vági,
Bakkafrost.
Tað
stóra
flakavirkið
í Vági, sum upprunaliga
nevndist Polarfrost, hevur
staðið tómt í fleiri ár.
Tað hevur havt eina um
skiftiliga lagnu.
Tá ið at kalla øll fiskivinn
an í landinum fór á húsagang
tíðliga í nítiárunum, endaði
tað hjá Fiskavirking.
Av og á var arbeiði á virki
num, men yvirhøvur lá tað
stilt í fleiri ár.
Tískil endaði tað sum
laksavirkið, men tá ið ILA
jarðlegði føroysku alivinnu
na, gekk tað heldur ikki long
ur og virkið lukkaði aftur.
Tað ljóðaði, at stórur
áhugi var fyri at keypa, men
Fiskavirking noktaði at selja
tað til virksemi, sum var í
kapping við Fiskavirking.
So fór Fiskavirking á
heysin og tá keypti Faroe
Farming, sum Havsbrún átti
stóran part í, virkið.
Men síðani hendi tað, at
Faroe Farming endaði hjá
Bakkafrost í sambandi við, at
Bakkafrost keypti Havsbrún.
Ongin einstøk fyritøka
hevur loyvi at eiga meiri enn
50% av føroysku aliloyvu
num, men nú Bakkafrost
ognaði sær Faroe Farming,
varð markið sprongt.
Tískil varð Faroe Farm
ing aftur selt burtur úr
Bakkafrost til eitt felag, sum
Tjaldur eigur 51% í og Bakka
frost eigur 49% í.
Vælkomin at bjóða
Men tá ið virkið endaði í
hondunum á bakkafrost,
staðfestir Regin Jacobsen,
stjóri rættiliga skjótt, at
fingu tey eitt boð, sum kundi
góðtakast upp á virkið í Vági,
vóru tey sinnað at selja.
- Vit seta ongar treytir til
ein keypara uttan tað, at vit
semjast um ein prís, segði
Regin Jacobsen.
Men síðani er at kalla
onki hent.
Stjórin í Bakkafrost sigur,
at lítil og ongin áhugi hevur
verið fyri virkinum.
- Onkrir einstakir fyri
spurningar hava verið, men
heldur ikki meiri enn tað.
- Onki ítøkiligt er hent og
onki tilboð er komið, leggur
hann afturat.
Í løtuni er nevnd og leiðs
la í Bakkafrost eisini nevnd
og leiðsla á Faroe Farming,
men tað skal ikki halda fram
í sambandi við, at Faroe
Farming er selt einum nýggj
um felagi.
Tískil skal nýggj nevnd
veljast fyri Faroe Farming.
- Tað verður í næstum og í
sambandi við, at tann nýggja
nevndin skal leggja virk
semið í Suðuroy til rættis, fer
fer hon so eisini at umrøða
spurningin um, hvat skal
gerast við virkið í Vági , sigur
Regin Jacobsen
- Men vit hava sagt, at vit
lurta eftir tilboðum upp á
virkið í Vági og tað stendur
við, leggur hann afturat.
Hvalbiartunnilin
gerast nýmótans
TRYGDARÚTGERÐ Nú skulu umfatandi ábøtur gerast í Hvalbiartunlinum fyri at bøta um trygdina og ferðsluna
Hvalbiartunnilin er trongur og myrkur og har er als ongin trygdarútgerð
yvirhøvur. Men nú verður bøtt um tað so at hann verður brúkiligur
hesi næstu árini, til ein nýggjur tunnil er gjørdur
Trongur og myrkur
Lítil áhugi at keypa
flakavirkið í Vági
POLARFROST Ongin hevur bjóðað upp á flakavirkið
í Vági, sigur stjórin á Bakkafrost
Ongi tilboð
Enn er ongin áhugi at keypa stóra fiskavirkið í Vági. Myndina tók Erik Christensen