mánadagur 18. juni 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. juni 2012 · Nr. 69
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
Seinastu árini hevur verið
arbeitt við at endurbyggja
gamla býlingin »heima í Húsi«
úti í Koltri. Tað er P/F H. V.
Lützen, entrepenørur, sum
hevur staðið arbeiðinum fyri
Koltursgrunnin. Øll fíggingin
– fimm milliónir krónur – er
fingin til vega gjøgnum A. P.
Møllergrunnin.
Fríggjadagin koma so um
boð fyri A. P. Møller til Føroya
í sambandi við hátíðarhaldið
fyri innbodnum, sum verður
fríggjadagin.
Verkætlanin byrjaði í 2009
og verður liðug 21. juni eftir
avtalu við arbeiðstakaran H.
V. Lützen P/F entreprenør,
sum vann kappingina um
verkætlanina og hevur stað
ið fyri endurbyggingini. Tað
er Koltursgrunnurin, sum
hevur til endamál at endur
byggja fornminnini í Koltri,
sum lat verkætlanina gera
og søkti fígging úr ymiskum
grunnum. Eftir at umboð
fyri A. P. Møller høvdu verið
í Koltri og vitjað, játtaði
grunnurin
100%
fígging
til verkætlanina, sum nú
stendur liðug um fáar dagar.
Elsta búsetingin í Koltri
er Heimi í Húsi, og A. P.
Møllerverkætlanin
fevnur
um fimm bygningar, sum
ávikavist eru innrættaðir og
endurreistir.
Tað eru serliga fornu
bóndahúsini Niðri í Húsi og
Uppi í Búð, sum hava verið
stóru avbjóðingarnar í hesi
verkætlanini. Men eftir at
hoyggjhúsið, Kolluneystið og
Staphúsið eisini eru endur
reist, fær býlingurin aftur sítt
einastandandi heildarskap.
Eftir
sjógøtuni
fram
við Lónni og Svartaneysti
verður tann vitjandi so við
og við drigin aftur í forna
bóndasamfelagið við øllum
tí, sum hartil hoyrur. Einki
er eftirgjørt, alt er uppruna
ligt. Her kann tann vitjandi
uppliva forna bóndasamfe
lagið frá fjøru til fjals. Eitt
útisavn sum ikki eigur sín
líka.
Í samband við endur-
byggingarnar hevur Føroya
Fornminnissavn gjørt forn
frøðiligar kanningar og út
grevstur. Sum skilst varð
okkurt áhugavert fund gjørt,
men einki ítøkiligt úrslit fyri
liggur enn av kanningunum.
Hósdagin komandi 21. juni
verður formella handanin av
verkætlanini. Fríggjadagin 22.
juni verður hátíðarhald fyri
innbodnum, og leygardagin
fær almenningurin høvi at
vitja í Koltri. Nærri upplýs
ingar um skrá og flutnings
møgulleikar kunnu síggjast í
skránni eitt nú á heimasíðuni
www.koltur.com
Skráin leygardagin byrjar
í Kirkjubø, har fríggingarbát
urin hjá Niclas í Koltri, sum
hann smíðaði í Koltri í 1927,
verður flotaður og rógvin út
í Koltur. Klokkan 13 verður
báturin rógvin inn á Lónna
ella Sandin, har Jógvan Arge,
formaður í mentunarnevnd
Tórshavnar Kommunu held
ur røðu. Síðani verður báturin
drigin niðan í Svartaneyst,
har hann skal verða sum ein
liður í savninum í Koltri.
Í Koltri hevur av fyrstantíð
bert verið tann eini garð
urin, Heimi í Húsi, við 16
mørkum í jørð. Hesin garður
var tíðliga í tíðini býttur í
tveir áttamarkagarðar, og
annar bóndin setti tá búgv
Norðuri í Gerði.
Hetta var støðan í 1584,
sum vit síggja í elstu varð
veittu
jarðbókini.
Báðir
garðarnir vóru tá kongs.
Helst er øll jørðin vorðin
kirkjuogn tíðliga í miðøld
og er eftir siðaskiftið kom
in undir kong.
Í 17. øld
vóru garðarnir festir fleiri
monnum, og grundarlagið
undir teimum 4 húsunum,
sum fram til okkara tíð
hava verið í Koltri, var tá
lagt. Hesa seinastu øldina
hevur
verið
samanlagt,
fyrst til tvey og seinni árini
aftur til eitt festi.
Bøurin er inngirdur við
hagagarði, geilagarði og
fjørugarði. Stórur partur av
bønum liggur enn í teiga
lendi. Hetta er helst størsta
teigalndi, sum varðveitt er
í Føroyum - ein sjálsom og
vøkur sjón, sum uttan orð
lýsir tað ófatiliga arbeiði,
sum í forðum er lagt í
føroyskt jarðarbrúk.
Geilin liggur gjøgnum
bøin úr heimrust og út
í hagan og er enn púra
skillig at síggja. Har sæst
eisini okkurt gásarhús og
barkhella.
Á heimrustum
hava húsini altíð staði. Har
setti fyrsti bóndin í Koltri
búgv Heimi í Húsi, og har
hava bøndurnir búð maður
eftir mann til okkara tíð.
Nú er Koltur fest einum
bónda, sum hevur sett búgv
Norðuri í Gerði.
Flestøll
hús og fornminnir eru
friðað sambært lóg, og
umráðandi er at varðveita
hetta óspilta stað sum
minni um farna tíð. Avrátt
er millum bóndan og forn
minnamyndugleikarnar
at varðveita stóran part
av teigalendinum, og um
vælingar og endurbygg
ingar eru í gerð. Serliga er
tað býlingurin Heimi í Húsi
sum hevur størsta áhugan.
Hava endurreist býlingin
»Heimi í Húsi« í Koltri
FORNMINNI Verkætlanin at endurbyggja býlingini »heimi í Húsi« í Koltri, er nú um at verða liðug – og um
vikuskiftið verður hátíðarhald í oynni, fríggjadagin fyri innbodnum og leygardagin fyri almenninginum
Hægsta fjall:
Uppi á Oyggj 477 m,
Úti á Fjalli 101 m.
Markatalsbygd:
Nr. 34, 17 merkur í jørð.
Koltur fekk altjóða vistfrøðiliga váttan 2004
Innangarðs:
Ca. 12 ha dyrka jørð.
Elveiting:
220/380 V. egið dieselverk 25 kVA. www.
sev.fo
Fakta
Søga: Bert ein garður var í Koltri
Bjørn Patursson í býlinginum Heima í Húsi í Koltri. Teir leggja síðstu hond á arbeiðið, sum skal vera liðugt hósdagin
Mynd: Eirikur Lindenskov