Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juni 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. juni 2012 · Nr. 69 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið effo-deildin 12. umfar Pætur Albinus Tað vóru frálík fótbóltslíkindi við Margáir leygarkvøldið, har eitt nærmast ótakandi oddalið fekk Víking á vitjan. EB/Streymur var tó nakað skert og vóru teir uttan Egil á Bø og Pætur Dam Jacobsen, men tað var Víkingur hinvegin eisini. Teir vóru uttan Hanus Jacobsen og Lasse Qvist. Tórgarð vísti stórspæl Tað var Víkingur, sum frá byrjan tóktist at hava sett sær eina beina kós mótvegis EB/Streyma-mál­ inum. Samanspælið riggaði væl og tað gav úrslit longu eftir fimm min­utt­um, tá ið Bárður J. Hansen sendi eitt gott innlegg úr høgru síðu innfyri málið, har Hjartvard Hansen var hægstur og stútaði bólt­inum mótvegis málinum. René Tórgarð hálvbjargaði skotinum, men bólturin smeig sær inn um mál­ strikuna og so var 1-0 til Víking. Víkingur gavst ikki við at leggja trýst á verjuna hjá heimaliðnum, sum sá nakað kroyst út uttan verju­ kempuna, Egil á Bø. Málskjúttin, Hjartvard Hansen, var eyðsýndur í fyrra hálvleiki, og teir tíggju minuttirnar eftir málið var hann um reppið at gerast tví­ faldur málskjútti. Fyrst stútaði hann bóltin omanfyri málið, og løtu seinni smekkaði hann til, men René Tórgarð var fyri. René Tórgarð hevði úr at gera og vísti stórspæl. Liðfelagar hans­ ara spældu hinvegin ikki eins væl, og góða smáspælið, sum vit kenna so væl frá EB/Streymi, var ikki til at fáa eyga á. Hetta merkti somu­ leiðis, at tað var sera soltið við mál­ møguleikum hjá teimum. Tríggjar minuttir fyri hálvleik var Fritleif í Lambanum um repp­ið at økja um leiðsluna, men stongin var fyri og syrgdi fyri, at hálv­leiks­ støðan var 1-0 til Víking. EB/S betur við Í seinna hálvleiki riggaði smáspælið hjá EB/Streymi nakað betur, men teir høvdu framvegis ilt við at skala eina væl spælandi verju hjá Víkingi, sum dugdi væl at nápa bóltin frá EB/Streymi. Eitt korter inn í seinna hálvleik var tað tætt við, at ein eyðsýndur Kaj Leo í Bartalsstovu økti um leiðsl­una hjá Víkingi. Hann setti ein leikara av á miðum vølli og lang­aði eitt langskot úr 20 metrum á tvør­ træið. Hesa løtuna mundu teir úr Víkingi iðra seg um, at bæði stongin og tvørtræið forðaðu fyri, at teir ikki høvdu økt. EB/Streymur royndi at leggja trýst á Víking, og hóast tað gekk striltið, so vóru teir um repp­ið at javna í fleiri atløgum í somu støðu. Tað var eftir eitt horna­sparks­inn­ legg, at bólturin gjørdist leysur í felt­inum og EB/Streymur fekk fleiri skot­royndir, men teir úr Víkingi vardu væl fyri tætt undir málinum og tað endaði við, at Geza Turi fekk bóltin í føvningin. Tíggju minuttir fyri leiklok hevði Arnbjørn Hansen eina skotroynd, men bólturin endaði omanfyri málið. Í einum ferðmiklum og undir­ haldandi dysti var tað ein sann­ roynd, at EB/Streymur ikki fekk fram­leitt eins nógvar møguleikar, sum teir vanliga gera og í løtuni út­nevnir teir til vandamesta liðið í deild­ini, meðan Víkingur eyðsæð hevði lisið væl upp á heimaarbeiðið og spældi ein taktiskt góðan dyst. Lønin var ein uppiborin 1-0-sigur, sum merkir, at teir nú bara eru tvey stig frá EB/Streymi, sum fyri fyrstu ferð í 10 dystir í Effodeildini mátti lúta. albinus@sosialurin.fo So tapti EB/Streymur Fótbóltur Fyri fyrstu ferð í 10 dystir mátti EB/Streymur av vøllinum sum tapari, tá ið teir leygardagin máttu lúta 0-1 fyri Víkingi heima við Margáir. Teir halda tó fast um oddasessin Mynd: Álvur Haraldsen