mánadagur 18. juni 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 18. juni 2012 · Nr. 69
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
effo-deildin 12. umfar
Hilmar Jan Hansen
Klokkan tikkaði fram ímóti teimum
90 minuttunum, tá Kristoffur eftir
enn eitt miseydnað B36-álop fekk
fatur í bóltinum afturi í høgru síðu
og valdi at seta ferð á frameftir eina
seinastu ferð. Hann fór fram við
einum og tveimum monnum, uttan
at nakar gjørdi nakað serligt fyri at
steðga honum, og so var sjálvandi
bara at halda fram.
At enda sendi hann bóltin
tvørturum
til
liðformannin,
Hjalgrím Elttør, ið hevði strítt
seg framvið, men hann orkaði
ikki ordiliga at seta trumf á, so
tað bleiv eitt millumting millum
eitt skot og eina sending aftur til
Kristoffur, ið hinvegin var púra
kaldur og smekkaði bóltin í málið –
til ovurstóra gleði fyri klaksvíking
arnar, sum annan leygardagin á rað
fingu trý stig at gleðast um.
Hinvegin var ikki nógv at frøast
um hjá vertunum, ið høvdu yvirvág
so at siga allan seinna hálvleik – og
serliga ímóti endanum, tá KÍ-ararnir
vóru fullkomuliga sperlaðir – men
teir í B36 dugdu bara ikki at finna
málið. Tá kann tað vera so skjótt,
at tú verður revsaður í hinum end
anum.
– Vit taptu tað uppá býttheit
í fyrra hálvleiki. Vit vístu annað
spæl í seinna hálvleiki, har vit
høvdu tamarhald á øllum, men
fingu bara ikki mál. Og tá teir skor
aðu upp á lítið og einki, so varð tað
øgiliga trupult hjá okkum, segði
liðformaðurin hjá B36, Jákup á
Borg.
– Hetta var ein dystur, har vit
skuldu havt koyrt tað heim í seinna
hálvleiki. Men akkurát nú eru vit
ein bunki av amatørum, sum ikki
hava uppiborið annað enn at liggja,
har sum vit nú liggja.
25 góðir minuttir
Dysturin byrjaði annars rættiliga
linliga, og gott og væl fyrsta
korterið hendi ikki tað stóra. Men
so fekk B36 eitt fríspark í høgru
síðu miðskeiðis á KÍ-hálvuni, sum
Súni Olsen slapp at skjóta. Við
sínum eyðkenda stíli sendi hann
bóltin væl inn í brotsteigin, og har
var Dánjal Rói Olsen hægstur og
skallaði í málið til 1-0. Minti ikki
sørt um EM-málið hjá Andy Carroll
ímóti Svøríki…
Hetta málið var akkurát tað, sum
dysturin hevði brúk fyri, tí nú kom
líkasum lív í báðar partar. Bæði
B36 og KÍ gjørdust meira miðvís
í spælinum og tað hekk betur
saman hjá báðum liðum, ið royndu
at fara eftir møguleikunum, tá tað
eydnaðist at fáa bóltin fram á vøllin.
Síðstu 25 minuttirnir av dystinum
blivu klárt meira undirhaldandi,
enn teir fyrstu 20 høvdu verið tað.
Tá hálvur tími var spældur, fekk
KÍ javnað til 1-1 við einum rættiliga
løgnum máli, ið B36-málverjin,
Meinhardt Joensen, onkursvegna
má taka á sín kappa. Helst var
talan um eitt innlegg frá Heðini á
Lakjuni, men tað lá so mikið væl, at
tað slapp at sigla allan vegin inn í
málið.
B36 fekk skjótt svarað aftur, tí
minni enn tríggjar minuttir seinni
endaði eitt hornaspark í høgru
síðu við, at Atli Danielsen slapp at
standa púra leysur og ódekkaður
mitt inni í KÍ-brotsteiginum, har
hann hevði ivaleysa góðar stundir
at seta bóltin í málið. Fult av bláum
var har á leiðini, men eingin sá Atla
sum sína verjuuppgávu, og so var
2-1 til B36.
Vakrasta málið
Hetta var eisini støðan, til fimm
minuttir vóru eftir til hálvleiks. So
hendi nakað løgið, tí B36-málverjin
royndi at signalera, at ov lítil luft
var í bóltinum, men valdi so ta
løgnu loysnina at gyppa hann út
av vøllinum, so KÍ fekk innkast.
Ein skaddur bóltur er ikki nøkur
»fair
play«-støða,
so
sjálvandi
tóku klaksvíkingar sítt innkast og
koyrdu bóltin ímillum sín í eina
løtu – uttan at nakar B36 slapp at
nerta hann, fyrr enn hann skuldi
takast úr málinum.
Henda útjavningin til 2-2 má
hava verið higartil vakrasta mál
ið í hesum kappingarárinum, ið
spurdist burtur úr eini so sera
beinraknari sending úr vinstru
frá Hjalgrím Elttør fram í høgru
síðu,
har
Álvur
Christiansen
var komin fram av bakkinum,
tamdi hegnisliga við bringuni og
heilfluktaði mitt í málið, heilt uppi
undir yvirliggjaranum.
– Vit vóru ræðuliga kroystir
ímóti endanum, so vit fingu ikki
spælið ordiliga at koyra. Men vit
hildu tætt og koyrdu eitt sindur
upp á kontra ímóti endanum. Tað
lukkaðist so, segði Álvur, ið ikki
hevði stórvegis hug at reypa av
sínum fantastiska flotta máli til 2-2,
ið man vera higartil besta boðið upp
á ársins mál í Effodeildini higartil.
– Tað sá kanska flott út hjá mær,
men eg haldi, at tað allarflottasta
var sendingin frá Hjalgrími. Hjá
mær var tað bara at seta bóltin inn,
tí eg sá, at Meinhardt stóð langt úti,
so eg skuldi bara fáa bóltin inn um
hann.
hilmarjan@sosialurin.fo
Kristoffur koppaði B36
Effodeildin Hóast B36 hevði bóltin tað mesta av tíðini í seinna hálvleiki, dugdi KÍ betur at goyma
kreftirnar – og serliga Kristoffur Jakobsen, sum í evstu løtu avgjørdi dystin til fyrimuns fyri gestirnar
Tróndur Arge – Gundadalur
Tað var ongantíð nakar ivi um
hvør fór at vinna dystin í Gundadli
sunnudagin. FC Suðuroy hevur
tunnan hóp og tá menn sum Heini
Vatnsdal, Poul N. Poulsen og Sasa
Kolman ikki eru tøkir, so er tunt.
Álopini skolaðu oman móti
Stanislav Kuzman og ungu verjuni
hjá FC Suðuroy, sum í ein hálvan
hálvleik megnaði at standa í móti
trýstinum. Miðskeiðis í seinna
hálvleiki gekk tó ikki meir, tá
Christian
R.
Mouritsen
sendi
eina langa neyva sending inn í
brotsteigin, har Símun Samulsen
kom rennandi upp á tvørs frá
vinstru til høgru. Hann tamdi
bóltin við bringuni og so var lætt
at skjóta bóltin í málið.
Nú bíðaðu tey flestu bara eftir
at FC Suðuroy fór at skrambla
saman, men so var ikki.
Rangstøða og
veikleikar hjá HB
HB hevði í dystinum móti EB/
Streymi fyri viku síðan stórar
trupulleikar av skjótálopum. Liðið
tykist ikki at hava røttu javnvágina,
tá teir skulu umstilla seg eftir at
hava mist bóltin í uppspælinum.
Hesa ferð var tað serliga ótømandi
orkan hjá løgreglumanninum í
høgra borði, sum gav verjuni hjá
HB trupulleikar.
Vinstri bakkur hjá HB er fram
rættaði Alex Jose dos Santos. Og
tá HB hevur fer í álop, so fer hann
við. Góði bóltførleikin og neyvu
sendingarnar geva nógv í fram
rættaða spælinum, men í verju
partinum manglar hann. Ella liðið
megnar ikki at fylla tað holið, sum
íkemur tá hann fer í álop.
FC Suðuroy hevði upp í tríggjar
stórar málmøguleikar fyri hálvleik.
Serliga aftaná ein hálvan tíma stóð
nógv á. Palli Augustinusen fór tví
sporandi avstað í høgru og legði
innfyri til ein púra frían John T.
Poulsen, sum trillaði bóltin í málið.
Tíverri fyri John T. Poulsen og FC
Suðuroy, so hevði hjálpardómarin
flaggið á lofti og veittraði fyri
rangstøðu. Hetta vóru gestirnir úr
suðri als ikki samdir í. Talan var
um eina avlevering upp á tvørs
og FC suðuroy spælararnir mettu
tað als ikki vera møgulig hjá John
T. Poulsen at verða rangstaddur í
støðuni.
Seinasta korterið høvdu John
T. Poulsen og Jón Krosslá Poulsen
hvør sín málmøguleika, men tá vildi
bólturin ikki inn.
– Tað er rætt at vit høvdu nakar
málmøguleikar, men fór vit til
hálvleiks við eini leiðslu, so hevði
talan verið um tjóvagóðs, helt Jón
Krosslá Poulsen skemtiliga fyri
eftir dystin.
HB var bæði leikliga omaná og
hevði fleiri málmøguleikar.
HB avgerð
Í seinna hálvleiki setti HB ferðina
upp, meðan tað eisini gjørdist al
samt meiri greitt hví FC Suðuroy
liggur niðast. Eitt lítið korter inn
í seinna hálvleik kemur Símun
Samuelsen í góða skot støðu í brots
teiginum, men velur heldur at taka
eitt trekk og so er vegurin til málið
púra opin, tí bæði verjuleikarar og
málmaðurin vóru snýttir.
Tíggju minuttir fyri tíð skrædn
aði av álvara hjá FC Suðuroy. Fyrst
skoraði Tróndur Jensen dagsins
mál, tá hann mitt fyri uttanfyri
brotsteigin smekkaði bóltin í mál
hornið til 3-0. Miðvallarin hevur
skotið okkurt líknandi mál fyri HB,
síðani hann í fjør gjørdi vart við seg
á besta liðnum.
Tveir minuttir seinni fór Hendrik
Rubeksen um koll í brotsteiginum
og
so
var
brotsspark.
Fróði
Benjaminsen umsett trygt til 4-0.
Hann meddaði bóltin í nettakið.
Símun Samuelsen økti til 5-0 úr
spískum í vinstru, áðrenn Hendrik
Rubeksen setti punktum við máli
til 6-0.
6-0 og hvat so?
Tað var gott lag á HB viðhalds
fólkunum eftir stórsigurin. Tveir
ósigrar á heimavølli hava skumpað
HB niðureftir á stigatalvuni, men
við sigrinum er vend komin í. Men
tað er ivasamt hvussu nógv HB skal
leggja í sigurin. FC Suðuroy hevur
bara fingið trý stig í ár og tað sigur
nógv um støðun hjá felagnum.
HB spældi væl, men sigurin var
altíð eitt krav. Komandi dysturin
er móti Víking í Gøtu. Vøllurin er
skiftur og tað er til tað betra fyri
føroyska fótbólt og ikki bara fyri
HB, sum roynir at leggja seg eftir
at spæla bóltin eftir jørðini heldur
Símun Samuelsen fyri.
– Tað var ógjørligt at spæla á
gamla vøllinum, men hetta er ikki
ein fyrimunur fyri okkum. Víkingur
hevur fleiri góðar bóltspælarar
og tað fer eisini at gagna teimum,
sigur Símun Samuelsen um dystin
komandi umfar.
Fyri FC Suðuroy sær uppgávan
vónleys út, men Jón Krosslá
Poulsen hevur enn eina vón.
– Tað sær einki serligt út, men
vónandi verða allir menn klárir
til komandi umfar, sum er móti
EB/Streymi á jóansøku. Fáa vit
fýra stig móti EB/Streymi og KÍ
undan summarferiuni, so er tað
ikki ógjørligt, sigur Jón Krosslá
Poulsen.
trondur@sosialurin.fo
Fótbóltur Símun Samuelsen skoraði hattrick, tá HB vann ein lættan stórsigur á botnliðnum FC
Suðuroy. Hóast HB var greitt omaná, so var um reppið at FC Suðuroy var á odda í hálvleikinum
Símun søkti FC Suðuroy