Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juni 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. juni 2012 · Nr. 69 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Pætur Albinus TB var undan dystinum sera væl koyr­andi og hevði bara tapt ein av teim­um seinastu átta dystunum. Hetta vitnar um eina góða form­ kurv, men teir skuldu ikki fáa lætt ímóti einum berjandi NSÍ-liði, sum ungir og treiskir kýta hvørja lykkju í kroppinum eftir at fáa stig burtur­ úr. Og teir høvdu tørv á teimum. Eitt mál í part TB lá kanska heldur óvæntað nakað afturliga á vøllinum frá dystar­byrjan, men við einari sterkari miðverju er tað kanska ikki nakar beinleiðis vandi ikki at vera spælstýrandi, somuleiðis sum teir hava eina styrki í sera kvikum leik­arum, tá ið møguleikin umvegis skjót­álop býðst. NSÍ vann sær tó ikki nógv vanda­ meiri enn nøkur hornaspørk fyrstu løtuna, og tá ið TB fekk bóltin, var ein væl upplagdur Gilli Sørensen ein støðug hóttan. NSÍ hevði sum heild yvirtakið í fyrra hálvleiki, og tað var ikki óuppiborið, at teir komu á odda tá ið 39 minuttir vóru leiktir. Jann Martin Mortensen, sum henda dystin spældi á vonginum, legði eitt gott innlegg inn í TB-brotsteigin, har mál­revurin Klæmint A. Olsen við høvd­inum hegnisliga stýrdi bóltin í mál­hornið til 1-0 til gestirnar. Hetta fekk lív í TB-leikararnar, sum vóru skjótir at svara aftur. Gilli Sørensen lá enn einaferð framvið, og tá ið Helgi L. Petersen misti fótafestið, gjørdist hann púra leysur. Hann sveik ikki álitið og til stóra frøði fyri væl uppmøttu heima­áskoðarafjøldina sendi hann bóltin í netið til 1-1, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan. NSÍ avgjørdi Frá byrjan í seinna hálvleiki var tað eyðsæð, at liðini ikki vóru nøgd við at býta stigini ímillum sín, men heldur ætlaðu sær øll trý stigini. Tað var ein ferðmikil og hendingarrík byrjan, ið borðreiddi við nógvum mál­møguleikum. Málskjúttarnir, Klæmint A. Olsen og Gilli Sørensen, lógu báðir framvið at leggja sítt lið á odda, somuleiðis sum Magnus Olsen bara var eina stórbjarging frá Ivan Stojkovic at senda eitt frí­spark beinleiðis í málið. Eisini Bojan Timic var nær við eftir frálíkt langskot, men Kristian Joensen vildi ikki standa nakað aftanfyri starvs­felagan hjá TB og bjargaði eis­ini meistarliga. Tað var TB, sum næstu løtuna legði trýst á NSÍ. Teir vórðu tó revs­ aðir fyri úrslitaleysu atsóknir­nar, tí tá ið seinni hálvleikur var júst hálv­ runnin, legði NSÍ seg á odda 2-1. Árni Frederiksberg breyt ígjøgnum í vinstru síðu, haðani hann sendi eitt flatt innlegg í málfeltið, har Klæmint A. Olsen aftur hevði runn­ið seg í góða støðu, setti fótin og bóltin og aftur legði NSÍ á odda. Klæmint A. Olsen er nú einsamallur topp­skjútti í Effodeildini við níggju málum. Heldur enn at TB svaraði aftur, eins og teir gjørdu í fyrra hálvleiki, so økti NSÍ um leiðsluna bara ein minutt seinni. Aftur hesaferð kom uppspælið umvegis gott vongspæl, og aftur hesaferð átti Jann Martin Mortensen næstseinasta fótin á. Úr høgru lat hann bóltin til Magnus Olsen, sum sendi leðurkúluna í málið til 3-1 til NSÍ. Í eini roynd at koma við aftur í dystin legði TB nógv fyri fram eftir vøllinum, men NSÍ-verjan, NSÍ-málverjin og í eina førinum eis­ini tvørtræið vildu tað øðrvísi. Tað var NSÍ, sum var meiri av­gjørt í avgerandi pørtunum av dyst­inum, og lønin teir fingu vóru trý kær­ komin stig umvegis ein 3-1-sigur á háborgini hjá TB, sum teir kalla tað á Tvøroyri eftir góðu byrjanina á nýggja vøllinum. Háborgin varð álopin henda dagin og nú er NSÍ við 14 stigum bara tvey stig aftanfyri júst TB. Tey bæði liðini eru nú í somu lyftu, sum kann fara upp ímóti miðfeltinum ella niður ímóti botninum. albinus@sosialurin.fo effo-deildin 12. umfar Venjarin hjá NSÍ, Kári Reynheim, var ikki heilt samdur við Óla Johannesen í, at teir høvdu lagt ein góðan taktikk ímóti júst TB, men at hetta var tað, ið teir gera vanliga. – Vit spæla, sum vit hava spælt hinar dystirnar. Í fyrra hálvleiki eru vit spælstýrandi. TB spældi ikki nógvan fótbólt annað enn teir longu bóltarnar, segði Kári við Rás 2 eftir dystin og varð spurdur um, hvat hann segði við sínar leikarar í hálv­ leikinum. – Vit skuldu spæla á sama hátt. Teir høvdu vindin við sær og vit fóru at fáa tað trupulari við at fáa bóltin burt. Vit løgdu dent á at vinna teir næstu bóltarnar, sum eru so umráðandi. TB hevur eina góða løtu fyrsta korterið, men vit revsaðu teir umvegis mótálop, segði Kári Reynheim. Aldursforsetin hjá aldurs­for­set­ anum, Óli Johannesen hjá TB, var ónøgdur við bæði úrslit og avrik. – Eg eri stak ónøgdur við úrs­ litið og ónøgdur við avrikið hjá okkum. NSÍ hevði lagt góðan taktikk, teir spældu væl og revs­ aðu okkum tær løturnar, vit vóru við at spæla okkum upp, segði verjukempan við Rás 2 eftir dystin og viðgekk: – NSÍ-leikararnir vóru skarp­ ari enn vit og á miðvøllinum høvdu teir stórt yvirtak í fyrra hálvleiki. Vit klára so at sleppa til hálvleik við 1-1-javneleiki, men vórðu revsaðir í seinna hálvleiki og royna at svara aftur, men tað bleiv ov nógv aftur og fram og indianara­fótbóltur, segði Óli. albinus@sosialurin.fo Vit revsaðu teir Ikki nøgdur við avrikið Kári Reynheim: Óli Johannesen: Toppskjúttin søkti háborgina hjá TB Fótbóltur Við 3-1-sigri á TB sunnudagin eydnaðist tað NSÍ at gera seg inn á háborgina hjá TB við Stórá og at fáa trý kærkomin stig Myndir: Áki Bertholdsen