Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juni 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. juni 2012 · Nr. 69 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Tað er tiltikið, tá ið svenski skí­akar­ in Thomas Wassberg á olympisku vetr­ar­leikunum í Lake Placid í USA vann gull á 15 kilometrum. Vinna­ ra­tíðin var ein hundrað part av einum sekundi betri enn tíðin hjá næsta kappingarneytanum. Hes­in var finski Juha Mieto. Eftir hesa kappingina vórðu reglurnar broytt­ ar. Síðani hevur verið galdandi, at tað ber ikki til at vinna við minni tíð­ar­muni enn einum tíggjundu parti av einum sekundi. Í kappróðrinum verður tíðin upp­gjørd í 25. partum av einum sekun­di. Talan er altso ikki um hundrað partar, men um fýra ferðir so stóran brotpart. Tá ið Klaks­vík­ ing­ur vann á Vest­menn­ingi leygar­ dag­in, so var munurin ein stór sponn ella so, og tíðarmunurin var 5/25 av einum sekundi. Tíðin hjá Vest­menn­ingi var 9:07:17, og hjá Klaks­vík­ingi var hon 9:07:12. Tað var altso ikki so tætt, sum tað var, tá ið tiltikna kappingin var millum finska og svenska skí­ akar­an fyri 32 árum síðani, men í Kollafirði leygardagin vóru tey, sum hugdu at – bæði á staðnum og kring allan knøttin umvegis netið – vitni til drama, sum ikki stóð langt aftan­ fyri tað í Lake Placid á sínni. Klaksvíkingur vann fyri triðju ferð í ár. Hann vann allar sjey róðr­ ar­nar í fjør, og harvið var sigurin í Kolla­firði tann tíggjundi hjá klaks­ vík­ing­um á rað. Á Skálafjørðinum fyri stórari viku síðani var sigurin sera sann­ før­andi. Á Kollafirði leyp lítið og einki av, og gongdin og úrslitið boð­ ar frá, at Vestmenningur á ong­an hátt hevur lagt kongin, og at tað avgjørt ikki skal útilokast, at Vest­ menningur fer at taka Klaks­vík­ing, áðr­enn tað á Ólavsøku verður sett punkt­um fyri hesum róðrarárinum. Øgiligur spurtur Endaspurturin í Kollafirði minti nógv um tann á Norðoyastevnu, tá ið bæði Suðuroyingur og Vest­ menn­ing­ur fram ímóti málinum av álvara hóttu Klaksvíking, sum bíðaði við sínum endaspurti, men kor­t­ini var so mikið stinnur og drúgv­ur á síðstu metrunum, at tað eydn­að­ist honum at fara fyrstur um málstrikuna. Vestmenningar lógu síðsta fjórð­ ing­in av 2000 metra teininum borð um borð við Klaksvíking, Vest­ menn­ingur fór fyrri undir enda­ spurt­in enn kappingarneytin, og tað leið ógvuliga væl eftir. So væl at Vestmenningur tók Klaksvíking við meiri enn einum skuti. Tá ið tað restaðu hálvt annað hundr­að metrar, settu klaks­vík­ ing­ar føtur í bekk. Soleiðis gjør­ du teir á Norðoyastevnu, og tá rukku tredivu bekktøk júst til at vinna, og tey tredivu bekktøkini leyg­ar­dagin í Kollafirði vóru júst nóg mikið til at vinna. Fram ímóti máli­num sá tað øgiligt út, tí tað var ikki fyrrenn í síðstu tjúgu bekk­ tøku­num ella á síðstu hundrað metru­n­um, at báturin rættuliga lætti sær á og í hvørjum taki át seg inn á kappingarneytan og at enda smoyg­di sær ta sponnina framum, sum bar sigurin við sær. Suðuroyingur var leingi væl við, men í endaspurtinum smokk­aði hann tað mesta av tveimum báts­ longd­um afturum, og Havn­ar­bát­ urin kom á mál meiri enn tvær báts­ longd­ir aftanfyri Suðuroying og meiri enn seytjan sekund aftanfyri teir báðar fremstu. Tvídystur á Kollafirði Skipanin við Sundalagsstevnu, sum skift­ir millum Hvalvík, Hósvík og Kolla­fjørð, hevur verið galdandi í meiri enn tjúgu ár. Kollafjørður er gott kappróðrarøki, og tað er vorð­ ið serliga gott, síðani málið fyri trim­um árum síðani varð lagt av nýggj­um, so vísningurin er góður hjá teimum, sum á havnarlagnum fylg­ja við. Hetta var áttanda ferðin, at FM kappróður var í Kollafirði, og bara eina ferð áður hevur vinnara­tíðin verið betri, enn hon var tað leyg­ ar­dagin. Í 2006 vann Klaks­vík­ing­ ur við meiri enn átjan sekundum betri vinnaratíð enn henni, sum hann hesa ferð vann við. Vestmenningur var um reppið at vinna leygardagin. At avbjóðarin er so stinnur og treiskur og ikki legg­ ur kongin, hóast tað man kenn­ast for­argi­ligt at hava verið næst­frem­ s­tur so ofta tvey tey seinastu árini, ber bara við sær, at tað er meiri áhugavert hjá øllum, sum taka lut og fylgja við, og tað ber við sær, at tað verður sæð við stórum spenn­ ingi fram til leygardagin, tá ið kapp­ ing­in verður á 1000 metrum í Vági. Á Sundalagsstevnu í Kolla­firði eru tað fyrst og fremst Vest­menn­ ing­ur og Klaksvíkingur, sum eiga sigr­ar­nar. Tríggjar tær seinastu ferðir­nar eru klaksvíkingar farnir við sigrinum. Frammanundan átti Vestmenningur fýra sigrar og Eystur­oy­ing­ur ein sigur. Vestmenningur vil ikki víkja 10-mannafør Hóast klaksvíkingar rættuliga spældu við eld í Kollafirði, so komu teir væl frá tí og vunnu fyri 10. ferð á rað Vinnarar í Kollafirði 1991 Vestmenningur 9:18:10 1994 Vestmenningur 9:09:40 1997 Vestmenningur 9:10:01 2000 Vestmenningur 9:18:00 2003 Eysturoyingur 9:30:01 2006 Klaksvíkingur 8:49:21 2009 Klaksvíkingur 9:26:02 2012 Klaksvíkingur 9:07:12