Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juni 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 18. juni 2012 · Nr. 69 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Tað tørnaði hesa ferð út, sum tað hevði gjørt tær báðar undan­farnu ferð­irnar. Jallurin hjá Róðr­ar­felag­ num Knørri vann kappingina mill­ um 5-mannafør við dreingjum, Lóm­ur vann kappingina millum 6-mannafør við monnum, og Mið­ ving­ur vann kappingina millum 8-mannaførini. Jallur Dreingirnir í Knørrafelagnum vunnu á Norðoyastevnu í tættari kapp­ing við Teistan av Argjum¸ og á Eystanstevnu var tað í uppaftur tætt­ari kapping við Drekan, at Jall­urin vann, meðan Teistin var numm­ar trý. Leygardagin vóru tað aftur teir trígg­ir bátarnir í høvuðsstaðnum, sum stríddust um sigurin, men hesa ferð blandaði Havfrúgvin úr Vest­manna seg uppí. Fyri fyrstu ferð í ár megnaði Havfrúgvin at vin­na seg á heiðursmerkjapláss. Jallurin var fyrstur á mál fyri trið­ju ferð. Drekin var rættuliga væl við, og Drekin var eina løtu á odda. Men í endaspurtinum munaði tað best og mest hjá Jallinum, sum við sigri­num av álvara hevur sett kós ímóti FM heitinum. Í fjør vann Jallurin FM fyri fyrstu ferð. Tá var tað bara í tveim­ um teimum síðstu róðrunum – á Fjarðastevnu og á Ólavsøku – at Jall­urin var fyrstur á mál. Nú hevur hann vunnið tríggjar ferðir í ár og harvið fimm róðrar á rað. Lómur Ongantíð áður hevur báturin hjá Argja Róðrarfelag vunnið FM, og tað var ikki fyrrenn á Norð­oya­ stevnu í ár, at tað fyri fyrstu ferð nakran­tíð eydnaðist Lómi at vinna ein róður. Nú kann ikki annað sigast, enn at tað rættuliga er gloppið hjá Lómi. Leygardagin vann hann triðja sigurin á rað, og hesa ferð var sigurin meiri sannførandi, enn hann var tað á Skálafjørðinum. Ta ferð­ina var Lómur stívliga tvey sekund frammanfyri Riddaran, sum eisini var næstfremstur á Norð­oya­stevnu. Leygardagin vann Skúgvur kapp­ing­ina um næstfremsta pláss­ ið á Riddaranum. Riddarin er úr Miðvági, og Skúgvur er úr Sanda­ vági. Manningin á Skúgvi er úr Argja Róðrarfelag, og tískil var talan mest sum um innanhýsis Argja kapping um fremsta plássið, og í tí kappingini var Lómur enn eina ferð so rudduliga bestur. Miðvingur Eftir róðurin á Eystanstevnu varð róð fram undir, at tað kanska kundi fara at vísa seg, at Argja­báturin næstu ferðirnar skuldi hótta Mið­ ving. Tað varð gjørt, tí fjar­støð­an á Eystanstevnu millum teir báðar fremstu tódnaði sammett við á Norð­oya­stevnu. Í Klaksvík var Miðvingur seks sekund frammanfyri Argjabátin. Á Skála­fjørðinum var fjarstøðan fýra sekund, og so var spurningurin, hvus­su tað fór at tørna út leygar­ dagin Miðvingar svaraðu spurn­ingi­ num sera rudduliga. Miðvingur legði seg á odda mest sum beinan­ vegin, og tá ið bátarnir fóru um málið, var fjarstøðan frá Argja­ báti­num og fram til Miðving sjey sekund ella meiri, enn hon var á Norð­oya­stevnu. Hesa ferð var Gullbrandur úr Fugla­firði nærri Argjabátinum, enn hann hevur verið í tveimum teim­um fyrstu kappingunum. Á Sunda­lagsstevnu var bara eitt sekund frá silvurplássinum og aftur til bronsuplássið. Á Eystan­ stevnu var munurin tvey sekund, og á Norðoyastevnu var hann trý sekund. Vinnararnir halda pláss Meðan sigurin hjá Jallinum hesa ferð var tepur, so vunnu Lómur og Miðvingur aftur leygardagin rættuliga greiðar sigrar