Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juni 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. juni 2012 · Nr. 69 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Tað er ikki sjálvsagt, at somu bát­ ar­nir vinna allar róðrarnar. Tað varð staðfest leygardagin, tvá ið gentu­manningin umborð á Hvassa gjørdi bart og vann. Hetta var ikki sørt merkisvert, tí hetta var fyrsta og higartil einasta ferðin, at tað hevur eydnast einum báti at vinna seg framum bátarnar, sum vunnu á Norð­oya­stevnu og á Eystanstevnu. Bæði í Klaksvík og á Skála­fjørði­ num var tað sera tætt millum Erlu Kongsdóttir og Hvassa, og báðu ferð­ir­nar var Erla Kongsdóttir um­ leið eitt sekund fyrri á mál. Fyrru ferð­ina var talan um eitt lítið sekund, og seinnu ferðina var talan um eitt stórt sekund. Á Sundalagsstevnu róðu Hvassi og Erla Kongsdóttir stavn um stavn fram ímóti málinum, og tá ið bátarnir fóru um strikuna, var Hvassi bara 3/25 av einum sekundi framman­fyri. Sum á Skálafjørðinum so var Blik­ur aftur hesa ferð nummar trý. Leyg­ar­dagin var Blikur knappliga tvey sekund frá næstfremsta plássi­num. Á Skálafjørðinum var fjar­støðan meiri enn trý sekund. Páll Fangi Kvinnurnar í Klaksvík stevna trygt ímóti FM heitinum. Hvessingur legði nógv fyri í royndini at vinna á Sunda­lagsstevnuni, og Hvessingur var fremstur fyrsta partin av róðrinum. Tað var leingi tætt, men sum tað leið fram ímóti málinum, so var eingin ivi. Tað munaði meiri hjá teimum úr Klaksvík enn hjá teim­um úr Sundalagnum, og á málinum var ein bátslongd frá vinnara­bátinum og aftur til tann næsta. Tær á Hvessingi gjørdu ein ordu­ ligan vørr, men hesa ferð eydnaðist tað ikki. Tíðirnar siga, at tað ikki er ómøguligt at taka Páll Fanga. Í Klaks­vik var vinnaratíðin níggju sekund betri enn tann næstbesta, á Eystan­s­tevnu var vinnaratíðin seks sekund betri enn tann næstbesta, og hesa ferð var munurin trý sekund. Páll Fangi við kvinnum hevur ikki vunnið FM síðani 2001. At tað eru knotur í teimum, sum nú hava kós ímóti gullinum verður undir­strikað av, at vinnaratíðin var tann næstbesta nakrantíð í Kollafirði. Mettíðina eigur Norði­ stovu Dánjal, sum í 1991 róði 1000 metra málið á Kollafirði í tíð­ini 5:01:13. Leygardagin var vinnara­ tíðin hjá Páll Fanga 5:12:09, sum er meiri enn trý sekund betri enn triði besta vinnaratíðin nakrantíð á Kollafirði. Ta tíðina eigur Lómur av Argjum, sum í 2006 róði teinin í tíðini 5:16:02. Havfrúgvin Kvinn­ur­nar á Havfrúnni hava bara eina ferð vunnið FM. Tað var í 1999 ella fyri trettan árum síðani. Nú róðrarárið 2012 er um at vera hálv­ rógvið, er tað alt, sum vísir tann veg­in, at Havfrúgvin fer at vinna FM heitið til Vestmanna. Argasti kappingarneytin hjá Hav­frúnni var í tveimum teimum fyrstu róðrunum Blikur av Argjum, og aftur á Sundalagsstevnu var tað Argja báturin, sum bjóðaði av. Sum tað leið, so var eingin ivi um, at Havfrúgvin fór at vinna, og Hav­ frúgvin vann. Merkisvert er tað, at teir fimm bátar­nir allar tríggjar ferðirnar eru komnir á mál í somu røð: Hav­ frúgv­in, Blikur, Firvaldur, Strípan og Falkur. Sjálvandi er Havfrúgvin fa­ vo­ritt­ur at vinna næstu ferð, men tær á Argjum venja fram ímóti Jóansøkuni í vónini um, at munurin millum teir báðar frems­tu framvegis skal tódna. Í Klaks­vík vóru bara 3/25 partar mill­um Havfrúnna og Blik. Á Skála­ fjørðinum vóru fýra sekund á muni, men á Kollafirði var munurin mink­ aður til tvey sekund. Hvassi gjørdi hol í sjógvin Meðan Páll Fangi og Havfrúgvin vunnu fyri triðju ferð í ár, so megnaði Hvassi úr Sundalagnum hesa ferð at koppa Erlu Kongsdóttir