Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juni 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 18. juni 2012 · Nr. 69 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Tað er synd at siga, at kappróðurin er so øgiliga vinaligur ímóti áskoð­ ar­unum, og tað sæst ofta aftur í fjøldini, sum stendur á end­a­máli­ num og fylgir við. Ofta er føroyska summarið bæði kalt og vátt, og tá rennur uppaftur minni í kassan hjá róðrarfeløgunum kring landið. Undantakið er á Ólavsøku, tá ið tað ofta er svart av fólki á Molanum og í Tinganesi. Sum vit áður hava nevnt, so er áhugin at taka lut so spakuliga mink­aður tey seinnu árini. At hann í ár ikki er stórur sæst aftur í, at tað í tveimum kappingum bara eru tríggir bátar, sum taka lut, og at tað í tveimum øðrum bara eru fýra lut­ takar­ar. Á Sundalagsstevnu í Kollafirði leygar­dagin luttóku trý 6-mannafør við kvinnum og trý 8-mannafør, og tað luttóku fýra 6-mannafør við monn­um og fýra 10-mannafør. At tað ikki altíð eru so nógvir áskoð­ar­ar, og at tað ikki er so stór lut­tøka, vil ikki siga, at áhugin fyri kapp­róðri er lítil. Heilt síðani útvarpið sá dagsins ljós í 1957, hevur útvarpið átt sín stóra og sera týdningarmikla lut í kappróðrinum, og áhugin fyri at lurta og fylgja við er vorðin upp­ aftur størri, nú tað ber til at síggja róðrarnar beinleiðis á netinum. Róðrarsambandið og Kring­ varpið samstarva um hetta átak­ ið, og leygardagin vóru fleiri enn túsund teldur stillaðar inn á kapp­ róð­urin í Kollafirði. Tað vil siga, at tað vóru fleiri enn so, sum fylgdu við, tí viðhvørt eru tað fleiri, sum fylgja við á einari teldu. Tað ber til hjá Róðrar­sam­ bandinum at síggja, hvar tað verð­ ur fylgt við, og tað vísir seg, at tað eisini eru mong, ið eru stødd uttan­ lands, sum fylgja við. At kappróðurin harvið er vorðin meiri áskoðaravinaligur minnir ikki sørt um, tá ið kappsiglingin gjørdist meiri áskoðaravinaligur. Tað var, tá ið olympisku summar­leik­irnir vóru í Moskva í 1980. Tá vóru kappingarnar í sig­ ling í Estlandi. Áður hevði tað ver­ið soleiðis, at tað bara vóru úrs­lit­ini, sum frættust, meðan tað ikki bar til at fylgja við í sjálvum kapp­ing­ unum. Hetta árið varð syrgt fyri, at tað bar til at fylgja við í sjón­varpi­ num, sum hevði fleiri upptøkutól – á landi, á sjónum og í luftini – og tað bar aftur við sær, at áhugin fyri kappsigling øktist heilt nógv. At tað nú ber til at síggja kapp­ róðurin beinleiðis eiga Kringvarpið og Róðrarsambandið rós fyri, at so mugu vit vóna, at tað fer at síggjast aft­ur í luttøkutølunum tey næstu ár­ini, at áhugin fyri kappróðri fram­vegis er stórur. Kappróður kring allan knøttin Tá ið tað leygardagin varð kappróð fyri triðju ferð í ár, varð tað fylgt við á fleiri enn túsund teldum kring allan heimin 10 mannafør 1 Klaksvíkingur 09:07.12 2 Vestmenningur 09:07.17 3 Suðuroyingur 09:14.04 4 Havnarbáturin 09:24.24 Støðan 1 Klaksvíkingur 21 2 Vestmenningur 17 3 Suðuroyingur 16 4 Havnarbáturin 12 ____________________________________ 8 mannafør 1 Miðvingur 07:07.14 2 Argjabáturin 07:14.03 3 Gullbrandur 07:15.04 Støðan 1 Miðvingur 21 2 Argjabáturin 18 3 Gullbrandur 15 4 Heiðabáturin 4 ____________________________________ 6 mannafør menn 1 Lómur 07:25.02 2 Skúgvur 07:28.05 3 Riddarin 07:30.01 4 Herningur 07:52.03 Støðan 1 Lómur 21 2 Riddarin 17 3 Skúgvur 16 4 Herningur 4 5 Sundabáturin 4 ____________________________________ 5 mannafør kvinnur 1 Havfrúgvin 05:19.06 2 Blikur 05:21.13 3 Firvaldur 05:23.20 4 Strípan 05:26.16 5 Falkur 05:38.02 Støðan 1 Havfrúgvin 21 2 Blikur 18 3 Firvaldur 15 4 Strípan 12 5 Falkur 9 ____________________________________ 5 mannafør gentur 1 Hvassi 05:25.14 2 Erla Kongsdóttir 05:25.17 3 Blikur 05:27.02 4 Tjaldrið 05:28.15 5 Sílið 05:32.11 6 Fípan Fagra 05:33.10 7 Royndin Fríða 05:36.15 8 Ørnin 05:40.23 Støðan 1 Erla Kongsdóttir 20 2 Hvassi 19 3 Blikur 14 4 Sílið 12 5 Tjaldrið 6 6 Fípan Fagra 5 7 Royndin Fríða 5 8 Ørnin 3 9 Pílur 0 6 mannafør kvinnur 1 Páll Fangi 05:12.09 2 Hvessingur 05:15.06 3 Rádni 05:23.17 Støðan 1 Páll Fangi 21 2 Hvessingur 18 3 Rádni 15 ____________________________________ 5 mannafør dreingir 1 Jallurin 04:57.19 2 Drekin 04:58.07 3 Havfrúgvin 05:01.18 4 Teistin 05:02.01 5 Firvaldur 05:03.21 6 Royndin Fríða 05:05.16 7 Erla Kongsdóttir 05:06.05 Støðan 1 Jallurin 21 2 Drekin 17 3 Teistin 15 4 Havfrúgvin 11 5 Royndin Fríða 8 6 Erla Kongsdóttir 6 7 Firvaldur 6 ____________________________________ Barnaróður gentur 1 Jallurin 02:37.21 2 Teistin 02:40.23 3 Hulda 02:41.14 4 Royndin Fríða 02:44.13 5 Jomfrúgvin 02:47.03 6 Pílur 02:47.08 7 Svanur 02:52.19 8 Tambar 02:54.08 Støðan 1 Jallurin 21 2 Hulda 17 3 Royndin Fríða 14 4 Teistin 14 5 Jomfrúgvin 9 6 Pílur 6 7 Tambar 2 8 Svanur 1 ____________________________________ Barnaróður dreingir 1 Junkarin 02:33.05 2 Fípan Fagra 02:34.24 3 Jomfrúgvin 02:40.22 4 Pílur 02:41.15 5 Kollur 02:43.03 6 Frúgvin 02:44.19 7 Sílið 02:46.13 Støðan Barnaróður dreingir 1 Junkarin 02:33.05 2 Fípan Fagra 02:34.24 3 Jomfrúgvin 02:40.22 4 Pílur 02:41.15 5 Kollur 02:43.03 6 Frúgvin 02:44.19 7 Sílið 02:46.13 Úrslit á Sundalagsstevnu: