mánadagur 18. juni 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 18. juni 2012 · Nr. 69
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
euro 2012
Bólkur C
Dystirnir verða spældir: Gdans og Poznan, Pólland
Bólkur D
Dystirnir verða spældir: Donetsk og Kiev, Ukraina
Spania – Kroatia 19:45: 18/6
(Póllandi, Gdansk)
Spania er í eisini støðu har teir koma
víðari um teir fáa ein javnleik ella
vinna. Spania hevur higartil ikki víst
nakað tekin upp á at teir eru mettir
ella troyttir. Spania og Xavi settu met í
dystinum móti Írlandi, tá teir høvdu fleiri
avleveringar sína millum enn nakað
annað lið hevur megnað í EM enda
spælssamanhangi. 859 avleveringar
bleiv tað til. Av teimum hevði Xavi 136
og tað er met fyri ein einstakan spælari
í einum dysti.
Vinnur Kroatia, so eru teir víðari.
Endar dysturin við einum 2-2 javnleiki
ella hægri, so koma bæði Kroatia og
Spania víðari. Endar dysturin við javn
leiki 1-1, so skal Italia vinna við 3-1 ella
meir fyri at koma víðari.
Kroatia er higartil komi væl frá EM
og teir hava avgjørt ein møguleika, men
spurningurin er nokk meiri hvussu nógv
Spania leggur fyri. Havandi í huga, at
Spania eisini kann rúka í kvøld svarar
nokk tí spurninginum.
Italia – Írland 19:45: 18/6
(Pólland, Poznan)
Uppgávan hjá Italia er einføld. Teir
skulu vinna á Írlandi fyri at hava nakran
møguleika fyri at koma víðari. Endar
dysturin millum Kroatia og Spania við
einum 2-2, 3-3, 4-4 ella hægri mál
skoraði javnleiki, so er Italia út úr EM.
Í 2004 kom Italia út fyri júst hesum,
tá Danmark og Svøríki spældu 2-2 í
seinasta dystinum í bólkaspælinm. Tað
kostaði Italia víðari luttøku og teir vóru
ikki blíðir og vildu verða við at talan var
um avtala spæl. Hinvegin, tað burdu
teir kent alt til.
Vinnur Italia 3-1 og Kroatia og
Spania spæla 1-1, so er púra javnt
millum Kroatia og Italia. Tá kemur
Italia víðari, tí teir eru hægri á FIFA
styrkilistanum.
Írland hevur ongan møguleika at
koma víðari.
1 Spania
2 ( 5-1 )
4
2 Kroatia
2 ( 4-2 )
4
3 Italia
2 ( 2-2 )
2
4 Írland
2 ( 1-7 )
0
Støðan:
Svøríki – Frakland 19:45 19/6
(Ukraina, Kiev)
Frakland hevur góð kort á hondini. Teir
hava fýra stig og møta Svøríki, sum
ongan møguleika hevur fyri at koma
víðari. Ein javnleikur er nokk til at
Frakland við vissu kemur víðari til fjórð
ingsfinalurnar.
Frakland hevur til eitt vist fingið
uppreisn eftir skandalurnar í HM
endaspælið í HM 2010. Liðið tykist
væl samanspælt og menn arbeiða fyri
hvørjum øðrum. Tað ljóðar sum ein
sjálvfylgja í fótbólti, men við Fraklandi
veist tú ongantíð.
Tapið fyri Onglandi gjørdi, at Svøríki
nú ongan møguleika hevur fyri at koma
víðari.
Ongland – Ukraina 19:45 19/6
(Ukraina, Donetsk)
Ongland skal eins og Frakland bara
hava ein javnleik, so eru teir víðari til
fjórðingsfinalurnar. Tapur Ongland hin
vegin, so mugu teir vóna at Frakland
tapur so nógv, at teir ikki hava eina
betri málúrtøku enn Ongland. Ongland
er hægri á FIFA styrkilistanum og hevði
tí komi víðari.
Fyri Ongland kemur tað væl við, at
Wayne Rooney nú er tøkur aftur. Hann
hevur sitið uttanfyri við leikbanni tveir
teir fyrstu dystirnar. Spurningurin er so
hvussu Roy Hodgson velur at blanda
kortini. Danny Welbeck skoraði avger
andi málið móti Svøríki, meðan Andy
Carroll, sum var við frá byrjan eisini
skoraði. Neyvan verður pláss fyri øllum
trimum á vøllinum í senn frá byrjan.
Ukraina skal vinna á Onglandi fyri at
hava nakrna møguleika at koma víðari.
Spæla teir javnt og Frakland tapur,
so hava bæði fýra stig, men Frakland
vann innanhýsis dystin teirra millum og
høvdu tí komu víðari.
Í Ukraina halda tey ondini eftir at
Andrei Shevchenko mátti gevast í eini
venjing. Hann er stóra stjørnan á lið
num og uttan hann verður ringt at
vinna á Onglandi.
1 Frakland
2 ( 3-1 )
4
2 Ongland
2 ( 4-3 )
4
3 Ukraina
2 ( 2-3 )
3
4 Svøríki
2 ( 3-5 )
0
Støðan:
Tekstur: Tróndur Arge, trondur@sosialurin.fo