Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juni 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. juni 2012 · Nr. 69 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Pætur Albinus Kvinnurnar hjá KÍ høvdu um vikuskiftið ongar trupulleikar av Skála og vunnu á heima­ vølli 6-0. B36, sum er nærm­asti kappingarneyti, vann somu­ leiðis trygt 3-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi, meðan AB vann 8-0 ímóti FC Suðuroy. HB vann tepran 2-1-sigur á ÍF, meðan Víkingur var seinasta heima­liðið av øllum, sum vann. Tær vunnu 5-0 ímóti B68/NSÍ. Úrslitini merkja, at KÍ heldur fast við oddasessum við trim­um stigum frammanfyri B36, meðan AB er enn trý stig aftanfyri B36. albinus@sosialurin.fo Pætur Albinus Gott og væl 50 rennarar luttóku leygardagin í stevnurenningini á Sundalagsstevnu í Kollafirði. Kappingin var sum vant skipað í nógvar aldursbólkar, men flestu eyguni vóru vend mót­ vegis teimum opnu bólk­unum, har fleiri av teimum navn­ framu rennarunum luttóku. Tein­urin hjá teimum var átta kilo­metrar. Hjá monnunum var tað Henry Olsen, sum eftir at hava fingið fylgi av Marnari Pattinson, at enda setti hann av og vann góðan minutt framm­ an­fyri Marnar. Hjá kvinnunum var Rebekka Fuglø rímiliga sann­førandi og endaði hon omanfyri ein hálvan minutt frammanfyri Durutu á Lofti, sum gjørdist nummar tvey. albinus@sosialurin.fo Fótbóltur Kvinnurnar AB og B36 halda fram við at hanga í KÍ, sum longu er strokið avstað og ongan dyst hevur tapt enn Øll heima­ liðini vunnu Henry og Rebekka vunnu á Sunda­ lags­stevnu Renning Stevnurenning var í Kollafirði leygardagin, og tað gjørdist talan um tveir sannførandi sigrar til Henry Olsen og Rebekka Fuglø Opin Bólkur menn. (8 km) (topp 5) Nr Tíð Navn Árgangur Felag/bygd 1 29,50 Henry Olsen 1964 Bragdið 2 30,48 Marnar Pattinson 1970 Treysti 3 31,52 Einar Gregersen 1995 Treysti 4 32,20 Regin Áki Hansen 1970 Argir 5 32,57 Jens R. Weihe 1947 Frælsi Opin bólkur kvinnur. (8 km) Nr Tíð Navn Árgangur Felag/bygd 1 34,20 Rebekka Fuglø 1993 Treysti 2 35,06 Duruta á Lofti 1969 Bragdið 3 39,40 Jóhanna Olsen 1968 Bragdið 4 40,00 Karin Kirke Petersen 1964 Treysti 5 43,35 Anna Maria Seloy 1964 Bragdið 6 48,47 Jóhanna Vang 1964 Bragdið Pætur Albinus Fyrsti dysturin var longu á skránni fríggjakvøldið, tá ið teir næst­ fremstu hjá EB/Streymi fingu vitjan av 07 Vestur, sum er á øðr­ um plássi. Heimaliðið helt 07 Vesturi frá málinum heilt fram til eitt korter var eftir at spæla, tá ið Holgar Durhuus fekk hol á. Hørður H. Johansen staðfesti ein 2-0-sigur til 07 Vestur fáar minuttir fyri leik­ lok. Heima á Sandi hevði B71 vitjan av teimum næstbestu hjá HB. B71 kom væl frá byrjan og við málum frá Thomasi Hans Rubeksen og Bakari Bojang vóru teir á odda 2-0 í hálvleikinum. Bárður Mittelstein gav HB eina lítla vón tríggjar minuttir fyri leiklok, men B71 fekk ein 2-1-sigur í hús og fekk tvey kær­ komin stig. Grannauppgerð var í Runavík ímillum teir næstbestu hjá NSÍ og B68. Búi í Hjøllum hjá B68 og Kristian í Lon Olsen syrgdu við hvør sínum máli fyri, at tað stóð á jøvnum 1-1 í hálvleikinum, men í seinna hálvleiki tók NSÍ sær um reiggj. Jóannes Hansen við tveim­ um málum, Sonni L. Petersen og eitt sjálvmál vóru við til, at NSÍ vann stórt 5-1. Skála hevði á heimavølli ongar trupulleikar av Víkingi. Karstin Justesen gjørdist stóri málslúkurin og gjørdi hattrikk, meðan Brian Jacobsen við tveimum málum og Markus Olsen við einum vóru við til at hála ein tryggan 6-0-sigur í land. Oddaliðið AB hevði lætt spæl heima á Argjum, har teir vunnu heili 6-1 á KÍ. Dion B. Splidt, Tummas Justinussen, Bjartur K. Dam, Jobin Drangastein, Mikkjal T. Hentze og Nicolaj L. Eriksen skutu allir hvør sítt mál, meðan Bárður J. Heinesen skoraði einsamalla málið hjá KÍ. Úrslitini bera við sær, at AB og 07 Vestur framvegis halda eina beina kós ímóti Effodeildini, meðan ser­liga Skála lúrir, um eitt av odda­ lið­unum skuldu snávað. Fótbóltur Bæði AB og 07 Vestur vunnu sínar dystir um vikuskiftið og hava beina kós mótvegis Effodeildini, meðan Skála og B71 framegis lúra í feltinum aftanfyri Oddaliðini halda stílin EB/Streymur II - 07 Vestur 0-2 (0-0) 0-1: Holgar Durhuus, 73. 0-2: Hørður H. Johansen, 87. B71 - HB II 2-1 (2-0) 1-0: Thomas Hans Rubeksen, 33. 2-0: Bakari Bojang, 38. (br.) 2-1: Bárður Mittelstein, 87. NSÍ II - B68 II 5-1 (1-1) 0-1: Búi í Hjøllum, 10. 1-1: Kristian í Lon Olsen, 20. 2-1: Símun Christian Olsen, 57. (sj.) 3-1: Jóannes Hansen, 64. 4-1: Jóannes Hansen, 75. 5-1: Sonni L. Petersen, 83. Skála - Víkingur II 6-0 (2-0) 1-0: Karstin Justesen, 24. 2-0: Karstin Justesen, 34. 3-0: Markus Olsen, 47. 4-0: Karstin Justesen, 52. 5-0: Brian Jacobsen, 73. 6-0: Brian Jacobsen, 76. AB - KÍ II 6-1 (2-0) 1-0: Dion B. Splidt, 3. 2-0: Tummas Justinussen, 36. 2-1: Bárður J. Heinesen, 57. 3-1: Bjartur K. Dam, 58. 4-1: Jobin Drangastein, 60. 5-1: Mikkjal T. Hentze, 63. 6-1: Nicolaj L. Eriksen, 84. Savnsmynd