mánadagur 18. juni 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 18. juni 2012 · Nr. 69
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Pætur Albinus
Sunnudagin var FM í triathlon í
Tórshavn, har luttakararnir sluppu
at royna seg á OL-teininum.
Luttakararnir skuldu fyrst svimja
1,5 km, síðani súkkla 40 km og
at enda renna 10 km. Í nógv ár
hevur súkkluteinurin verið frá
Tórshavn til Kaldbak og so aftur
til Tórshavn. Ein góður teinur, og
nevndin í Føroya Triathlon hevði
tískil avgjørt, at kappast varð á
júst hesi rutu aftur í ár. Koyrt varð
frá Svimjihøllini í Gundadali, til
Kaldbaks, Kaldbaksbotn, aftur til
Kaldbaks og framvið Plantusøluni,
niðan til rundkoyringina við R. C.
Effersøesgøtu og oman aftur til
Plantusøluna, har málið var.
Favoritturin punkterað
Tað skuldi vísa seg at gerast
ein
hendingarrík
FM-kapping.
Gudmundur Joensen, sum venur
hart eftir at gerast ein triathlon-íðk
ari, ið kann gera um seg uttanlands,
var sum vera man favorittur at
vinna kappingina. Hann lá eisini
greitt á odda, men ávegis til Havnar
aftur hendi tað, sum ikki mátti
henda. Hann punkteraði.
– Eg svam skjótt og súkklaði
heilt gott, men eg punkteraði á
Kaldbaksvegnum ávegis til Havnar.
Eg fekk preiðað ein bil, sum beiggi
mín sat í. Vit høvdu avtalað at seta
eitt dekk við eitt bussskýl, men
hvar tað bleiv av, tað veit eg ikki.
Ring til mammu, segði eg, og tók so
súkkluna á herðarnar og byrjaði at
renna, sigur Gudmundur, sum bara
kundi hyggja at, meðan Gunnar
Dahl-Olsen og Andrass Joensen
fóru strúkandi framvið honum. Tá
ið hann loksins fekk hjólið, var bara
eitt at gera, og tað var at leggja til
brots eftir teimum, ið vóru farnir
undan honum.
– Eg fekk hetta hjólið tá ið eg
ikki hevð súkklað í einar tíggju
minuttir. Eg koyrdi heilt ófatuliga
skjótt, onkuntíð næstan 60 km/t.
Eg bleiv heitur og eg fekk at vita,
at tað var hálvur fjórði minuttur
til oddamannin, so tað ráddi um at
halda eitt høgt trýst. Eg yvirhálaði
Gunnar, sum var komin afturum
Andrass Joensen, sum eg so yvir
hálaði tríggjar kilometrar áðrenn
mál, sigur Gudmundur Joensen.
Klárur til Bermuda
Tað var ikki bara føroyameistara
heitið, sum Gudmundur Joensen
ognaði sær við at koma fyrstur á
mál. Hetta var somuleiðis eisini ein
úttøkukapping til oyggjaleikirnar
á Bermuda komandi summar, og
fyri at sleppa við har var kravið, at
íðkari fullførdi teinin upp á minni
enn tveir tímar og 15 minuttir. Hetta
megnaði Gudmundur, hóast hann
óhappið við punkteringini kostaði
honum 10-11 minuttir. Og tað var
óhugnaliga tætt. Gudmundur kom
nevniliga fimm sekund røttu meðin
markið, og kann hann nú fegnast
um at hava tryggjað sær luttøku á
komandi oyggjaleikum.
Hevði tú so klárað kravtíðina,
um tú valdi ikki at taka súkkluna á
herðarnar og renna?
– Nei, tað kann ein siga, at eg ikki
hevði. Eg rann góðar 500 metrar við
súkkluni, og tað merkir, at eg spardi
eini 35 sekund, sigur Gudmundur,
og peikar á, at teir uttanlands hava
telt við hjálparamboðum innan
hvørjar 10 kilometrar, men at tað
í Føroyum eru ov fáir luttakarar
og ikki umhvørvi fyri at hava slík
viðurskifti.
Gudmundur Joensen er tó væl
nøgdur við úrslitið í dag, og tað
serliga eftir umstøðunum. Hann
hevur nevniliga verið sjúkur í eina
viku og ikki vant, og hevði hann ikki
havt óhappið og mist teir umleið 10
minuttirnar, so hevði hann megnað
at hótt føroyska metið á OL-tein
inum.
Andrass Joensen var eisini tætt
við at megna kravtíðina til oyggja
leikirnar, men hann gjørdist júst
omanfyri ein minutt ov stuttur.
albinus@sosialurin.fo
Gudmundur klárur
til oyggjaleikirnar
Triathlon Hóast hann punkteraði og misti einar
tíggju minuttir, so vann Gudmundur Joensen FM í
triathlon sunnudagin. Hann kláraði eisini kravtíðina til
oyggjaleikirnar – og tað við bara fimm sekundum!
FM-1/4 Triathlon 2012
Navn
Svimjing
Skift1
Súkkling
Skift 2
Renning 1
Renning 2
Rennitíð
Samlað tíð
Nr.
Guðmundur Joensen
19.55
3.07
1.15.50
0.26
17.57
18.43
36.40
2.14.44
1
Andrass Joensen
25.25
1.50
1.07.49
0.19
20.17
20.35
40.52
2.16.15
2
Gunnar Dahl Olsen
24.39
2.50
1.06.44
0.20
22.52
22.53
43.45
2.20.20
3
David
25.08
2.51
1.08.11
0.24
21.11
21.39
42.50
2.21.24
4
Áslakkur Nesá
35.10
2.31
1.15.59
0.29
23.09
23.20
46.29
2.40.40
5
Kári Simonsen
30.49
6.14
1.25.01
0.50
23.40
23.33
47.13
2.50.09
6
Beinir Rasmussen
26.56
2.15
1.23.53
0.47
29.05
32.09
1.02.14
2.55.05
7
Vann hendingarríkt FM-triathlon: