mánadagur 18. juni 2012síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. juni 2012 · Nr. 69
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Pætur Albinus
Norski heimsmeistarin í bringu
svimjing, Aleksander Dale Oen,
sum brádliga doyði á venjingarlegu
í USA fyri seks vikum síðani, bara
26 ára gamal, doyði av einum blóð
tøppi í hjartanum. Hetta vísa úrs
litini av einari líkkanning, sum júst
er vorðin almannakunngjørd.
Álvarsama sjúkur
Nærri nágreiniliga var blóðtøppurin
í einum av kransæðrunum tætt
við hjartað. Vanligu orsøkirnar til
sjúku í hesum kransæðrunum eru
royking, ov høgt kolesterol-inni
hald, ov høgt blóðtrýst, ovurfiti og
leti. Hetta kann viðføra at renslið
av súrevni til hjartað verður av
markað.
Sjálvur hevði Aleksander Dale
Oen eina sjúku í kransæðrunum,
sum avmarkaði um súrevnistilførslu
hansara til hjarta. Ein sjúka, sum
lættliga kundi verið steðgað.
– Hetta er eitt púra óvæntað
úrslit og tað er óskiljandi, at ein 26
ára gamal heimsmeistari í svimjing
hevur ment eina slíka álvarsama
hjartasjúku. Eg havi medisinsku
ábyrgdina, og eg vil vegna meg
sjálvan og Olympiatoppen orsaka
familjuna, at vit ikki megnaðu at
finna fram til sjúkuna áðrenn hetta
ræðuliga hendi, sigur OL-læknin hjá
Olympiatoppen, ítróttarsentrinum
í Noregi, við VG.
Familjan er skiljandi
Tað er sum kunnugt púra óvanligt,
at eitt ungt og annars frískt menn
iskja hevur eina slíka álvarsama
hjartasjúku. Hevði verið funnið
fram til sjúkuna, so hevði hann
fingið lætta viðgerð og verði
frískur.
Familjan er tó skiljandi og glað
fyri at hava fingið eina orsøk at vita.
Hon verjir læknarnar og viðgongur,
at hann bara var álvarsliga sjúkur.
– Familjan er takksom fyri at
tað er funnið fram til eina orsøk,
hví hann doyði. Tað er umráðandi
fyri okkum, at vit sýna takksemi
til teirra, ið gjørdu alt, tey kundu.
Hann er deyður, tí hann hevði eina
álvarsliga sjúku. Framyvir kunnu
nøkur ting kanska verða gjørd
øðrvísi, men vit í familjuni eru ikki
úti eftir at finna ein syndara, sigur
familjan í tíðindaskrivi og ynskir,
at fjølmiðlar og onnur ikki leggja
eftir einum møguligum syndara og
at tey vilja hava frið at syrgja.
albinus@sosialurin.fo
Tróndur Arge
René Shaki Joensen er kosin til
ársins leikara á U19-liðnum hjá
Brøndby. Tað vóru rósandi orð, ið
venjarin hevði at bera føroyska
U21-landsliðsleikaranum.
– Tað kennist fantastiskt, segði
René við Portalin leygardagin.
René hevur verið fastur maður
í miðverjuni á U19-liðnum, sum
er á einum fjórða plássi í donsku
kappingini.
– Eg bleiv eitt sindur rørdur,
tá ið eg fekk tað at vita. Venjarin,
Mads Davidsen, segði, at hann
aldrin hevði møtt einum leikara
við so sterkari mentalari styrki
og sum venur so nógv tá hann
annars hevur frí. Tað vísir bara,
at tú kanst koma langt við rætta
hugburðinum, sigur føroyski U21-
landslisleikarin.
René fekk debut á Superliga-
liðnum hjá Brøndby í hesum kapp
ingarárinum.
trondur@sosialurin.fo
Fótbóltur Føroyski René Shaki Joensen bleiv um vikuskiftið
kosin ársins besti á U19-liðnum hjá danska felagnum, Brøndby
René ársins
leikari hjá Brøndby
Dale Oen doyði av
blóðtøppi í hjartanum
Kundi verið bjargaður:
Svimjing Ein líkkanning av norska svimjaranum, Aleksander Dale Oen, vísir, at hann hevði eina álvarsama
hjartasjúku og doyði av einum blóðtøppi í hjartanum. Hann kundi tó lættliga verði sloppin av við sjúkuna