Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. juni 2012 · Nr. 70 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Tað ber boð um ein skilagóðan hug­ burð, at nýggi kringvarpsstjórin longu í fyrstu samrøðuni í nýggja starv­i­num slær fast, at 60 milliónir krónur eru nógv­ir pengar, og at tað fer at bera til at reka stovnin inn­an fyri ta fíggj­ar­ætl­an, sum nú ein­a­ ferð fæst við tí kring­varpsgjaldi, sum pol­it­iski mynd­ug­leikin hevur á­sett. Nógvar rati­o­nal­i­ser­ing­ar eru gjørd­ar í Kring­varpi­num, og við nýggja inn­krevj­ing­ar­hátt­i­num, har eing­in slepp­ur und­an at rinda kring­varps­gjald, hev­ur stovn­ur­in eis­ini fing­ið fleiri peng­ar í tryggu inn­tøk­uni, sum kring­varps­gjald­ið er. Men hóast nýggi kringvarps­ stjór­in, Dia Mid­jord, legg­ur var­is­liga út – utt­an at krevja fleiri peng­ar til stovn­in, so skerts ikki burt, at pol­it­ ik­ar­ar­nir eiga at um­hugsa støð­una hjá Kring­varp­i­num av nýggj­um. Øll vilja vit hava eitt gott og sterkt kring­varp, sum skal vera trygdin und­ir tí stóra mentanarbera, sum al­menna kringvarpið er og skal vera. At Kringvarpsstýrið nú valdi ein journa­list aftur at stjórna Kring­ varp­inum kann vera eitt tekin um, at stýr­ið vil hava frið kring stovnum, held­ur enn at lata enn ein nýggjan stjóra – púra uttan miðla­ roynd­ir – sleppa at royna seg. Og nýggi stjórin segði rímuliga greitt í sjón­varp­i­num í gjár­kvøld­ið, at send­ingar ikki skulu takast av skránni um summarið. Í øllum før­ um ikki sendingar, sum Dagur og Vika, ið hava so stórt hyggjaratal. Tað ber boð um, at nýggi stjórin ikki er feg­in um ta tápuligu avgerð hjá kring­varps­leiðsl­uni at koyra Deg og Viku í summ­arf­rí í sjey vikur í summar. Sum vit hava spurt áður: Hví skal hyggj­arin trúgva upp á føroyskt sjón­varp, um kring­varps­leiðsl­an ikki ger tað? Og við hasi sera óbúnu av­gerðini hjá tíðindaleiðaranum send­ir kring­varps­leiðsl­an eitt greitt sig­nal til hyggj­ar­an – og ikki minst pol­it­ik­ar­ar­nar – um, at føroysk sjón­varps­tíð­indi ikki eru neyð­ug – og har­við held­ur ikki før­oyskt sjón­varp. Nýggi stjórin skilir helst, at tíð­ind­ini eru leg­i­ti­mi­tet­uri­n und­ ir Kring­varp­i­num. Spurdur um, hvussu hann vildi út­vega stovninum fleiri inntøkur, tos­aði Dia Midjord um at finna upp á okkurt spæl. Hann varð ikki spurd­ur um órættvísu kappingina hjá Kring­varp­i­num við priv­atu miðl­ar­nar um lýs­ing­ar­nar. Tað lysti okk­um at vita, hvat hann heldur um tað. Men tað skila­besta, sum nýggi stjór­in kann gera, er at sláa seg til tols við, at kring­varps­gjald­ið verð­ ur grund­ar­lag­ið und­ir stovn­i­num, og so at virka út frá tí. Vit ynskja Dia Midjord bestu eydnu í nýggja starvinum! Við Dia væntar stýrið helst at skapa frið í Kringvarpinum Í Fuglafirði skipa tey, eins og undanfarna ár, aftur í ár fyri jóanssøkuhaldi heimi á Oyruni við Gjógvará í Fugla­firði. Haldið er sett at byrja komandi leyg­ar­dag klokkan 16. Fyrst spælir Fuglafjarðar Hornorkestur í okkurt um ein hálvan tíma, klokkan 16.30 flytur Edva Jacobsen fram røðu, og millum klokkan 17 og 18 verður felagssangur, og grill­in er til reiðar til at steikja kjøt og pylsur á, sum fund­ar­ gest­ir­nir hava við sær til hugnaløtuna. Jóansøkuhald í Fuglafirði 60 milliónir eru nógvir pengar Tá Annika Mittún Jacobsen fyri góðum fýra árum síð­ani varð sett í starvið sum kring­ varpsstjóri – var hon eitt púra óskrivað blað í miðla­ heim­i­num. Miðlafólk kendu hana ikki – og hon kendi ikki miðl­a­fólk. Tað gav at bíta, tá blað­ kvinn­an á Sosialinum, Rig­ mor Dam, bað hana koma om­an í Miðl­a­hús­ið til eitt prát við Sosialin og eitt prát á Rás2. Tá svaraði hon: Miðlahúsið, hvar liggur tað? Hetta bleiv sum vera man yv­ir­skriftin hendan dag­in. Tí hvør skal siga, hvussu kanst tú vera stjóri fyri Kring­varp­ ið, um tú ikki kenn­ir føroysku miðl­ar­nar. Kanska eitt sindur speiskt – ella hum­or­ist­iskt. Men nýggi krin­g­varps­s­tjór­in veit væl, hvar Miðla­hús­ið er. Hann hevur arbeitt á øll­um trim­um teim­um stóru miðl­u­ num, og segði Jú, eg veit væl, hvar Miðla­hús­ið er, tá Leo Poul­sen bað hann koma om­ an í rásarúmið hjá Rás2 Dia visti hvar Miðlahúsið er Landið eigur eisini eldraøkið Jógvan Arge kjak á síðu 17 Papp­ írs­leys kommuna Levi Mørk kjak á síðu 17 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000