mikudagur 20. juni 2012síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mikudagur 20. juni 2012 · Nr. 70
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
www.torshavn.fo
Í KOLT RI
M ENTANAR DAG AR
Í sambandi við handanina av stóru A.P.
Møller-verkætlanini verða mentanardagar
úti í Koltri 21. – 23. juni. Opin oyggj fyri
almenninginum verður leygardagin
23. juni.
Tiltøkini byrja fyri innbodnum hósdagin
21. juni, tá formliga handanin av verk-
ætlanini fer fram, og har umboð fyri
arbeiðstakaran og arbeiðsgevaran verða
til staðar, umframt fjølmiðlar.
Fríggjadagin 22. juni verða ymisk tiltøk
somuleiðis fyri innbodnum, m.a. móttøka
og rundvísing í oynni. Gunnar Hoydal,
formaður í Koltursgrunninum, bjóðar
vælkomin og aftaná verða røður hildnar.
Leygardagin 23. juni verður opin oyggj
fyri almenninginum. Tey tiltøkini byrja
við at seksmannafarið, sum Niclas í Koltri
smíðaði úti í Koltri í 1927, fer av bakka-
stokki í Sugguni í Kirkjubø. Ætlanin er so
at rógva bátin út í Koltur.
Taxasigling verður frá kl 11 frá Gomlurætt
og siglt verður so leingi nakað fólk er.
Mint verður á, at ikki ber til at keypa
nakað sum helst í Koltri, tí er at lata seg
væl í og taka matpakka við!
Sí annars skrá á www.torshavn.fo ella
www.koltur.com